Í kvøld, mikukvøldið, fer Oddfríður M. Rasmussen at lesa úr nýggjasta yrkingasavni sínum á Sirkus.
Oddfríður er millum fremstu yrkjarar og rithøvundar okkara. Við skaldskapi sínum hevur hann lagt nýggjar træðrir inn í føroyska yrking, eitt nú úr nútíðar amerikanskum bókmentum. Umframt skaldskapin hevur Oddfríður eisini gjørt vart við seg á øðrum økjum, eitt nú sum formaður í LISA og tey seinni árini sum annar av ritstjórunum á tíðarritinum Vencil, ið man vera eitt tað besta framtakið í føroyskum bókmentum í nýggjari tíð.
Møti fjølment til hugnaliga løtu í Sirkus kl. 20 sum vanligt.
Heilsan
nevndin í Rithøvundafelagnum