Tuesday, October 12, 2010

Tríggir spurningar til Mentanarnevnd Løgtingsins – Eyðgunn Samuelsen

Flestir politikarar hava onkrastaðni á teirra yrkisleið havt á munni, at mentan er umráðandi. Men annars eru mentanarpolitiskar útsagnir sera sjáldsamar eins og vit vita ógvuliga lítið um, hvat politikarar í grundini meina um mentan. og hvat teir vilja við mentanini.

Um politikarar hava rætt og mentan er umráðandi. má tað eisini vera umráðandi at vita hvørjar hugsanir politikarar gera sær um mentan, og tí setti Listin limunum í Mentanarnevnd Løgtingsins í síðstu viku tríggjar ítøkiligar spurningar um mentan. Fyrsta svarið er komið frá Eyðgunn Samuelsen


1. Mentan hevur ikki høga raðfesting á politisku dagsskránni. Hví heldur tú, at tað er soleiðis og hvønn leiklut heldur tú, at Mentanarnevnd Løgtingsins hevur í arbeiðinum at hækka raðfestingina á mentanarøkinum?

Svar: Generelt so haldi eg okkara hugburður til mentan er ein orsøk, vit forbinda ikki at tað kostar pengar, at tað er eitt arbeiði við mentan. Eg arbeiddi sum deildarstjóri í MMR við ábyrgd fyri miðnámi frá 2001-2003 og m.a út frá teimum royndunum so haldi eg, at mentan eigur at hava eitt landstýrisfólk fyri seg, tí undirvísingarøkið fyllir so nógv og kostar so nógv, at mentanin altíð verður troka til viks. Eg veit, at vit eru eitt lítið land, men nú alt snýr seg um vitan og minni um fisk, átti tað at borið til at skipa landstýrið eitt sindur ørðvísi. Hetta diskuteraðu vit eisini í Javnaðarflokkinum undir seinastu samgongusamráðingum.Vit kundu kunnað okkum meira um økið bæði úti og heima og á tann hátt sett meira fokus á tað.

2. Mentanarevnd Løgtingsins hevur avgerandi vald í mentanarlívinum og kann eftir teimum røttu formligu leiðunum seta spurningar til landsstýriskvinnuna ella fáa mentanarspurningar inn um tingsins gátt. Hvørji evni heldur tú - um vit samanumtikið hyggja eftir støðuni í mentanarlívinum – hava størstan týdning at seta á dagsskránna næstu árini?

Svar: Tjóðleikhús, at byrja at seta pening av til nøkur av tilmælunum í Málmørk, serliga at føroyaska ymiskt til børn og ung. Kringvarpið, Mentanarvirði sum t.d. hvalastøðinvið Áir, bandasavnið.

3. Endamálið við norðurlendska mentanarmodellinum hevur verið at tryggja best møguligt listarligt og mentanarligt frælsi, at tryggja borgarunum somu atgongd til mentanarligu ágóðarnar, at tryggja upplýsing, public-service og eitt vælútbygt net av mentanarstovnum, sum fremja fólkaræði sum heild. Armslongdarreglan skal tryggja, at almennu mentanarpengarnir verða býttir eftir sakligum treytum og skal tryggja, at mentanarlívið er óheft av politiskum og peningarligum áhugamálum. Hetta mentanarmodellið hevur seinastu 50 árini verið beinagrindin í norðurlendskum mentanarpolitikki, líka mikið, hvørjir politiskir flokkar hava sitið við valdið. Heldur Mentanarnevnd Løgtingins, at vit framveigs skulu arbeiða eftir hesum mentanarmodellinum? Um ikki, hvat modell heldur tú so, at arbeiðast skal eftir í Føroyum?

Svar : Eg eri samd við hesum modellinum. Haldi at mentanin skal hava sum fokus, at hon er fyri øll, at hon er fjølbroytt og leggur seg eftir at fáa fram felagskapin (alt er so ego- og einstaklingasentrerað í dag), og at hon skal virka “pá trods”. Eitt slag av mótvekt, til alt hetta mainstream rákið. Hon skal bæði styrkja samleikan, men eisini bjóða honum av, við at taka evnir upp sum eru meira ella minni tabu. Hon kann, og eigur at verða við til at flyta mørk.
(IS)