Tað lá tíanverri ikki fyri at ummæla framsýningina, sum Øssur Johannesen hevði í Gallarí Elisabeth í Runavík seint í desember mánaða, men nú kom ein teldupostur frá Tummas Jákupi Thomsen við eini frálíkari fotomyndarøð, sum hann tók 21.des 2010 á hesi framsýning. Vit eru sera takksamar fyri myndirnar og vilja hervið minna á, at tit eru vælkomin at senda okkum tíðindaskriv, umrøður og myndir frá listarligum tiltøkum.
Maðurin og mánin er afturvendandi myndevni í myndunum hjá Øssur
Maskukend portrettmynd
Her situr listamaðurin framman fyri nøkrum blýantstekningum
Stílurin er enn ekspressivur, men litirnir eru heldur fleiri
Øssur Johannesen í svørtum og reyðum
Svart og reytt
Frálíka portrettmyndin minnir eitt sindur um kolorismuna hjá Torbirni Olsen
Portrettmyndir við eina opna hurð
Listamaðurin skoðar verkið
Sterkar, koloristiskar myndir
Blýantstekningar
Tann útstoytti, outsidearin, sum er uttan fyri samfelagið og einsamallur
Ein ljósari mynd við religiøsum myndevni
Fleiri av myndunum hjá Øssuri eru sjálvsmyndir
Listamaðurin sær út til at siga: "Hetta er gott"
Siouxie and the banshees er ein av Øssursa absoluttu favorittum
(KP)