Thursday, October 7, 2010

The hard way to enlightenment


Trivnaðurin hjá føroyska listapallinum er ikki bert treytað av listafólkum, ið búgva og arbeiða her á landi. Ungu listafólkini, ið búgva uttanlands hava stóran týdning og tað hevur tann íblásturin og vitanin, tey fáa gjøgnum útbúgvingar og tilveruna í útlondum. Menningin hjá hesum ungu listafólkunum er framtíðin hjá føroysku listini, men hon er eisini umráðandi her og nú og átti at verið ein partur av tí hátti, listin verður myndað í hesum árum. Tí verða vit altíð glaðar, tá vit fáa eina heilsan frá onkrum av teimum ungu listafólkunum og herfyri fingu vit eitt teldubræv frá einum av fremstu stjørnuskotunum, frá Silju Strøm, sum gongur á The Glasgow School of Art. Teldubrævið inniheldur eina áhugaverda leinkju til eina listverkætlan, ið snýr seg um listaskúlar - hetta er kanska nakað, sum kann vekja áhugan fyri at stovna eitt føroyskt akademi.

Tí vilja vit fegnar deila teldubrævið við okkara lesarar:

”Eg vildi bara siga frá eini sera góðari framsýning, eg sá her í Glasgow í Transmission Gallery í dag. Tað er ein installatión og ein 45 min. langur filmur um akademiið sum konsept og kommersialisering av list/útbúgving. Niðanfyri er eitt link til ein faldara, kunstnarin hevur gjørt, og á societyoutofcontrol.com kann man eisini downloada sjálvan filmin. Helt kanska, at tit vóru áhugaðar at lesa/hygga, tá tit hava tíð.
http://societyoutofcontrol.com/2010_thehardway/leaflet-brochure.pdf Heilsan Silja”