Saturday, October 23, 2010

Tríggir spurningar til Mentanarnevnd Løgtingsins – Sjúrður Skaale

Flestir politikarar hava onkrastaðni á teirra yrkisleið havt á munni, at mentan er umráðandi. Men annars eru mentanarpolitiskar útsagnir sera sjáldsamar eins og vit vita ógvuliga lítið um, hvat politikarar í grundini meina um mentan og hvat teir vilja við mentanini.

Um politikarar hava rætt, og mentan er umráðandi, má tað eisini vera umráðandi at vita. hvørjar hugsanir politikarar gera sær um mentan, og tí setti Listin limunum í Mentanarnevnd Løgtingsins tríggjar ítøkiligar spurningar um mentan. Her eru svarini frá Sjúrði Skaale.


1. Mentan hevur ikki høga raðfesting á politisku dagsskránni. Hví heldur tú, at tað er soleiðis og hvønn leiklut heldur tú, at Mentanarnevnd Løgtingsins hevur í arbeiðinum at hækka raðfestingina á mentanarøkinum?

Sv: Tað, sum avger dagsskránna, er í stóran mun áhugi. Tað, sum stórur áhugi er fyri - les: nógvar atkvøður eru í - kemur høgt upp á dagsskránna. Og øvut. Eg haldi ikki at tað er ábyrgdin hjá Mentanarnevnd Løgtingsins - sum skipanin í dag er - at hækka raðfestingina á mentanarøkinum. Formliga er uppgávan hjá nevndini við viðgera tey mál, sum løgtingið beinir í nevndina. Atlitini til tær semjur, sum eru gjørdar í samgonguni, ger tað trupult hjá mentanarnevndini at agera heilt sjálvstøðugt. Samgongan hevur valt ein persón - landsstýrismannin/kvinnuna - at stinga út í kortið. Skal nøkur linja og nakar samanhangur vera í politikkinum, má samsvar vera millum landsstýrismannin/kvinnuna og meirilutan í mentanarnevndini.

Hinvegin haldi eg at uppgávan KUNDI og ÁTTI at verið meira progressiv á tann hátt, at limirnir taka mál upp, sum fáa viðgerð í nevndini fyri á tann hátt at økja um vitanarstigi. Eg havi sjálvur tikið onkur mál upp og harvið gjørt, at tey hava fingið eina viðgerð. Ein vinningur av tí er, at nevndin - við innkallingum og hoyringum - fær vitan og innlit. At annar vinningur er, at tað, at málini verða tikin upp av einum løgtingsmanni, kann gera, at "røringur kemur í", og landsstýrismaðurin tekur tað upp seinni. Men tann politiski realiteturin ger altíð, at ein andstøðulimur so at siga aldrin fær eitt mál ígjøgnum í fyrsta umfari.

So eg haldi avgjørt, at limirnir í nevndini eiga at taka mál upp til viðgerar, og á tann hátt fáa sett tey á dagsskrá. Men at mentanarnevndin - sum slík - agerar sjálvstøðugt í størri mun, er hvørki realistiskt ella ynskiligt.

2. Mentanarevnd Løgtingsins hevur avgerandi vald í mentanarlívinum og kann eftir teimum røttu formligu vegunum seta spurningar til landsstýriskvinnuna ella fáa mentanarspurningar inn um tingsins gátt. Hvørji evni heldur tú - um vit samanumtikið hyggja eftir støðuni í mentanarlívinum - hava størstan týdning at seta á dagsskránna næstu árini?

Sv. Í so at siga øllum stórum býum stendur eitt stórt, flott hús - sjónleikarhúsið. Tað er heilt avgerandi í mentarlívinum.

Vit hava ein "tjóðpall", sum heldur til á eini gamlari margarinfabrikk. Vit hava nógv at vera stolt av í Føroyum - men tað eigur at gera okkum lot. Eg haldi tað vera neyðugt at byggja eitt hús, sum ikki bara skal vera karmur um sjónleik, men eisini tónleik og video/filmsframleiðslu.

Nú liggur á borðinum eitt uppskot um at umbyggja gamla bakaríið hjá Frants Restorff til Tjóðleikhús. Sannniliga eitt framstig - men als ikki nøktandi. Eg dugi væl at skilja hví nógv fólk - í frustratión - hava hug at taka við hesi loysnini - men eg haldi tað vera stórt spell.

At byggja eitt veruligt, virðiligt mentanarhús hevur eftir mínum tykki størstan týdning at seta á dagsskránna.

3. Endamálið við norðurlendska mentanarmodellinum hevur verið at tryggja best møguligt listarligt og mentanarligt frælsi, at tryggja borgarunum somu atgongd til mentanarligu ágóðarnar, at tryggja upplýsing, public-service og eitt vælútbygt net av mentanarstovnum, sum fremja fólkaræði sum heild. Armslongdarreglan skal tryggja,at almennu mentanarpengarnir verða býttir eftir sakligum treytum og skal tryggja, at mentanarlívið er óheft av politiskum og peningarligum áhugamálum. Hetta mentanarmodellið hevur seinastu 50 árini verið beinagrindin í norðurlendskum mentanarpolitikki, líka mikið, hvørjir politiskir flokkar hava sitið við valdið. Heldur Mentanarnevnd Løgtingins, at vit framveigs skulu arbeiða eftir hesum mentanarmodellinum? Um ikki, hvat modell heldur tú so, at arbeiðast skal eftir í Føroyum?

Sv. Eg veit ikki hvat "Mentanarnevnd Løgtingins" heldur um hetta, men eg taki undir við hesum tankagóðsinum. Hinvegin er tað ikki so einfalt at implementera í praksis. Hvat er t.d. "sakligar treytir"? Tað veldst altíð um hvønn tú spyrt. Tað verður eitt sindur greiðari um vit seta "fakligar treytir" í staðin. Men framvegis er stórt rúm fyri definitiónum.

At ENDAMÁLIÐ við almennum mentanarpengum er at tryggja, at mentanarlívið skal vera "óheft av peningaligum áhugamálum" haldi eg heldur ikki. At vera óheftur av peningaligum áhugamálum kann vera gott - og tað kann mangan vera ein fortreyt. Men tað er ikki nakað mál í sær sjálvum. Nógv listarfólk eru ikki óheft av peningaligum áhugamálum, og tað merkir ikki, at tey ikki kunna skapa góða list. Peningalig áhugamál - also privat peningalig áhugamál - hava í mongum førum verið fortreytin fyri, at góð list er skapt.

Sjálvandi er vandi fyri, at pengarnir stýra listini, men tað nýtist als ikki at vera so. Tað er eingin náttúrlig andsøgn millum at vera listarmaður og at klára seg á tí fría marknaðinum.

So jú, eg taki undir við høvuðstankanum - men ikki so kategoriskt, sum tað er sett upp.

(IS)