Wednesday, October 13, 2010

Listasavnið fær handað 500 samtíðarlistaverk


Steinprent

Fotomyndin av Torbjørn Olsen, Jan Andersson og tveimum starvsfólkum úr Listasavni Føroya, Mortan Vang og Ólavi (eg fekk ikki eftirnavnið við) er tikin í Steinprenti í gjár, tá tíðindafundur varð hildin í Steinprenti í sambandi við handanina av umleið 500 grafiskum upprunaprentum til Listasavn Føroya. Steinprentið, sum teir standa við er ein variatión hjá Torbjørn Olsen yvir eina altartalvumynd. Myndevnið er av Tummasi, sum stingur ein fingur inn í sárið í síðuni hjá Jesusi.

Tað er ein gomul avtala, at Listasavnið skal hava eitt eintak av hvørjum prenti, sum verður framleitt á Grafiska Verkstaðnum afturfyri lán av maskinunum. Umstøðurnar eru kanska eitt sindur øðrvísi nú enn tá avtalan var gjørd, tá Grafiski Verkstaðurin hevði innivist í norðara enda av Listasavninum  og eisini vóru bunkarnir av prentum, sum í dag vórðu handaðir savninum kanska størri enn upprunaliga væntað. Í øllum førum snýr tað seg um eina rúgvu av prentum, sum eisini peningaliga hava stórt virði. Listasavnið er nú ánari av stórslignum savni av norðurlendskari grafiskari samtíðarlist, ið umframt steinprent fevnir um træskurð, linoleums- og koparprent. Her eru myndir hjá bæði útlendskum og heimligum meistarum, t.d. Ingálvur av Reyni, Torbjørn Olsen, Per Kirkeby, Bjørn Nørgaard, Tóroddur Poulsen, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Claus Carstensen, Rannvá Kunoy, Katrine Ærtebjerg og Zacharias Heinesen, fyri bert at nevna nøkur heilt fá av teimum einastandandi listafólkunum, ið skapað hava hesi dygdarverk og sum sostatt eisini eru við í hesi handan av grafiskari list til Listasavn Føroya, sum verður okkum øllum til góðar, tí øll eiga vit Listasavnið.
(KP)