Í næsta mánaði verður framsýning í Keypmannahavn við tjúgu verkum eftir Nólsoyarmálaran, Steffan Danielsen. Sett framsýningina saman hevur íslendski listfrøðingurin Aðalsteinn Ingólfsson av myndum hjá Emil og Bjørn Thomsen, Listasavninum og hjá ymiskum privatum ánarum í Føroyum. Høvuðsverk sum "Á Geilini", "Nýggjársbál", "Høgoyggj" og "Kavadagur í Nólsoy" verða øll við á framsýningini, umframt aðrar myndir, ið allar eru framúrskarandi góðar. Framsýningin letur upp á Norðuratlantsbryggjuni fríggjadagin 26.november 2010 klokkan 16.00 og eftir ætlan verður stóra bókin, sum Emil Thomsen gav út í fjør, eisini løgd fram á framsýningini. Ferniseringin varir til klokkan 18. Kinna Poulsen, sum hevur skrivað tekstin í bókini um Steffan Danielsen, fer at halda upplatingarrøðuna og sunnudagin 28.november klokkan 15.00 heldur hon fyrilestur á Norðuratlantsbryggjuni undir heitinum "Tómleikans poesi". Meira kann lesast um tiltakið her http://www.bryggen.dk/default.asp?Doc=111&news=471 Birgir Kruse tók myndirnar av bæði bókahøvundi og -útgevara, Emil Thomsen í Nólsoy í sambandi við Steffan Danielsen framsýningina á Látrinum í fjør.
http://birkblog.blogspot.com/2009/05/nolsoyarmalarin.html
http://birkblog.blogspot.com/2009/08/nolsoyarmalarin.html