Hví skriva vit um list?
Hugleiðing eftir Lisbeth Bonde
Tá amerikanski listfrøðingurin James Elkins herfyri var í Keypmannahavn í sambandi við skeiðið Let´s get critical, setti hann ein sera áhugaverdan spurning, nevniliga hví vit sum ummælarar skriva um list? Hvaðani stavar okkara tileggjan, tá vit listarligu smakksdómarar velja at hava listaverk sum evni fyri okkara skriviprosess.
Ein amerikanskur starvsfelagi hevði svarað honum, at hann brúkti listina sum høvi til og sum umbering fyri at skriva. Fyri hann var skriviprosessin altýðandi og eitt væl eydnað listaummæli helt hann vera á hædd við listaverkið, sum tað snúi seg um. Men er hetta nú so?
Framferðarhátturin hjá listaummælaranum
Listakritikkur er ein týdningarumskriving av listaverkinum, ein framferðarháttur har tú við orðum umorðar ein nonverbalan miðil, sum er listaverkið. Við at granska verkið, greina tað og við at finna fram til so neyv lýsingarorð sum gjørligt, ognar tú tær verkið. Ástøði kunnu liggja til grundar fyri háttarlagnum, men sjálvt samskiftið gongur fyri seg sum ein dialektisk prosess, har verkið lærir okkum nakað. Verkið eigur altíð at vera uppi yvir teoriini. Tá hetta riggar, er talan um eitt intensitivt samspæl millum refleksión, eygleiðing og málgerð, og øll henda samrøðan við verkið skal í fyrsta umfarið leiða listaummælaran og í øðrum umfarið listaáskoðaran inn í verkið, so at hann er betri útgjørdur til tess at møta verkinum. Á henda hátt hjálpir listaummælarin móttakaranum við fatanini av verkinum, eisini um talan er um eitt vánaligt, epigonkent, illa gjørt listaverk. Men fyrst og fremst snýr tað seg um at finna út av teimum ymsu týdningarløgunum í verkinum fyri at seta verkið í perspektiv, tvs. lesa tað inn í eitt breiðari heimspekiligt, samfelagsligt, semiotiskt, listasøguligt høpi, har spurningurin verður settur, hvat hetta verkið sigur um at vera menniskja her og nú ella í einum ávísum søguligum høpi.
Er talan um ein listaummælara á einum ávísum støði, verður verkið ósvitaliga brýnt av listakritikkinum og vegna málgerðina fer verkið møguliga at innskriva seg, sum tað jú eitur, í listasøguna - alt eftir góðskuni á verkinum. Í handfaringini hjá klóka listaummælaranum styrkist verkið av at verða gróðursett við máli og sostatt má listaummæli sigast at vera av miklum týdningi.
Hvat kemur fyrst - verkið ella teksturin?
Amerikanski listaummælarin hevur ikki rætt í, at verkið og listaummælið eru javnsett, tí teksturin eigur altíð at vera lagaður eftir verkinum, eins og listaverkið altíð kemur áðrenn kritikkin soleiðis at skilja, at teksturin ikki er hugsandi uttan verkið, meðan verkið meir enn so kann hugsast uttan tekstin. Góða verkið eigur í sær eitt meirvirði, tvs. eitt týdningarligt tættingarstøði, sum mótsett øðrum lutum í heiminum - ger listina føra fyri at standa ímóti skiftandi ættarliðum av ymsum teorium og skúlum - og alsamt kann tað geva nýtt og óvæntað tilfar til enn fleiri greiningar og tulkingar. Verkið stendur seg, meðan ummælini hvørva, men vit hava sjálvandi fleiri dømi uppá framúrskarandi listakritikk, sum stendur seg og kritikksøgan mennist alla tíðina parallelt við listasøguna og sjálvandi eru framúrskarandi dømi í báðum legum.
Listaummælari ella fagurbókmentaligur rithøvundur?
Tað er greitt, at listaummælarin umframt vitan um og áhuga í list eisini skal hava ein vilja til málið - hug til at spæla við tað og velja orð - og hava evnið til at seta tey saman til tekstir, sum liva og bjóða lesaranum innar. Óansæð um mann skrivar bøkur um list ella styttri ummæli í dagbløðum, skal listaummælarin tessvegna hava evni til at uppliva og til at innliva, eins og hann má vera drivin av einum stórum samskiftistørvi. Men listin skal sjálvandi alla tíðina vera í fokus. Um listaummælarin bert brúkar listina sum høvi til at skriva, eigur hann ella hon heldur at taka stigið fullt út og skriva fiktión. Ella gera eins og Ole Sarvig, Peter Laugesan og Poul Vad (síðstnevndi var mag art innan listasøgu), ið hava ríkað bókmentirnar við frálíkum ritverkum, men sum eisini hava ríkað okkum við teirra væl uppløgdu, skørpu og neyvu, listakritisku tekstum.
Tað, ið skilir listafólk frá øðrum hampafólki - eisini frá listaummælaranum - er, at hann ella hon framleiðir verkið, tvs. fremur eitt listarligt yrki, ið rúmar í sær eina tulking av umheiminum, ið er orðað í einum listaligum miðli - tað verði seg fotolist, installatiónir, listavideo, málningar, standmyndir osfr. Listaummælarin stendur til reiðar hinumegin sum móttakari.
Tað, sum Elkins segði um starvsfelaga sín, fekk allan salin at froysa útúr, tí stórt sæð allir listaummælarar tilstaðar tóktust til alla lukku samdir um, at teirra orð fyrst og fremst eru amboð í listaverksins tænastu. Summi av hesum orðunum eru sjálvandi betri umhugsað enn onnur, men hetta er eitt annað kjak. Men í okkara miðlaávirkaðu veruleika, har meir verður eksponerað enn tað verður reflekterað og har narssisisman ofta myrkir fyri fakkunnleikanum, kenna vit øll til listaummælarar, ið gerast høgir av at síggja seg sjálvar í blaðteigunum og sum føra seg fram við at halda listina fyri gjøldur.