Wednesday, January 12, 2011

Renniár og lesiár


David Shrigley: The Human Body  


Eitt ár er ikki bara eitt ár. Tì um eitt ár bara var eitt ár, gjørdust vit ósunnu - við øllum okkara syndum, vit óreinu, sum dálka okkara likam við royki, promillum og feittprosentum, vit glataðu, sum falla fyri freistingum í hópatali - ikki ordiliga tilvitað um okkara egnu syndir.

Hetta hevur Heilsumálaráðið lukkutíð hugsað um. Í fleiri ár hava tey tessvegna doypt tey ymsu árini at vera renniár, heilsuár, rørsluár og avnokta karamellur og allan annan fananskap-ár, bara so, at fordømingin og stigmatiseringin av teimum, ið ikki tilbiðja tað heilaga likamið, verður hildin við líka og puritanisman verður stýrandi. Gloym alla gamaldags hugsan um kroppin sum hylki hjá ondini, kroppurin hevur fyri langari tíð síðani yvirtikið plássið hjá ondini og allar hennara ideologiir. Kroppurin er ikki longur bert eitt tempul, men sjálvur guddómurin, - ja sjálvt endamálið við øllum. Um vit reinsa okkum og hava ymisk sløg av iðranargerðum sum t.d. krevjandi rennitúrar og búkvøddarvenjingar, avnokta kolesterol og tilbiðja speltbreyð, uppnáa vit ævigt lív. Fantastiskt.

Tí kom tað heldur dátt við, at Mentamálaráðið arbeiðir fyri at gera 2011 til eitt lesiár. Lesing hevur sum kunnugt ikki nógv við kaloriubrenning at gera, men verður meira samanbundið við heilavirksemi, upplýsing, vitan og ond. Tað er altso enn nøkur fá í hesum samfelag, sum halda, at tað ikki nyttar nógv, at vit øll gerast elligomul, um vit samstundis eru skítbýtt og eg við mínum mongu lastum skal vera tann síðsta at gráta, um Mentamálaráðið ynskir at geva hesum fáu eina hjálpandi hond.

Spurningurin er bara hvussu nógv tað hjálpir. Tí so leingi sum listin og bókmentirnar liva perifer lív á samfelagsins skuggasíðu, so leingi sum eingin kjakast um innihald og so leingi sum orðingarnar frá politiskari síðu eru eins reypandi sum tær eru tómar og so leingi sum mentanarpolitisku tankarnar hava á leið somu dýpd sum tær donsku undirhaldssendingarnar, sum Kringvarpið fyllir okkum við - ja eg eri hørm um at siga tað - men so leingi kann alt gera tað sama. Um ikki vit krevja av okkara politikarum, at teir skulu taka ondina í álvara og ikki skerja hana til prestisjuverkætlanir og symbolskar gerðir, og um ikki vit klárt og týðiliga biðja teir um at halda kjaft, tá teir koma við teirra illa hugsaða orðaskvaldri og teirra beinan okkum frá veruligum innihaldi við einum óskipaðum lesiári, so síggja vit fram til eitt óendaliga langt lív við óendaliga lítlum innihaldi.

(IS)