Sunday, October 24, 2010

Dustfríur Tjekov - eitt viðmæli



Eitt viðmæli

Í gjárkvøldið var leikurin Kirsiberjagarðurin framførdur á fysta sinni á Tjóðpallinum. Við einum veruligum braki av eini framførslu varð prógvað, at formatið á Tjóðpallinum er størri enn gamla meiaríið og tí verður viðmælt ungum sum eldri, verkafólki, akademikarum og politikarum, ikki minst, at vitja Tjóðpallin henda komandi mánaðan, Kirsiberjagarðurin verður leiktur.

Russisku høvundarnir eru jú kendir fyri at vera heldur tungir, men hetta má ikki halda nøkrum frá at síggja leikin. Tí hann er so leikandi lættur, at áskoðarin gloymir seg burtur í hendingunum. Tað hendir okkurt alla tíðina við teimum tólv leikarunum, sum allir uttan undantak spæla framúrskarandi væl. Leikstjórin er Guðmundur Pedersen úr Íslandi, sami leikstjóri, sum í fjør setti Aftaná Undrið upp og hann hevur megnað skapa eina dynamiska, spennandi og stórsligna heild burturúr okkara minimala Tjóðpalli. Tað hendir ein øgilig rúgva á pallinum allatíðina, men gongdin tykist komponerað á ein slíkan hátt, so at yvirlitið allatíðina er varðveitt. Søgan snýr seg um eina fyrrverandi múgvandi familju, sum við skilaleysum forbrúki er komin í ta støðu, at teirra familjugóðs við vakra kirsuberjagarðinum skal á tvang. Leikurin verður sagdur at vera ein komedia og hann er eisini stuttligur av tí, at typurnar í og kring familjuna eru stuttligar, at kalla farsukendar. Samstundis er leikurin tragiskur, typurnar eru ikki so grunnar, at tú ikki gerst góður við tær, meðan tú kennir teg sum staddan umborð á Titanic saman við leikarunum stavnbeint á veg móti undirgangi á eini leið, sum eingin vil, tímir ella megnar at sleppa undan.

Kirsiberjagarðurin er ein klassikari, ei undur í tí, men soleiðis sum hann í løtuni verður spældur á Tjóðpallinum tykist hann ómetaliga óstøvutur í sínum aktualiteti. Samstundis er leikurin hjartanemandi uttan at gerast sentimentalur, skemtiligur uttan at gerast fjasutur, djúpur uttan at gerast tungur og filosofiskur uttan at gerast sjálvhátíðarligur. Kirsiberjagarðurin er av sonnum ein fantastisk byrjan uppá vetrarskránna hjá Tjóðpallinum og tá tað nú eisini skilst, at Eyðun Johannesen seinni í vetur skal seta upp Bíða eftir Godot hjá Samuel Beckett, kunnu vit gleða okkum til fleiri glæsiligar løtur á Tjóðpalli Føroya, ið veruliga torir at satsa upp á listarliga dýpd.

PS
Hóast vit báðar á listablogginum ikki hava leiklistarligar førleikar hava vit, sum tit síggja, loyvt okkum at orða omanfyristandandi viðmæli. Vit hava tó biðið ein við leiklistarligum førleikum um at hugleiða um Kirsiberjagarðin og verða hesar hugleiðingar settar á bloggin í næstum. Hava vit ikki skil fyri sjónleiki, hava vit eitt sindur betur innlit í mentanarpolitikk. Allir politikarar tykjast meir ella minni samdir um, at Tjóðpallurin má hava størri og betri hølisumstøður og nú er høvið har at føra hesar ætlanir út í verki við gamla bakarínum hjá Restorff. Eg spurdi leikarar o.o. á Tjóðpallinum og tey eru øll sum ein spent og positivt sinnað mótvegis hesum ætlanum. Eitt er vist, tey hava uppiborið ein størri pall, sum kann rúma eini so stórari uppliving, sum tey hava veitt okkum við Kirsiberjagarðinum.
(KP)