Málið er dynamiskt og broytist allatíðina. Tað leggur tú merki til serliga, tá tú lesur eldri tekstir, t.d. gomul ummæli hjá eitt nú Williami Heinesen, ið skrivar um "kunst" og um "bíløt", sum í dag konsekvent verða nevnd "list" og "mynd" í skriftmálinum, men sum onkuntíð koma fyri í talimáli, serliga hjá fólki, ið eru eldri enn um miðjan aldur. Málfólk vísa á grundleggjandi trupulleikar við bendingum og bygnaði í málinum, men orðatilfarið broytist so tað merkist. Serliga verða tey donsku orðini føroyskaði eftir norrønum og íslendskum leisti. Áhugavert er í hesum sambandi at lesa tekstir hjá Carl Jóhan Jensen, sum hevur verið slóðbrótandi á hesum øki. Eitt orð sum "hevd" var tað til dømis bara hann, ið nýtti fyri nøkrum árum síðani og nú er tað alt meira vanligt. Vit brúka orðið "at hopa" í talimálinum, men sjálvdan sæst tað skrivað. Í yrkingini Oktobir hjá Janusi Djurhuus er tað næstan ørkymlandi at lesa orðið endurtikið í endaregluni, men bert inntil tú lesur hana upp og hoyrir ljóðsamanfallið millum oktobir og hop er. Yrkingin byrjaði upprunaliga sum ein týðing av Ulalume hjá Edgar Allan Poe, har yrkjarin eisini hevur hugt eftir týðingini hjá Gustav Fröding, ið byrjar "Det var nat, var en natt i oktober..". Týðingin gjørdist ov sjálvstøðug til at vera ein týðing. Yrkingin kom á prent í Tingakrossi 9.oktober í 1912.
Einsligt og kalt og nátt og gráur Oktobir
fjart hoyrist flog av flytifugli, ið boð ber,
at um kærleik og sang og sól, tá ið valdar Oktobir,
eingin vón, einki hop er.
Minkandi máni í skýdrátti vóð,
øtlandi hav og suffandi flóð.
Skelva um verøld tey mollstemtu ljóð,
valdar gráur Oktobir -
um sang og sól einki hop er.
Uttan frændur og heim, uttan land, uttan gud,
fell mær glerrunnin blóma, ivin, í lut,
hennar fræstund er í Oktobir,
tá um vetur og frost einans hop er.