2010 er farið og sum tað fyrsta í nýggja árinum, geva vit listafólkunum orðið
1. Hvat var tín størsta listauppliving í 2010?
At hoyra teir fýra føroysku violinsnillingarnar í teimum fýra árstíðunum eftir Vivaldi í oktober mánaði. Serliga hugaligt var eisini at síggja yngra ættarliðið av føroyskum tónleikarum manna orkestrið til hesa framførsluna. Annars var Elton John á Tórsvølli eisini ein av heilt stóru upplivingunum
2. Hvat gleðir tú teg mest til at uppliva innan tína listagrein í 2011?
At sleppa at framføra tvey upprunaverk skrivað til børn. Við Aldubáruni verður tað við søgu hjá Edvard Fuglø sum Páll Sólstein hevur skrivað tónleik til, og við Føroya Symfoniorkestri verður tað søgan hjá Rakel Helmsdal "At veiða vind" við tónleiki eftir Kára Bæk. Eg elski at spæla fyri børnum :-)
3. Hvat hevði verið størsta mentanarpolitiska frambrotið, sum tú hevði viljað sæð í verki í 2011?
Tað hevði verið um vit í Føroyum, eins og aðrastaðni, høvdu fingið skipan við samansettari setan, soleiðis at tónleikarar kundu arbeitt helvt um helvt sum undirvísarar og sum yrkistónleikarar í t.d. symfoniorkestri.