Heiðrik á Heygum í Steinprenti
Í desember arbeiddi multilistamaðurin Heiðrik á Heygum í Steinprenti. Hetta var í sambandi við eina uppgávu frá ALS, sum nú í mong ár hevur latið starvsfólkum sínum eitt listaverk í jólagávu, ið er framleitt í Steinprenti av einum ungum, evnaríkum listafólki. Ætlan er um onkuntíð at gera eina framsýning við ALS prentunum. Tað eina árið var tað Hansina Iversen og Brandur Patursson er eisini millum tey, sum hava fingið ALS uppgávuna og síðsta ár var tað Silja Strøm, sum gjørdi ALS prentið. Hesa ferð fall uppgávan í Heiðriksa lut. Prentið er svart og hvítt og hevur fingið heitið "Hann avlýsti". Tað avmyndar eina kvinnu í baðikápu við handklæði um hári, sum situr og hyggur niður á sína fartelefon. Sitandi kvinnan er stødd miðskeiðis eitt sindur til vinstru í svarta myndarúminum, ið er bygt upp av bylgjandi, rundum skuggum, ið geva gávaðu kvinnulýsingini ein heldur dapran, ekspressivan dám og sum minnnir ikki sørt um myndirnar hjá Van Gogh. Við loyvi listamansins seta vit inn nakrar myndir av prentinum og av arbeiðnum í Steinprenti. Umframt ta bíløgdu uppgávuna, gjørdi Heiðrik eitt prent aftrat, sum er eins og ein blá og hvít nærmynd av kvinnuni í baðikápu. Hetta er fyrstu ferð Heiðrik hevur arbeitt í Steinprenti.
(KP)