Wednesday, October 27, 2010

Listasavnið sum vøruhús

Fyri tíðina arbeiðir Mentamálaráðið við at gera eina nýggja skipan, har øll søvnini skulu leggjast saman til eitt stórsavn undir heitinum Søvn Landsins. Ikki vita vit nógv um hvussu tað gongur við hesum arbeiðnum og hvør í grundini hevur ábyrgdina, men tað má vera ørkymlandi og strævið arbeiði, tí nógvir vandar lúra í savnsheiminum. Fyri tað fyrsta snýr tað seg um at yvirhalda tær mongu fakligu, sosialu, listaligu og etisku skyldirnar, sum eitt savn eigur at taka á seg. Hetta er ein torfør uppgáva, men í sambandi við eina vitjan í Keypmannahavn fyri kortum, fekk eg eyga á eina aðra ikki so lítla hóttan fyri søvnini. Savnshandilin.

Tað er nú ikki tí savnshandlar eru ringir at fáa eyga á í teimum báðum stórslignu listasavnunum, Arken og Louisiana, ið standa fyri góða smakkinum norðan og sunnanfyri Keypmannahavn. Eftir at hava goldið ávikavíst 85 kr. og 95 kr. fyri inngongdina gongur áskoðarin inn í eitt satt bumbuálop av taskum og turriklæðum, borðskánarum og breyðkurvum og leikur, ið bæði eru politiskt og pedagogiskt korrektar. Alt tað heila sjálvandi í smartum og lættfatiligum sniði, sum eingin fær ilt av, men sum samstundis signalerar, at eg eri ein av teimum, sum vitji listasøvn. Har var sjálvsagt eisini list, mann skuldi bara ganga eina løtu fyri at finna hana. Arken hevði eina framsýning við De unge vilde, sum ikki var serliga imponerandi og á Louisiana var ein framsýning við Anselm Kiefer, sum var sera imponerandi. Men tað var allíkavæl ikki lætt at rysta upplivingina av teimum hundraðtals shoppandi damunum av sær, tá mann endiliga hevði troðkað seg gjøgnum riðilin. Teirra mentaða og keypiáhugaða og totalt meiningsleysa møsn sat líkasum fast í einum.

Tað er ov nógv at siga, at savnssjoppararnir gera eina neyðsemju við museumsetikkin. Tí hóast hesin parturin eftirhondini er blivið til nakað, ið minnir um smá vøruhús, eru tey í grundini ikki nøkur hóttan fyri sjálvar framsýningarnar. Tey taka pláss frá framsýningunum og kommersialisera savnið, men koma allíkavæl ikki undir tað, man sambært altjóða museumslóg kallar "inntøkuvirksemi, ið skammger integritet savnsins". Næstan, men ikki heilt. Savnshandilin er í teirri stóru heildini eitt lítið forargilsi, men er kanska allíkavæl eitt gott dømi uppá hvussu viðbrekið eitt savn er og hvussu lætt tað kann vikna og hvussu umráðandi tað er, at vit hugsa okkum væl um áðrenn vit seta upp karmarnar fyri savnsvirksemi. Eg hevði soleiðis sæð verið sera nøgd, um vit við nýggju savnsskipanini her á landi røkka so langt sum til at halda altjóða savnslóg. Tað besta hevði sjálvandi verið, um vit hoyrdu meira um Søvn Landsins og tær hugsanir, ið liggja aftanfyri ætlanirnar og tað hevði heldur ikki verið so galið um politikarar og embætisfólk í MMR løgdu upp til kjak, sparring og orðaskifti, so at royndir og vitan kunnu koma hesum arbeiði til góðar.
(IS)