So byrja miðvikukvøldslestrarnir aftur. Hetta er tann níggindi í røðini. Hesa ferð er tað Gunnar Hoydal ið fer at lesa. Gunnar er gamal í garði í føroyskum bókmentum. Fyrstu tekstirnir eftir hann komu á prent í bløðum og tíðarritum longu í trýssárunum. Gunnar fevnir víða í síni skriving. Hann hevur yrkt og latið frá sær bæði lyrikk og sangir. Yrkingasavnið Hús úr ljóði var tilnevnt til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 1989 og sangirnir sum hann hevur yrkt til løg eftir systur sína Anniku Hoydal eru fleiri vorðnir fólkaogn. Tríggjar skaldsøgur hevur hann greitt úr hondum Undir suðurstjørnum (1991), eitt frambrot í føroyskum bókmentum, Dalurin fagri (1999) og Í havsins eyga (2007), men henda seinasta varð tilnevnd til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í fjør. Gunnar er eisini ein av fáum sum hava havt tilboð til at skriva um føroyska list í Føroyum, hann hevur m.a. skrivað um Ingólv av Reyni og Janus Kamban.
Tiltakið í kvøld byrjar sum vanligt klokkan átta.
(CJJ)