Sunday, October 3, 2010

Mentanarsunnudagur


Dimma kemur ikki út sunnnudagar, men í vikuskiftisblaðnum er eitt sindur av mentanartilfari hesaferð. Harumframt er afturvendandi teigurin, tað sonevnda kul-metrið at lesa, sum hesa ferð er heldur enn ikki ókul. Aftur við eini framúrskarandi mynd hjá Hanna Bjartalíð á Heystframsýningini hava tey lagt aftrat heitið á eini heilt aðrari framsýning, sum hoyrir eini aðrari árstíð til. Tað er ørkymlandi, at Punktum.fo eftir øllum at døma vantar árstíðarskil, men beinleiðis hugstoytt, at skýra bestu føroysku felagsframsýningina at vera mentaða og láturliga. (KP)

Sunnudagur er tann stóri dagurin hjá mentanartilfari í heimsins avísum. Í dag, sunnudagin 3.oktober kunnu vit umframt óteljandi ummæli, greiningar, listafólkaviðtal, samrøður og kjakinnlegg eisini lesa mentanartíðindi. M.a. stendur at lesa, at yvir 100 bretsk listafólk hava savnað seg um at mótmæla, at bretska mentanarfíggjarætlanin verður skerd, at optimisma hómast á multimilliarda listamarknaðinum í USA og at ein Picasso falsknari júst er avdúkaður.

Her heima er høvuðsyvirskriftin á portal.fo, at ”Húkurin í Klaksvík kann enda heilt í landsrættinum” - og meira óáhugaverdum tíðindum skal mann eftir mínum tykki leita leingi eftir. Men av tí, at hetta eru einastu mentanartíðindi, hesin sunnudagur hevur at bjóða, mugu vit fyrihalda okkum til tey.

Tíðindini eru rættiliga sjálvsøgd. Ein húkur verður settur upp i Klaksvík og øll eru fegin inntil onkur finnur uppá at rópa hann fyri list. So siga nøkur onnur, at list er tað altso ikki og so verða nøkur heilt onnur óð, tí eingin brýggjar seg um, at onnur skulu avgera hvat er list og hvat ikki er list. Síðani blandar ein myndugleiki seg og hóttir framtíðina hjá húkinum og síðan blíva øll óð, tí hvørjum líkist tað og so er tað ein kvikur politikari hugsar við sær sjálvum: Guð vitið nakrar atkvøður vera í hesum. Og knappliga er eitt mentanarligt evni á politisku dagsskránni.

Trupulleikin er, at tað er eitt fullkomiliga týdningarleyst evni, ið fyrikemur enn meira týdningarleyst, tí okkara politikarar stórt sæð ongantíð seta mentanarpolitisk evni á dagsskránna. So sjálvt um tað er freistandi at geva bløðunum alla skyldina fyri, at okkara mentanartíðindi eru so fátækslig sum tey eru ein tílíkan sunnudag sum í dag, ella kanska listafólkini og mentanarumhvørvið, sum ikki finnur uppá nakað, sum skapar mentanaryvirskriftir, so mugu vit fyrst og fremst senda okkara ábreiðslur til politikararnar, sum í teirra vantandi áhuga fyri mentan hava megnað at gera mentan til eitt evni, sum ongan áhuga hevur í bløðunum. Nú má hesin sunnudagurin enn einaferð ganga við útlendskum mentanartilfari, men í næstu viku hevur Listin í hyggju at kanna um tað yvirhøvur hendir nakað innan fyri mentanina útyvir týdningarleysar húkar.

(IS)