Saturday, October 2, 2010

Hin seinasta Heystframsýningin?

Ársins besta felagsframsýning
Leygardagin lat hin sætta Heystframsýningin upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Millum øll tey mongu áhugaðu, ið vóru komin at uppliva list og at lurta eftir upplestri, mátti bara staðfestast, at henda undantaksstøðan hjá yrkismyndlistini uttan fyri fínu stovu gjørdist long og at provisoriuárini hjá føroysku yrkismyndlistini gjørdust væl fleiri enn nakar hevði væntað. Samstundis vita vit, at nýggja yvirskipaða fyrisitingin, Søvn Landsins er við at gerast veruleiki. Við tað, at Listasavn Føroya jú er alment fíggjað og at savnið umsitur ogn Føroya Fólks, ber illa til at ímynda sær annað enn, at eisini Listasavnið verður innlimað í nýggju savnsskipanini við einum nýggjum leiðara. Hervið er vón fyri framman um, at listastríðið steðgar og so er spurningurin um Heystframsýningin fer at halda fram í sama skapi sum higartil og um hon fer at halda fram í leigaðum hølum á Skipasmiðjuni.


Afturlítandi

Aftur í ár er Heystframsýningin fjølbroytt og upp á seg so nógv tann dygdarbesta av føroysku felagsframsýningunum, ið umboðar tey bestu av okkara yrkislistafólkum. Onkrastaðni hómast eitt sindur av listarligari metalmøði í framsýningini, ið hevur tað við at líkjast sær sjálvari ov nógv. Hvussu væl teir enn eru greiddir úr hondum, geva gipsfigararnir hjá Andreasi Andreasen, ið eru plaseraðir kring framsýningarhølini, varhugan av eini farnari tíð og tá tú so sært fína málningin hjá Olivuri Við Neyst við sluppini Ester sum myndevni hanga við inngongdina, ja so fert tú at ivast í um tú ert á rætta staði, ella um tú av misgávum hevur vilst teg inn í eina afturlítandi framsýning. Tróndur Patursson hevur átta myndir við, sum eru væl hóskandi á eini samtíðarlistaframsýning, men sum tíverri síggjast heldur illa har tær hanga, orsakað av speglingum í rammuglasinum. Talan er um abstraktar náttúrulýsingar, sum eru málaðar á pappír, hvørs lýsandi styrki tíverri ikki røkkur út um rammuglasið. Bárður Jákupsson hevur júst havt eina velduga framsýning niðri og hevur bert tvey verk við á Heystframsýningini, men tað eina er eitt størri verk við heitinum "Fuglakvæði", ið er sett saman av níggju løriftum. Við hesum merkiliga og ovurhonds symmetriskt skipaða verki flytir Bárður seg onkursvegna frá teirri leið, sum vit eru von at sambinda við hansara list og sum tykist meira sansað, spontant rútmisk og ekspressivt vill enn henda nýggja, meira stýrda og hugsaða leiðin í "Fuglakvæðnum" við eini fuglatekning niðast í høgra horni í miðrøðini. Bárður Jákupsson hevur rós uppiborið fyri at hann á henda hátt roynir nakað nýtt, men tá tað er sagt, sýnist hetta verkið eitt sindur veikt og stirvið í mun til hansara støði annars Zacharias Heinesen hevur ikki roynt nakað nýtt, men hevur fimm frálíkar myndir við á framsýningini, ið allar eru klassisk og original dømi uppá hvat tað er sum Zacharias dugir fram um allar epigonarnar. Kompositiónin í bláum og gulum er serliga vøkur og vísur hvussu væl Zacharias dugir tað einfalda. Tað kundi verið stuttligt, nú listamaðurin fleiri ferðir hevur prógvað sítt virði, um hann fór at spæla sær eitt sindur, og helt vegin fram við at einfalda yvir í tað abstrakta, sum liggur onkrastaðni beint uttan fyri sjónarringin í hansara myndum..


Sveimandi oyggjar

Myndirnar hjá Tummas Jákupi Thomsen eru allar ómetaliga løgnar í øllum teirra syntetiska slættleika, samstundis sum tær eru merktari av eini einfaldari scenografi, sum er hugtakandi. Har hendir veruliga nakað í heysinum á Tummas Jákupi. Myndevnið er í fleiri førum foreinklaðar reyðar, grønar og gular oyggjar, ið sveima hugfarsliga á myndaflatanum, ið er bygdur upp av bláari havflatu og blýantsteknaðum snyrlum, ið eru eyðkendir fyri nýsurrealistiska listamannin. Nýggjur limur í Heystframsýningini, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir hevur somuleiðis nógvar smáar myndir við í síni myndainstallatión, ið ímynda ymsar organiskar strukturar og sum eru eitt vandaleyst, men frískligt, vitalt og dekorativt innslag á Heystframsýningini. Hjördis Haack er áhugaverd listakvinna, ið ofta hevur arbeitt við speglingum sum tema við einum ovurhonds estetiseraðum myndamáli. Hesa ferð tykist hon hava flutt seg yvir á etiskar leiðir við myndunum, ið eyðsýniliga viðgera hóttanir frá veðurlagsbroytingum. Monokromu myndirnar tykjast ómetaliga kaldar og afturlatnar onkursvegna og kunnu vera áhugaverdar, síggja vit á dramatisku uppheingingini á fotomyndini í kataloginum, har sjey av tundrumyndunum hanga spjaddar upp eftir einum veggi saman við trimum smáum myndum av sama slagi. Men við teirri vatnrøttu, jøvnu staðsetingini á Heystframsýningini sýnast myndirnar tíverri heldur keðiligar.


Óstøðugt góðskustøði

Marius Olsen hava vit júst upplivað í framúrskarandi formi saman við Ilona Raipala í Smiðjuni í Lítluvík og eg veit ikki, um allar myndirnar á Heystframsýningini eru eins spennandi og tær í smiðjuni. Hinvegin so hevur Marius Olsen ongantíð gjørt eina vánaliga mynd og t.d. er myndin av tí gjøgnumskygda ælaboganum á bláa fjallalandslagnum ómetaliga vøkur. Torbjørn Olsen er somuleiðis millum okkara bestu listafólk, men hann hevur ov nógvar myndir við í ár, harav summar ikki eru heilt lidnar ella ikki raka høga góðskustøðið, sum hesin listamaðurin í veruleikanum megnar. Torbjørn hevur tólv myndir við, men kundi væl tikið helvtina burtur, ikki minst um hugsað verður um, at tað eru hann og Andreas Andreasen, ið sett hava framsýningina saman. Framúrskarandi portrettið av Eyðuni Johannesen er eitt gott dømi um hvussu framúr væl Torbjørn dugir ikki bert at fanga útsjóndina hjá fólki, men hvussu hann við litum og strokum dugir at mála sjálva sálina og tað sermerkta í persónligheitini hjá tí portretteraða. Á myndini síggja vit, at listamaðurin er greidliga hugkveiktur av gløgga og kvika mentamanninum, Eyðuni Johannesen, sum hann hevur fangað eina inspireraða stund.


Imploderandi list

Tær báðar stóru myndirnar hjá Hansinu Iversen eru næstan sum negativ avbrigdi av myndunum, hon plagdi at mála. Í staðin fyri, at organisku, sansaligu formarnir eru teknaðir við liti á hvíta grund, er tað nú sum um formurin nú verður defineraður av teirri hvítu grundini. Har árinið var eksplosivt áður, kunnu vit nú siga, at tað kennist hinvegin eins og myndarúmið imploderar í monokromum reyðum ella grønum. Og soleiðis er Heystframsýningin 2010, at hon veruliga veitir áskoðaranum stórar listarligar upplivingar. Tað er onkursvegna rørandi at síggja framsýningarpartin hjá Anker Mortensen, ið hevur heilar sekstan myndir, ið allar hanga eitt sindur merkiliga sløddar uppi og niðri á vegginum í eini óskipaðari skipan júst sum hesar myndir í teirra sera skiftandi og øðrvísi formatum skulu hanga. Anker tykist vera farin aftur í hálvfemsini til tær vøkru træikonirnar, sum hann gjørdi tá og fleiri myndir hava eisini heitið "Maanens Duuer" við listasøguligari tilsiping til myndirnar hjá Díðriki í Kárastovu. Akvarellirnar hjá Anker eru abstraktar og minna eitt sindur um tær nonfigurativu akvarellirnar hjá Ingálvi av Reyni, sum hann gjørdi seint í lívinum, tó at Anker hevur sín heilt egna sermerkta poetiska stíl, ið eisini sæst í frálíku, elasmáu træskurðunum, ið hann hevur gjørt í Steinprenti sum serprent til Heystframsýningina.


Tann óhomogenasti

Ein listabólka-framsýning sum Heystframsýningin við fjúrtan sera ymiskum framsýnarum er sjálvandi óhomogen, men sjálvt í eini óhomogenari heild stinga verkini hjá Brandi Patursson seg út, tí tey eru so øðrvísi. Á gólvinum sæst ein hálv beinagreind av einum menniskjalíknandi skepilsi, ið sær út til at ætla sær upp, men sum eyðsýniliga er forðað av eini tjúkkari glashinnu, ið liggur oman yvir øllum og sum um somu tíð tykist køvandi og lívgevandi. Frá hesum miðskipaða figurinum ganga nøkur spor úteftir av knústum glasi til nakrar løgnar, men at síggja til lívrunnar formar, ið geva hugasamband til fremmandar verur, til science fiction, alien og eina fantasiríka stund ræðist tú næstan, at hesir smáu skulu leypa á teg at leggja egg sum í óhugnaligum science fiction filmum. Myndamálið hjá Brandi er um somu tíð skemtiligt og álvarsligt, men samanumtikið er tað nógv meira filmsligt enn úttrykkið hjá nøkrum øðrum á Heystframsýningini og við hesum kann Brandur sigast at umboða eitt nýtt ættarlið innan føroyska list. Brandur er nýggjur limur og er við sínum 33 árum millum yngru limirnar á Heystframsýningini.


Hanni í listarligari rakettferð

Hanni Bjartalíð hevur seks myndir við, sum hesin ummælarin ætlar sær út aftur at granska. Tað er mær heilt einfalt ein gáta hvussu tað eydnast Hanna at flyta seg við so stórum listarligum fetum, sum hann hevur gjørt í seinastuni. Har hendir okkurt allatíðina og í nýggju myndunum sameinir Hanni træstandmyndirnar og málningarnir í nøkrum relieffkendum myndum av bygningum og figurum. Her tykist hann hava rakt við eina ovurhondsríka lind av myndamøguleikum, meðan hann í myndini av skøltinum tykist hann granska okkurt heilt annað, ið um somu tíð tykist primitivt og vakurt. Skemtiliga myndin av ljósareyða manninum er aftur okkurt heilt annað og ber í sær bæði skemt og óhugna sum í málningum hjá amerikanska málaranum Dana Schutz og eitt meira formalistiskt, ikki ímyndandi samtíðarmálarí. Hesar myndirnar peika í hvør sína ætt, men eru allíkavæl millum hæddarpunktini á eini framsýning, ið samanumtikið enn er hin besta føroyska felagsframsýningin og tann einasta, sum veruliga megnar at geva áskoðaranum stórar listarligar upplivingar. Tí má vónin vera, at hetta ikki verður seinasu ferð, men at vit aftur næsta ár, sleppa at uppliva Heystframsýningina, møguliga enntá í Listasavni Føroya, ið átti at verið náttúrligur karmur kring yrkislistina. Aftur í ár er snøggur bóklingur at fáa, har nøkur av verkunum eru avmyndað, men eingin tekstur og tað er spell. Heystframsýningin er opin allar dagar 15-18 inntil 17.oktober.

KP