Friday, October 8, 2010

Tíðindaskriv: Amariel Norðoy í Galerie Focus.


Leygardagin 9. oktober kl 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.

Í sambandi við 65 ára føðingardagin, leygardagin 9. oktober, verður móttøka í Lambagerði 1 í Havn. Framsýningin verður opin til 14. oktober, týsdag til hósdag kl. 15 til 18.

AMARIEL NORÐOY 65
eftir Eyðun Waagstein

Listamálarin Amariel Norðoy fyllir 65 ár 9. oktober 2010.

Amariel Norðoy var føddur 9. oktober 1945 í Klaksvík. Annar Heimsbardagi var komin at enda hetta árið. Tey, sum vuksu upp eftir hesa vanlukkuligu tíð, vóru merkt av krígsárunum. Hóast kreppu, kalt kríggj og trongar dagar í fimtiárunum, var vónin um ein heim í friði so mikið sterk, at fólk aftur vóru farin at trúgva uppá eina framtíð. Eisini vildu nógvir føroyingar sleppa at ráða fyri borgum sjálvir.

Amariel vaks upp í Klaksvík. Tey vóru 12 fólk í húsi. Foreldur, 6 dreingir og 4 gentur. Pápin róði út. Hann hevði nógvar munnar at metta. Johan David, sum hann kallaðist, var ættaður úr Klaksvík. Hann var sjálvur fimti um motorbátin “Norðan”, KG 334, sum teir fiskaðu væl við. Hetta, og so tað at Klaksvík, tá sum nú, var drívmegin innan fiskivinnuna í Føroyum, hevði stóra ávirkan á viðkvæma drongin. Sum hjá flestu dreingjum tá í tíðini var tað eisini sjógvurin ið lá fremstur í huganum hjá Amarieli. Fjúrtan ára gamal fór hann um summarið 1960 til Grønlands við skonnartini Tinganes sum kokkadrongur, og var hann við hesum skipi til út á heystið. Árið eftir fór hann aftur til Grønlands við Tinganesi, men nú til at rógva út. Hetta var spennandi umhvørvi hjá ungum drongi at vera í. Heimbygdin og útróðurin í Grønlandi góvu Amariel eina kjølfestu, sum hevur hildið eini tryggari javnvág í lívssiglingini. Brøðrasamkoman átti ein stóran leiklut í andaliga lívinum í Klaksvík, tá Amariel vaks upp. Samkoman ávirkaði samfelagið betýðiligt. Amariel tók við persónligari trúgv á ungum árum. Hann fór í karið í Betesda, og fylgjandi tíðina bæði vitnaði og talaði hann á møtum. Politiskt var tað loysing frá Danmark, ið var aðalmálið. Amariel var við til at stovna Unga Tjóðveldið, og var sera virkin í felagsskapinum.

Afturkomin úr Grønlandi kom Amariel í læru sum skipstimburmaður á Bedingini hjá Kjølbro í Klaksvík. Honum dámdi stak væl hetta arbeiði. Kreftirnar hevði hann sum ein bjørn, og hegnið er gott. Men tað bylgdist eisini nakað annað í unga klaksvíkinginum; hann hevði listargávur, og hetta trokaði seg fram í huganum. Eftir lokna læru var hann við til at byggja fleiri deksfør. Men forvitna kunstneriska eygað vildi nakað annað. Hann leitaði sær til menn, ið vóru kønir innan økið. Eggjaður av m.ø. Janusi Kamban og Ingálvi av Reyni, søkti Amariel inn á Det Kongelige Danske Kunstakademi. Hann byrjaði har í 1977, og fekk hann so mætar menn sum eitt nú Sven Dalsgaard, Knud Nielsen og Robert Jacobsen, professarar sum mentorar.

Amariel er giftur Marionnu, fødd Petersen. Tey vóru næstu grannar. Hann hevði gott eyga á henni, men har var eisini ein annar, ið lá framvið. Ein dagin sá Amariel Marionnu koma frá arbeiði. Beint frammanfyri hann gekk sambiðilin. Tá varnaðist Amariel, at hesin rivalur ikki var tann hávaksni fýrur, sum hann hevði hildið hann vera. Tá hann gjørdist greiður yvir, at drongurin var lægri av vøkstri enn hann sjálvur, ernaðist hann. Sjálvsálitið mentist munandi. Hann spenti bringuna framúr sær og steig tungliga. Tá Marianna dagin eftir gjørdi sær ørindi inn til Norðoy, stóð Amariel í hurðini. Hann plagar at fortelja, at tá Marianna steig fótin á triðja trapputrinið, hendi undurið. Har rann saman millum tey í einum splittsekundi, og tað so neistarnir fuku. Nú Amariel fyllur 65 ár, hava tey bæði hildið saman í 42 ár. Tey giftust í 1970 og fingu sonin Mayfinn í 1970, og dóttrina Kristionnu í 1974. Tey bæði hava ríkað familjuna við sjey barnabørnum.

Á Kongaliga Kunstakademinum á Charlottenborg við Kongens Nytorv í København víðkaðist sjónarringurin so hvørt. Har bleiv teknað og málað, har varð lisið og diskuterað. Listafólk og søvn vórðu vitjað, eins og tey gjørdu ekskursiónir í onnur lond.

Í øllum hurlivasanum í árunum eftir ungdómsuppreisturin í Paris, sum fekk almikla ávirkan á brotið við stirnaðu borgaravirðini í vesturheiminum, marxistiskar kollveltingarfylkingar, Flower Power – rørsluna, Vietnamkríggið, Kalda Kríggið, reyðsokkarørslur, p – bollar og pornobylgjur, hash og LSD, sigldi ungi klaksvíkingurin millum boðar og sker. Lívið bleiv livað fult út, men kjølfestan heimanífrá skeytst ongantíð.

At barlastin lá trygg sæst eisini í avrikunum hjá Amariel. Sum árini eru gingin sæst ein týðulig tematisering av upprunaumhvørvinum í Klaksvík. Serliga í málningunum, har “sluppungin” Norðan og sjógvurin, másarnir, fiskimenn og næstringar spæla við í skiftandi ljósi. Seinnu árini hava framsýningarnar hjá honum fleiri ferðir borið heitið “Útróðrarbørn – Sálmar lívsins”. Amariel Norðoy hevur hildið fast við sín uppruna, hansara samleiki vikast ikki. Tá trongskygni hevur trokað seg inn á hann, hevur hann dugað væl at flust hylkini av smáligari hugsan uttanav sær. Hann er vorðin heimsborgari, ein kosmopolittur, sum ikki hongur seg í lokalt smáklandur. Listarliga hevur Amariel ongantíð staðið sterkari enn nú. Í hesum heiðursriti eru nakrar av hansara nýggjaru akvarellum vístar. Tær lýsa ikki áðurnevnda tema so væl sum olju- og akrylmálningarnir og steinprentini, men liva sítt egna, kanska heldur meira abstrakta lív. Kraftmiklar og litríkar.

Vónandi eigur hesin fryntligi og sera arbeiðssami listamálari nógv góð og skapandi ár eftir av lívsskeiðinum, Føroya landi til sóma.