Wednesday, October 27, 2010

Vencil 9. komin



Nú heystfjøllini eru gingin og ásarnir tyngjast við góðum kjøti, so er aftur ein góður og feitur Vencil komin út. Hetta er níggjundu ferð, at Vencil kemur út til føroysku lesararnar. Meðan kjøtið hongur og ræstnar, er gott at seta seg upp afturá og lesa teir framúr góðu og forvitnisligu tekstirnar, sum Vencil borðreiðir við.

Hesin Vencil er tyngdur við dyggum skaldskapi, ið lýsir menniskju, ið onkursvegna hava samband við bygningar av onkrum slag. Ein maður hevur eginleikan at ganga ígjøgnum heilt, ein annar blindur maður teknar eina dómkirkju, tveir brøður rudda av eftir ervi og eisini eru søgur um bussskýili og morsniglar. Yrkingarnar siga okkum mangt um lívið: um, hvussu tað er, at eiga at hava ein bil, um skógvar, kvinnur, orð, teldur og nógv, nógv annað.

Upprunaføroysku stuttsøgurnar eru samtíðarligar og viðkomandi. Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð hevur skrivað stuttsøguna “Brøður” og Annika Skaalum hevur skriva tvær. Onnur eitur “Bussskýli” og hin eitur “Slímslóðir”. Yrkingar eru eftir Berg Rønne Moberg, Ludvík Breckmann, Kjartan Hansen, Jóhannu Thomassen, Oddfríð Marna Rasmussen, Kim Simonsen, Vagn Streymoy, Eir í Ólavsstovu og Katrina Ottarsdóttir.Vencil hevur í níggjunda nummarinum eisini fotomyndir við. Tað er Randi Ward, sum hevur tikið átta portrettmyndir av átta føroyskum rithøvundum.

Týddu stuttsøgurnar eru fleiri og ógvuliga ymiskar. Raymond Carver er við aftur. Hesaferð er tað stuttsøguklassikarin “Dómkirkja”, sum Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð hevur týtt. Vónbjørt Vang hevur týtt forvitnisligu søguna “Eitt ljósareytt barn” eftir unga franska rithøvundin Claire Castillon.Hanus Kamban hevur týtt “Múrfarin” eftir Marcel Aymé. Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt ein monolog, ið eitur “Ein telefonsamrøða” eftir Mark Twain. Yrkingarnar eru eftir so mætar høvundar sum Allen Ginsberg, Charles Simic, Charles Bukowski, Harald Landt Momberg og Jim Carroll.

Permuna á Vencli níggjunda hevur Anker Mortensen gjørt. Sum altíð er tað grafiski verkstaðurin, Steinprent, við Jan Anderson og Fríðu Matras Brekku, sum hava prentað permuna.