men atkvøðugreiðsla verður...
Ein av føstu leygardagsdvøljunum er at lesa bløðini og tá meini eg veruliga at lesa í tímansvís og ikki bara skimma sum eg aloftast geri hinar dagarnar. Raðfylgjan er føst og stýrd av mínum stóra áhuga fyri mentanartilfari. Eg goymi tað besta til síðst og lesi tessvegna altíð Sosialin fyrst og síðan Dimmu og Weekendavísina og hetta kemst helst av, at Sosialurin rættiliga sjáldan hevur nakað mentanarligt á skránni (síðani blaðfólk sum Rigmor Dam og Anna Ellingsgaard ikki minst) fóru frá og sjálv plagdi eg eisini at ummæla listaframsýningar í Sosialinum, men geri tað nú mest her á Listablogginum og hendinga ferð í Dimmalætting.
Í dag náddi eg ikki víðari í míni blaðlesing enn til síðu 8 og 9 í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum og har eri eg enn, nú farið er at skýma og tann ediliga nýggjárskonsertin er komin meir enn í helvt, og eg eri enn um at dána av undran. Tí á hesum blaðsíðum skipar Sosialurin fyri atkvøðugreiðslu um uppskotini, sum komu um standmyndina framman fyri FIMI. Hetta er sanniliga ein stuttlig kapping og sendir tú eina atkvøðu, hevur tú møguleikan at vinna eitt heilt árshald av Sosialinum. Hetta má eisini sigast at vera ein serstakliga áhugaverdur og alternativur háttur hjá Sosialinum at forvinna sær pening (tað kostar 5 krónur at atkvøða umframt vanliga takst), men grundleggjandi eru vit her á Listablogginum hundrað prosent við uppá hugskotið um at lata fjøldina døma. Tað kostar jú ongum nakað (uttan fjøldini og tað vita vit øll longu, at hon er steinbýtt) og hevur als ongar avleiðingar fyri nakran ella nakað sum helst uttan kanska fyri uppmerksemistørvin hjá einum dansktskrivandi listamanni, sum eg rokni við eigur uppskotið til hesa atkvøðugreiðslu. Hann er eyðsýniliga blivin eitt slag av listarligum ráðgeva hjá Sosialinum, í øllum førum er tað sjálvur blaðstjórin Eirikur Lindenskov, ið stendur tilskilaður fyri at hava lagt atkvøðugreiðsluna til rættis. Listabólkurin í Tórshavnar Kommunu hevur staðiliga heitt á okkum borgarar um at halda kjakið á einum fakligum og dygdargóðum støði. Nú veit eg ikki hvussu fakligt ella dygdargott kjakstøði ein tílík atkvøðugreiðsla gevur og eg loyvi mær at ivast. Men óansæð eri eg sum sagt við uppá atkvøðugreiðsluna, ið er undirhaldandi, um hon púrt ongar avleiðingar hevur - fyri tað kunnu vit øll atkvøða fyri tí dekorativu Skopunarkúluni ella onkrum øðrum kopi-verki.
Sum kunnugt er avgerðin tikin og tó at mær avgjørt dámar vinnarauppskotið hjá Guðrið Poulsen við fjálga, organiska dáminum, eri eg sera hørm um avgerðina hjá Listabólkinum. Eg varð meir ella minni málleys, tá eg hoyrdi, at Bjørn Nørgaard hevði gjørt eitt uppskot til kappingina um eina standmynd í Gundadali, men mín undran broyttist til reina og skæra gleði, tá eg sá uppskotið og tað gjørdist mær greitt, at talan var um eina listarliga sensatión í føroyskum listahøpi. Eitt stórfingið Føroyamonument, sum bæði er figurativt og abstrakt og sum veitir áskoðaranum eitt satt ríkidømi av assosiatiónsmøguleikum. Uppskotið er so gjøgnumarbeitt handverksliga, tilfarsliga, hugskotsliga og symbolskt, at einki tykist tilvildarligt á hesum Føroyamonumentinum. Standmyndin er 4.7 metur høg, 3 m djúp og 1,6 m breið og heitið á standmyndini er Lívið á einum føroyskum fjalli. Hon er bygd upp av einum keylustubba, ið dagar móti himni eins og eitt foreinklað fjall á skák, ið er bygt upp av 18 skivum av granitti í trimum ymsum litum. Á ta fjúrtandu skivuna á keylustubbanum verður settur ein slætti úr rustfríum stáli eins og eitt skýggj kring fjallatind, har tveir figurar eru settur á hvør sína síðu, ein maður við veðrahøvdi situr hugsunarsamur hond upp undir kinn, meðan ein kvinna við tjaldurshøvdi sær út til at ætla sær á flog ella at tveita seg út í óvissuna í tóman heim. Undir stálslættanum eru sett 18 bronsuskap, ið kunnu ímynda okkara oyggjar. Lívið á einum føroyskum fjalli er eitt slag av allegori við tilsipingum til okkara okkara søgu, til tjóðskaparspurningin og til mentanina. Bjørn Nørgaard hevur gjørt nógvar frálíkar standmyndir, men "Lívið á einum føroyskum fjalli" sær eftir uppskotinum at døma út til at vera millum hansara bestu; ein fabulerandi, fjølbroytt og tilfarsliga rík standmynd, ið samstundis er formliga neyv og spent sum ein fjøður. Av tí, at Listabólkurin hjá Tórshavnar Kommunu enn einaferð valdi mentanarpolitiskt heldur enn at miðsavna seg um listarliga dygd, verður sensatiónin eftir øllum at døma ikki til nakað.
Atkvøðugreiðslan í Sosialinum er minst líka meinaleys sum hon týdningarleys. Ótespiligari er uppáhaldið hjá Maluni Marnersdóttir í ummæli 22. des. í Sosialinum um, at Bjørn Nørgaard háðar føroyingar við sínum uppskoti. Malan Marnersdóttir, dr. phil. og lic.phil. er hóast alt professari í bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya, eins og hon er forkvinna í Listafelagnum. Hon grundar sína meting á eina rættiliga konkreta tulking av standmyndauppskoti Nørgaards, har hon m.a. leggur heimskenda danska listamannin undir vantandi tilfarsskil, umframt at hann altso háðar føroyingar tá hann lýsir teir sum menniskjaligar verur við veðra- ella tjaldurshøvdi. Eg veit ikki ordiliga hvat eg skal halda um tær løgnu reaktiónirnar uppá uppskotið hjá Nørgaard, men sigur tað seg ikki sjálvt, at Bjørn Nørgaard meir enn nakar hevur ans fyri tilfari og at 18 fláir saktans kunnu umboða okkara oyggjar, tó at hesar eru úr granitt? Men hetta hevur alt samalt ongan týdning nú, tí sensatiónin er avlýst. Nú vóni eg bara, at Malan Marnersdóttir og tann áðurnevndi dansktskrivandi listaráðgevin á Sosialinum eru so mikið nøgd við avgerðina hjá Listabólkinum, at tey ikki halda áfram við pínligu skrivingini. Ikki tí, at eg rokni við, at Bjørn Nørgaard fylgir við í tílíkum møsni. Hann hevur givið sítt boð uppá eina fantastiska standmynd, sum kundi verið sett upp í Føroyum, og hann ger tað neyvan nakrantíð aftur.
Nørgaard fer neyvan heldur at luttaka í atkvøðugreiðsluni hjá Sosialinum. Men tað ætli eg og eg fari eisini spent at fylgja við gongdini í komandi Sosialum. Hvat verk eg fari at velja, sigi eg ikki, men kanska hevur okkara gløggi lesari ein varhuga. Á Listablogginum hava vit ein varhuga av, at fjøldin kanska ikki er heilt so býtt sum hon verður hildin at vera, men vit fáa at síggja. Seinasta freist at atkvøða er 14.januar.
(KP)