Sunday, January 23, 2011

Oddfríður Rasmussen um ummæli

Nøkur viðmæli og frámæli um at ummæla í Føroyum

Oddfríður Marni Rasmussen



 Herfyri lá ein av stóru listaspurningunum á boðklivanum á Fjasbókini. Spurningurin var ein av hesum, sum fólk fyri tíðina dáma væl at kjakast um: Hvat heldur tú um ummæli í Føroyum? Hetta er í roynd og veru ein ógvuliga stórur spurningur, um mælast skal um øll sløg av ummælum og allar listagreinir. Skal eg skriva nøkur orð um ummæli, verði eg noyddur at siga eitt sindur um virðingina fyri listaskaparum og listaverkinum í einum samfelagsligum høpi.

Sagt verður, at orðaskiftið í samfelagnum enduspeglar orðaskiftið í tingsalinum. Passar hetta, so stendur illa til. Politikarar hava ikki stóra virðing fyri listini. Flest allir halda, at ikki er neyðugt at stuðla listini við einum oyra, at tey tvætla tíðina burtur, sum dríva list, men, tá ið útlendingar meta om føroyska list ella tá ið útlendskir politikarar koma á vitjan, tá himprast teir fólkavaldu ikki við at sýna listafólkini fram sum tað einasta, ið gevur landinum innihald. Hesin hugburður endurspeglar eisini partar av fólkinum. Flest øll hava eina meining um list, hóast tey ikki hava førleika til at úttala seg um, hvat góð ella vánalig list er. Ikki tí, at hetta er ólógligt, men, tí at fólk halda, at øll hava brúk fyri at vita, hvat tey halda og hugsa um list. Vinnur onkur eina danska karaokekapping, verða hesi hálovað á Tingsins røðarapalli, og forsíðurnar í bløðunum verða ruddaðar fyri tíðindi, soleiðis, at hesar døgnflugur skulu sleppa at surra seg inn í kjakið um góða list.

Samtíðin er andleys. Hetta páhald er galdandi fyri nógv. Flestu menniskju skoyta eftir tilverunnar skón og tora ikki niður í tilverudýpdina. Matbøkur og sjálvhjálparbøkur um smátrupulleikar eru metseljarar. Hin fyrra sigur okkum, hvat vit kunnu bjóða gestunum til matna og hin seinna verður lisin í ólukkumát, og tá ið lesarin varnast, at hann hevur fingið tað verri, fer hann skoytandi til næstu bókina, ið skal frelsa honum móti sær sjálvum. Vilja fólk vita okkurt um seg sjálvi, so skulu tey kava niður í listina og ikki niður í andliga tunnar sjálvhjálparbøkur. Hetta tekur sjálvandi tíð frá teirra pinnpakkaða gerandisdegi, men í seinna endanum loysir tað seg og tá er gott við einum ummælara, ið (alt árið) sakliga kann siga áskoðaranum/lesaranum/áhoyraranum, um verkið er gott ella vánaligt.

Sjálvandi hugsa ikki allir føroyingar so. Summir eru, sum veruliga hava virðing og skil fyri tí list, ið føroysk listafólk skapa. Av hesum fáu eru nøkur, sum ummæla list.

Hvussu stendur so til við hesum handverkið? Eftir mínum tykki stendur ógvuliga illa til. Ongin miðil í Føroyum hevur ein ummælara, sum tey kunnu kalla sín ummælara, og tað er vanærilig skomm. Grundgevingin er helst hin sama sum hjá politikarunum, sum bara hugsa um atkvøður – privatu miðlarnir rokna ikki við, at ummæli geva tann stóra lesaraskaran ella lurtaraskaran. Tá ið hetta ikki er roynt, so vita miðlarnir jú heldur ikki, um so er. Almenni miðilin slóðar heldur ikki fyri og setur í starv ein ummælara, tey kunnu kalla sín ummælara, og tí gerst hetta at ummæla list onkur óskipað og tilvaldirligt dagdvølja hjá onkrum tilvildarligum lesara, ið dámar eitt listaverk ella ikki.

Hvat er so eitt gott ummæli? Nógvar eru allýsingarnar um hetta at ummæla. Eftir mínum tykki, er tað er ein, ið objektivt dugir væl at mæla um og grundgeva fyri listaligu dygdum og ódygdum í einum listaverki. Objektiviteturin kann sjálvandi lýsast soleiðis, at hann ikki er meira objektivur enn so, at eitt subjekt ber hann fram.

Í hinum endanum á listaverkinum, er listafólkið, sum skapað hevur. Ofta síggja vit, at listafólkið gerst í øðini, tí at tað fær vánalig ummæli. Teirra listaliga sjálvsálit fær eitt skot fyri bógvin og tí missa tey ein part av sjálvsvirðinum. Sjálvandi er tað hart at verða sáplað/ur niður, men listafólkini gloyma, at ein ummælari er ein, ið hevur gjørt sær eina meining um listaverkið. Tað, sum onkur ummælari meinar er ikki lóg og tí heldur ikki nakar endaligur dómur. Eisini gloyma tey, at vanligi lesarin/áskoðarin/áhoyrarin eisini ummælir, tá ið hann kemur í samband við eitt listaverk.

Vit hava ein almennan stovn, ið kallast Kringvarp Føroya. Hesin stovnur hevur sett sær fyri at gera sendingar, har bøkur, sjónleikir og tónleikur verða ummæld. Bøkurnar, ið hava verið ummældar í Útvarpi Føroya, eru sum heild væl ummældar. Har eru fakfólk, ið meta um, hvørjar listaligar dygdir og lýti, bøkurnar hava. Grundgevingarnar eru á eini leið, tó at onkur teirra himprast við at siga sína meining, veruliga siga, at bókin ikki er so góð, sum tey siga, at hon er, meðan aðrir kanska eru mestsum ov bersøgnir og niðrandi, og harvið gloyma tekstaslagið, ið teir ummæla, tí at teir heldur vilja vísa á, at eg tori at sápla ein rithøvund og verk hansara niður. Tó at so er, so skilji eg væl hesar ella henda ummælara. Trupulleikin við bókaútgávum er, at tey privatu forløgini ikki kunnu fíggja bókmentaráðgevum, ið hava til arbeiði at ráðgeva høvundum. Aðrastaðni tekur tað næstan líka drúgva tíð hjá bókmentaráðgevum at viðgera eina bó,m sum tað tekur rithøvindinum at skriva hana. Tá ið so ummælarin er fyrsti bókmentaráðgevin, so verður arbeiðið, ið forlagið átti at gjørt, gjørt úti í miðlunum. Tí gerast ummælini ofta ósaklig, niðurgerandi frámæli í staðin fyri væl grundgivin, objektiv ummæli. Tínæst er trupulleikin við bókaummælum, at allar bøkurnar koma út til jóla, og tá skulu allar hesar bøkurnar ummælast, í staðin fyri, at bøkurnar verða ummældar gjøgnum árið.

Sjónleikaummælini eru eftir mínum tykki ósaklig, og ummælararnir leggja ofta eftir, hvørji leikverk áttu at verið spæld, heldur enn at ummæla leikverkið, ið verður spælt. Tá leggja ummælararnir dentin á tað, sum kundi verið, og hvat hevur tað við ummæli at gera? Onki!

Tónleikaummælararnir í hesum almenna stovni eru ikki serliga skikkaðir, og eg meti, at teir flestu ikki kunnu kalla seg ummælarar. Her er tíanverri talan um smakkidómarar, har hesir sokallaðu ummælarar seta seg sjálvar í fokus, og gloyma sjálvt listaverkið. Hvat hevur tað við eina fløgu at gera, at hon ikki er so góð at lurta eftir, meðan koyrt verður í bili, ella at tónleikurin er góður at renna eftir, góður at arbeiða til. Hesi, sum skulu eitast at ummæla, siga ikki hví eitt lag er gott, hvat ger lagið gott fyri hetta tónleikaslagið. Ber ikki til objektivt og við tónleikainnliti at grundgeva fyri, hví eitt lag ella ein fløga er góð, so er ikki talan um eitt ummmæli, men eitt viðmæli ella eitt frámæli, har objektiviteturin ikki kann grundgevast, uttan so at teir/tey, ið mæla um noyðast at krydda síni úttalilsi við egnum fordómum, egnum smakki, sum onki hevur við sjálvt verkið at gera, men sum hevur alt at gera við persónin, ið úttalar seg. Hesi fólkini vilja heldur siga Føroya fólki, hvørji tey eru. Hvussu ofta siga tey ikki: “Eg haldi … mær dámar ikki hatta …” Slík úttalilsi siga meira um persónin, enn um verkið, ið verður ummælt.

Bara ein ummælari er, tá ið talan er myndlistummæli. Hetta er ógvuliga vandamikið, tí at so er onki mótspæl, ongin afturat, sum kann verða ósamdur við ummælaran. Tað er eyðsæð, at hesin ummælari dugir at ummæla. Hann ummælir listaverkini objektivt og kemur við væl grundaðum dømum um, hví listin er vánalig ella góð. Har eg meti, at hesin ummælari fer skeivur, er tá ið hvørt ummæli verður tengt at landsstovninum fyri føroyska list. Tað er óneyðugt at flætta subjektivar meiningar um bygnaðin ella stjóran á hesum landsstovni uppí hvørt ummæli. Høvdu úttalilsini um bygnaðin og stjóran á hesum landsstovni staðið í eini grein fyri seg, so høvdu ummælini verið sakligari og betur frágingin.

Í Føroyum, eins og í øðrum londum, eru trý sløg av ummælum. Eitt er viðmæli, annað er frámæli og triðja er ummæli.

Tá ið eitt ummæli verður skrivað, ræður fyrst og fremst um at hava virðing fyri listini – ikki fyri listafólkinum, sum nógv halda, men fyri sjálvari listini. Tá ið nú ongin miðil hevur ein ummælara, ið teir kunnu kalla sín, og sum er tengdur at virkseminum, so fær støðan ikki verið øðrvísi.

Eins og politikararnir undirmeta, hvønn týdning list veruliga hevur fyri samfelagið, so undirmeta miðlarnir eisini henda týdning. Tað átti ikki at felt nakrari fíggjarætlan, um ummælarar vórðu knýttir at privatum og almennum miðlum, soleiðis at vit kundu fingið eina ummælarastætt.

Eitt er vist, og tað er tað, at fysiskt pláss er fyri hesum ummælum. Um bløðini góvust við at seta greinar í, sum vísa niður í hvørja skuffu, ella siga andleysa føroyinginum tað sama, sum útlendsk bløð siga sínum andleysu lesarum: at vit mugu hava hatta slagið av stólum, hasar gardinurnar, hasar eygnalinsurnar, og at um tú rennur í skóm við innbygdum Ipodi og fetteljara, so gerst tú nógv sunnari, enn øll hini, sum ikki hava allar hesar hentleikarnar. Settu miðlarnir pláss og pengar av til ein ummælara, tey kundu kalla sín ummælara, so eri eg vísur í, at hetta eisini hevði selt, samstundis sum vit fingu eitt objektivt kjak um ta list, sum ríkar hetta landiðí ólukkumát.