Hamferð varð herfyri í Planet Awards kosin Ársins nýggi bólkur og bólkurin vann somuleiðis talentkappingina Sement 2010. Bólkurin hevur júst givið út framúrskarandi fløguna "Vilst er síðsta fet" og lesarin hevur kanska longu lagt til merkis ta vøkru, myrku útgávuna av sálminum "Harra Guð títt dýra navn æra", sum hevur verið spæld nakrar ferðir í útvarpinum. Jú, Hamferð dugir sín dómadag - einki at ivast í tí og teirra tulking av sálminum hjá Peter Dass sampakkar ómetaliga væl við lagnutunga dómadagshuglagið, sum sálmurin frammanundan er merktur av, har tað aftur og aftur verður staðfest hvussu týdningarleysur og óstøðugur menniskjaheimurin er í mun til Guðs stórsligna ævinleika. Hamferð er áhugaverdur bólkur, sum hevur avgjørt bert at brúka føroyskar tekstir. Tekstirnir eru sum heild serstakliga patetiskir, merktir av hátíðarligum vónloysi.
Hamferð spælir sonevndan doom-metal. Hetta er rokktónleikur, ið so mikið tungur og myrkur, at teir ikki sjáldan nerta tað klisjémerkta. Men av tí, at dygdin er so góð sum hon er, bæði á framførslu og framleiðslu, gerst tú sum áhoyrari rørdur av hesum øgiliga, grumma dreingjauniversinum og av konsekventa háttinum, sum hesin heimur verður framborin. Eg havi enn ikki hoyrt allar sangirnar, men skilji, at teir sum heild eru serstakliga langir og seinir og tað er eitt eyðkenni fyri tónleikaslagið doom skilst á allýsingini av tónleikaslagnum á Wikipedia, sum nevnir fleiri undirsjangrur sum funeral doom og death doom, ið eyðsýniliga sameinir myrka dapra huglagið frá doom metal við growling, sum kemur frá death metal. -So vita vit tað, men óhugnaligi dámurin av hesum djúpa barkaljóðinum er rættiliga ítøkiligur, tí tá eg spældi "Vráin" hugdi lítli sonurin ikki sørt imponeraður upp frá legokubbunum í tí hann spurdi: "Monstir?".
Hamferð eru: Jón Hansen, sum syngur, John Egholm og Theodor Kapnas, ið spæla gittara og Tinna Tótudóttir sum spælir bass. Remi Johannesen spælir trummur og Esmar Joensen keyboard. Vit seta inn tekstin til Vráina inn her, umframt nakrar leinkjur. www.facebook.com/hamferd www.myspace.com/hamferd
(KP)
VRÁIN (Jón Hansen)
Ravnar
Arnfuglar
Stoyta meg
Út av tromini
Djórið
Lúrandi
Læsur meg
Inni her
Sorgin
Deyðin
Gráturin
Saknurin
Eingin kann
Vekja meg
Leiða meg
Heim til tín
So bundin
Steinsettur í hesi vrá
Har myrkrið floymur
Til og frá
Vardur
Tryggur
Tú leitar (svart svíður sár)
Men sumt kann ei finnast (og farin ár)
Og eg svinni meir (so kám)
Fyri hvønn andadrátt (handan tár)
Her, í leinkjum
Liðini, hvørt sterkari enn annað
Hví kann eg ikki bróta bara eitt
Men eg síggi ei liðini
Eg síggi bert fuglarnar
Ravnar
Arnfuglar
Skræða meg upp
Gloypa míni sál
Eg biði teg
Vak nú meg
Leið nú meg
Heim til tín