Wednesday, January 26, 2011

Føroyar hava fingið eina filmslist...


filmfilmfilmfilmfilmfilmfilmfilmfilm

Sunnukvøldið 23.jan var ein forkunnug sending í Sjónvarpi Føroya við trimum føroyskum stuttfilmum frá 2009 og 2010. Filmur er lutfalsliga nýggj list í Føroyum og sæð burtur frá vegarum sum Katrini Ottarsdóttir tykist lyndið vera til, at føroyingarnir við áhuga til at gera film fyri tað mesta eru ung fólk. Leikstjórarnir til teir tríggjar stuttfilmarnar, ið vórðu sýndir í sjónvarpinum, eru eisini lutfalsliga ungír, men filmarnir vístu, at tann yngsti í grundini tykist vera tann mest listarliga búni av teimum trimum leikstjórunum.

Filmsverturin, Heini í Skorini byrjaði sendingina við at presentera filmarnar og fyrsti filmur var Sigarett hjá Heiðrik á Heygum. Hesin filmurin frá 2010 hevur eina ómetaliga sjarmerandi byrjan við einum herligum, kvikum monologi, ið er vendur út móti áskoðaranum, sum í tempo og áræði minnir eitt sindur um byrjanarsenuna í Trainspotting: "Kennir tú handan har filmin Groundhog Day við Bill Murray, hatta við at hann vaknar umaftur og umaftur til sama dag, -ja soleiðis er mítt lív. Eg trúgvi tað er soleiðis fyri tey flestu her í Føroyum, men tey flestu eru ókey við tí..".


Sjálvslýsingin er herlig, ung, ironisk og karikerað og tá teir báðir ovurestetisku og forkelaðu
 verðinsmenninir, systkinabørnini Heiðrik og Brynjolfur sita uppi í heimsins ljótasta stadionøki í Gundadali í Havn og bitscha yvir taparaføroyar meðan teir hyggja at nøkrum fótbóltspælarum, sum spæla bólt aftur og fram og fram og aftur, so er tað stuttligt og kanska er tað eitt sindur for stuttligt. Sama er galdandi fyri symbolikkin við sigarettini og patetiska og studentikosa álvarsemið, ið merkir endan á filminum og hetta loyvi eg mær bert at siga, tí hetta ikki er fyrsti filmurin, eg havi sæð hjá hesum leikstjóranum og eg veit hvussu væl Heiðrik dugir. Eg havi eisini varhugan av, at gávaði fjøllistamaðurin neyvan er heilt ónøgdur við patetiska predikatið





Stuttfilmurin Memotekið hjá Rannvá Káradóttir og Mariannu Mørkøre er svarthvítur og byrjar við blaktrandi skermi, ið síðani víkir fyri einum veðurbardum føroyskum fjallalandslagi. Vit síggja tveir uniformeraðar figurar framføra ymiskar løgnar, synkronar rørslur í einum slagi av modernaðum dansi í náttúruni. Rørslurnar tykjast ógvuliga avgjørdar, næstan robottkendar ella automatiseraðar í blaktrandi ljósinum og skróandi, ídnaðarkenda og sera áhugaverda (ó)ljóðsporinum hjá Jens L.Thomsen. Memotekið er sum skilst ikki filmur við eini realistiskari hendingagongd eins og hinir báðir filmirnir, men minnir meira um eitt surrealistiskt videolistaverk, sum kanska serliga verður áhugavert orsakað av hugtakandi føroyska landslagnum og mótsetninginum millum tað absurda mentanarskapta og so ta upprunaligu og reinu náttúruna.


Sakaris Stórá var í fjør kosin ársins besti nýggi leikstjóri á filmfestivalinum í Reykjavík í fjør og var hansara filmur eisini so nógv tann besti av teimum trimum, sum vórðu sýndir í SVF, um tað altso yvirhøvur gevur meining at samanbera so ymiskar filmar og tað ger tað helst ikki.

Passasjeren snýr seg um unga mannin, Erik, sum er hýruvognsførari. Tað gjøgnumgangandi eksistentiella faðir-sonur temaið tónar gjøgnum spakmælta filmin heilt frá byrjanini við feðgunum báðum á baksetrinum, sum í góðum hýri eru á veg til Danmarkar at ferðast og sum hýruvognsførarin eygleiðir við sorgblídni í bilspeglinum. Tó at hesin filmurin ger ómetaliga lítið burtur úr sær, krýpur hann heilt inn undir húðina á áskoðaranum sum tað lítla 9 minuttirs meistaraverkið hann er. Lagnutunga lýsingin av svikna unga manninum, sum ikki er førur fyri at fyrigeva, er ómetaliga rørandi uttan at hon á nakran hátt roynir at vera tað. Lýsingin er realistisk, saklig, næstan yvir í tað turrisliga, men melankolska huglagið og einfalda symbolmálið eru ómetaliga sigandi. Søgan er einføld, men djúp og einki tykist vera til yvirs í filminum. Ein rimagarður er t.d. umframt sín prosaiska stakitt-leiklut eisini ítøkilig mynd uppá skilnað og frástøðu, sum ikki er vinnandi á. Passasjeren er einfaldur, kristalklárur og eins djúpur og hann er stuttur og komprimeraður. Eitt prismublunk av óundansleppandi sorg, ið verður borið uppi av undirfagra, tóma landslagnum í Lofoten og vakra, melankolska tónleikinum hjá Rasmusi Rasmussen. Sakaris Fríði Stórá er millum okkara mest vóngevandi ungu listafólk og tí fer hann ongantíð ov skjótt í holtur við ein film aftrat.

Um hesir tríggir stuttfilmarnir eru stuttir, so gera teir vart við, Føroyar hava fingið eina filmslist. Nú mugu vit vera blíð við tann nýkomna gestin, sum vissuliga fer at ríka um ta føroysku listina og gera hana enn fjølbroyttari.
(KP)