Saturday, October 30, 2010

ELITUÍTRÓTTUR FER AT HOYRA FORTÍÐINI TIL

Eftir Hera Eysturlíð

Hesi næstu árini fer gongdin í ítrótti alt meir at líkjast teirri gongd, ið vit leingi hava sæð innan tónleikin: meira fólkaræði, meir fyri Palleba og minni elitudyrkan og jagstran eftir metum. Tað spáa amerikanskir serfrøðingar.

Sum er, so er toppítróttur einans fyri eina smala elitu; kommenteraður, vigaður og viðgjørdur av einari betrivitandi elitu. Palleba skal bara gapa, tyggja og svølgja s.n. vísdómsorð frá hesum sjálvbestaltaðu serfrøðingum. Hetta, vísa granskarar á, er sera ódemokratiskt, og tað er neyvan trúligt, at tey ungu í dag, sum hava gjørt tónleikaídnaðin til sín samleika, fara at lata sær slíkt lynda.

Sum granskararnir vísa á, so er tónleikaídnaðurin ljósár framman fyri ítróttin, tá ið um demokratiskan hugburð og demokratiskar avgerðir ræður. Gev fólki tað, ið fólk vil hava – og lat eisini Palleba hava meir at siga innan ítróttin. Leingi hava fólk hildið tað verið beinleiðis illavorðið, tá ið “sjálvuppgjørdir tónleikaserfrøðingar” hava tosað um fakligan førleika, teknikk, góða og vánaliga list osfr. Hvør avger, hvat ið er gott og ringt? Palleba, sjálvandi! So hví skuldi Palleba ikki eisini sloppið at avgjørt, hvat ið t.d. er góður og vakur fótboltur?

Hetta fer at broyta ítróttin fullkomiliga í framtíðini. Hetta at kappast um at renna skjótast, leypa hægst, hava bestan teknikk, orka mest osfr. fer at hoyra tí gamla autoritera elitusamfelagnum til og fer at hava alt minni at siga framyvir. Heldur ræður um hjá ítróttarfólki at duga væl við sjónvarpi og fjølmiðlum, hava karismu, duga at undirhalda og yvirhøvur vinna fólksins hjørtu, eisini hjørtuni hjá teimum, ið einki sum helst skil hava fyri ítrótti. Eins og støðan er innan popptónleik í dag. Minnist nakar, um eitt nú Britney Spears dugir at syngja? Nei, tí slíkt hevur alt minni týdning. Hon er kend og verður marknaðarførd fyri heilt onnur ting.

Gamlar elituítróttargreinar fara helst at verða burturgloymdar, og nýggjar verða útviklaðar so hvørt, har ið Palleba sleppur at ávirka og enntá avgera úrslitið við sms-atkvøðum. Á henda hátt slepst eisini undan tí evindaliga “út-við-dómaranum-inn-við-kúnni”-problematikkinum. Lat heldur áskoðararnar og sms-atkvøður taka støðu til brotsspark, hornaspark, vakurt spæl o.t. Málmunurin fer at hava minni at siga, og í framtíðini kunnu lið vinna eitt nú Champions League upp á útstráling, sex appeal, ella rætt og slætt hvørjir leikarar, ið eru mest sjeikaligir.

Hetta dámar ikki øllum ítróttarfjepparum. Mong, sum annars plaga at illneitast inn á fínkultur, kunnu ikki í sínum villasta hugflogi ímynda sær ítrótt uttan eirindaleysa elitudyrkan. Gaman í eru vit menniskir konservativ av lyndi, men hinvegin ber ikki til at stríðast ímóti einum natúrligum útviklingi.