(KP)
Skrokkakvæðið The Ballad of the Skeletons
Segði forsetaskrokkurin
Eg skrivi ikki undir alt
Segði tingformansskrokkurin
Jú tú skalt
Segði umboðsmannaskrokkurin
Eg tali at
Segði hægstarættarskrokkurin
Íðan so hvat?
Segði hernaðarskrokkurin
Stjørnubumbur eru best
Segði yvirstættaskrokkurin
Svøltaðar mammur eru verst
Segði Yahoo-skrokkurin
Steðgið skitnari list
Segði høgravongsskrokkurin
Gloymið hjartað, hjartað er mist
Segði dulspekiskrokkurin
Heilagt er mannaskapið og frítt
Segði siðmeirilutaskrokkurin
Nei, nei, skapið er mítt
Segði buddistaskrokkurin
Miskunn er rík
Segði partafelagsskrokkurin
Hon er deyðanum lík
Segði gamlakristnaskrokkurin
Setið tey fátæku høgt
Segði Guds-Sonar-skrokkurin
AIDS krevur røkt
Segði kynsræðsluskrokkurin
Tey samkyndu eru grað
Segði arvastevnuskrokkurin
Svørt eru óeydnuslag
Segði reystmannaskrokkurin
Konur skulu venjast rætt
Segði fundamentalistaskrokkurin
Lat nørast øll mannaætt
Segði rætt-til-lívið-skrokkurin
Fostur hava sál
Segði fyri-fríum-vali-skrokkurin
Stikk uppí uttan drál
Segði burturspardi skrokkurin
Tólini tóku mítt starv
Segði strangur-móti-brotsverkum skrokkurin
Gassið fjøldina uttan darv
Segði landsstjóraskrokkurin
Sparið burtur skúlamat
Segði borgarstjóraskrokkurin
Etið fíggjarætlanina aftrat
Segði nýafturhaldsskrokkurin
Av gøtunum heimleys og løt
Segði frímarknaðarskrokkurin
Brúkið tey sum kjøt
Segði tankatangaskrokkurin
Fríur marknaður er best
Segði spar & lán-skrokkurin
Ríkið skal gjalda mest
Segði Chrysler-skrokkurin
Gjaldið fyri teg & meg
Segði kjarnorkuskrokkurin
& meg & meg & meg
Segði umhvørvisskrokkurin
Ger ikki bláum himmali fortreð
Segði fleirtjóðaskrokkurin
Hvat er hann verdur fyri teg
Segði NAFTA-skrokkurin
Fríhandil, gøðið tykkum grøn
Segði Maquiladora-skrokkurin
Sveittið fyri undirløn
Segði ríki GATT-skrokkurin
Hátøkni og ein verð
Segði undirstættaskrokkurin
Nevin harður og reyvin ber
Segði heimsbankaskrokkurin
Fella trø má vera eitt mást
Segði IMF-skrokkurin
Keypið amerikanskan ost
Segði menningarlandaskrokkurin
Sendið okkum rís
Segði framkominlandaskrokkurin
Ringlið bein til søluprís
Segði ayatollaskrokkurin
Doyggj rithøvundur doyggj
Segði Josef Stalin-skrokkurin
Sum at hoyra mítt egna goyggj
Allen Ginsberg
Gunnar Hoydal týddi.
Gunnar Hoydal (f. 1941). Útbúgvin arkitektur og hevur greitt úr hondum skaldsøgur, stuttsøgusøvn, yrkingasøvn, týðingar og ritroyndir. Hann hevur eisini lagt til rættis fleiri myndlistabøkur. Formaður í Rithøvundafelagnum í ein lítlan hálvan mansaldur.
Allen Ginsberg (f. 1926-1997). Pápi hansara Louis Ginsberg var viðurkendur yrkjari. Allen Ginsberg var við til at stovna Beat Generation, og í 60-unum var tað hann, sum var upphavsmaður til slagorðið Flower Power. „Skrokkakvæðið“ er úr savninum Death and Fame, Last Poems frá 1999.
Her er leinkjan, har Allen Ginsberg og Paul McCartney lesa og spæla “The Ballad of the Skeletons”
http://www.youtube.com/watch?v=gZvzdzwPVZU
Her er grein frá heimasíðuni hjá Vencli – www.vencil.fo - sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur skrivað um Ginsberg og “Howl”, sum stendur í fyrsta Vencli. http://www.vencil.fo/allen_ginsberg.html
(Vencil Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Dalsgarð)