Í gjár skrivaðu vit, at tað er klæðiligari at brosa enn at gronast og høvdu í ovfarakæti her á blogginum eitt innlegg um ta nýggju starvslønina, sum Tórshavnar Kommuna ætlaði at seta á stovn undir heitinum "Ársins William". Hetta harmast vit stórliga um, tí sjálvandi er tað býttari at brosa enn at gronast. Í gjár visti hin kviki Vágaportalurin at siga, at "Ársins William" er tikin av fundarskránni og at borgarstjórin Heðin Mortesen ikki metti málið at vera búgvið at taka upp nú.
http://listinblog.blogspot.com/2011/01/just-say-yes.html
(IS)