Carl Jóhan á donskum...
Tað kennist í grundini løgið at fara undir at ummæla eitt yrkingarsavn hjá Carl Jóhan Jensen á donskum. Hansara tekstir skulu jú eitast at vera so mikið føroyskir, at teir ikki eru fatandi fyri vanlig fólk. Hetta er ein løgin atfinning, ið bert verður enn margháttligari av, at hon kemur frá føroyskum lesarum, men júst hesir ófúsu lesararnir fara allarhelst at fáa nógv burtur úr “september i birke som måske er blå”, tí savnið er eitt sindur lættari at skilja á donskum enn á føroyskum. Men øll kunnu vit fegnast um hesa snøggu donsku útgávu hjá forlagnum Tórgarð, har yrkingarnar eisini eru bæði at lesa og at hoyra á føroyskum á fløguni, sum hoyrir til bókina. Tað er Erik Skyum-Nielsen, sum hevur týtt savnið og tað hevur hann sum heild gjørt væl. Onkrar einstakar villur eru at finna, t.d. á s. 57 og 72, men slíkar eru eyðsýniliga ikki lættar at sleppa undan. Hin dugnaligi Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt permumyndina, sum við myndini av Tariru tykist eitt sindur ov figurativ og beinleiðis erotiskt illustrerandi í mun til tann meira abstrakta og subtila tónan í yrkingunum.
Tó at móðurmálið jú er føroyskt, so var tað fyrsta, eg las á donskum og neyvan eru mínar royndir eindømi. Tá var tað Anders And, vit lósu og sjálvt um lesitilfar til børn er væl meira fjølbroytt í dag enn tað var í sjeytiárunum, kann staðfestast, at danskt hevur havt og framhaldandi hevur ómetaliga stóra ávirkan á okkara mál, ikki minst á børnini gjøgnum danskmæltu teknifilmarnar eitt nú á væl umtóktu sjónvarpsrásini Playhouse Disney. Men ávirkanin á málið hoyrist eisini í teimum ymisku fakmálunum. Tað hoyrist t.d., tá serfrøðingar greiða frá í fjølmiðlunum um hetta og hatta, at mong teirra hava lisið niðri. Samanumtikið eru vit so mikið von við danska og enska ávirkan í okkara málbrúki, at tað í sjálvum sær kennist merkiligt at fáa eina bók upp í hendurnar, har danska árinið ikki er til staðar og málsligi íblásturin, eisini til nýyrði, tykist stava fyri vestan, úr íslendskum og úr norrønum.
september er sum húð,
yvirborðið,
reyðblá og soðin.
kvøldið er mógult tvag
september er som hud,
overflade,
rødblå og blødgjort.
aftenen er jordgult pis
-Nei, málið er sjálvandi ikki til at koma uttanum, tá talan er um eina danska týðing av yrkingum hjá Carl Jóhan Jensen. Hjá undirritaða lesara við lutfalsliga danifiseraðari málkenslu, er "blødgjort" lættari ella skjótari at skilja enn "soðin", eins og tað skilst beinanvegin hvat "jordgult pis" er í mun til "mógult tvag". Men lat tað vera sagt alt fyri eitt, at mær dámar nógv betri ørkymlandi, men fruktagóða ivan og ljóðið í føroyska upprunatekstinum, ið sum heild er serstakliga vælklingandi og tessvegna ein fragd at lurta eftir.
Á undirheitinum (the afflictions of the reverend j.h.ö. dünn) skilja vit, at tað snýr seg um sálarkvøl hjá einum presti, hvørs navn minnir um kristna navn Janusar skald, umframt at navnið sipar til enska yrkjaran og prestin John Donne, ið livdi í 17. øld. Savnið er sum heild um at bresta av tilsipingum til vestureuropiska mentanarsøgu og bókmentir, bíbliuna, mytir, sálmar, skjaldur osfr., men eingin skal lata seg styggja av fínmentanini, tí hesar yrkingarnar eru so mikið fleirstreingjaðar og so hugtølandi, at tær eisini reint intuitivt og uttan nakran bókmentaligan fasittlista kunnu lesast við góðari úrtøku. Allar tilsipingarnar og ensku heitini leggja eitt eyka tulkingarlag aftrat yrkingunum, men í summum førum tykist tað eitt sindur óneyðugt eins og eitt intellektuelt trygdarnet, ið er spent upp, um nú yrkingarnar í sær sjálvum skuldu fallið til jarðar ella sum um yrkjarin ikki heilt hevur álit á, at lesarin fær alt við, sum hann ætlar at siga. Og tað gera vit neyvan, men vit fáa nógv burturúr kortini. Tó, at øll duga at googla o rose thou art sick ella okkurt heilt annað, so duga ikki øll at yrkja og tey eru altso ógvuliga fá, sum duga so væl sum Carl Jóhan Jensen.
Hann hevur skrivað eina av mínum yndisyrkingum, sum er sonnettin "fýra bjarkir", sum stóð í savninum "Tímar og rek" (1997) og tað er áhugavert, at bjarkirnar eru afturvendandi í nýggjara yrkingarsavninum, men tær eru ikki tað einasta, tú kennir aftur. Tað tykist sum um tað snýr seg um eina ringrás av afturvendandi myndevnum av bjarkum, flugum, ið tematiskt fevna um tey tilveruligu grundevnini, um føðing, eros, tíð og deyða og tað skroypiliga og stokkuta við tilveruni. Yrkingarnar eru um somu tíð einfaldar og torskildar á ein hátt, sum minnir um symbolistiskar yrkingar hjá J.P.Jacobsen og myndir hjá t.d. Edvardi Munch, ið myndevnisliga helt seg til eina avmarkaða myndaringrás á sama hátt sum Carl Jóhan, ið eisini innihaldsliga minnir um norðurlendsku symbolistarnar í dyrkanini av eini kenslubornari, døkkari, erotiskari vitalismu. William Blake kemur eisini til hugs og hansara "Songs of Innocence and of Experience", tó at yrkingarnar hjá Carl Jóhan Jensen veruliga eru samtíðaryrkingar í sinn og skinn.
Savnið er framúr væl komponerað heild við nítjan yrkingum, sum mynda eina tilvitaða gongd frá teirri fantastisku byrjanini í sterku, pøstu og hugtølandi byrjanaryrkingini "the hearts untrained circus of fire" til undurfulla endabrestin, sum er ein parafrasa av sálminum "Harra Guð! Títt dýra navn og æra", har yrkjarin dregur gagn burturúr okkara kunnleika til tignarliga sálmin við stórbæra, lagnutunga lagnum og tí alvaldandi, ivaleysa og treytaleysa guddóminum. Í september í bjarkum, sum væl at merkja bara kanska eru bláar, er alt relativt og fult av menniskjaligum iva, speisemi og órættvísu tilvild tilverunnar: "Guð er Guð,/um fjálgin í lakinum kalnar/og barnið spratt andleyst úr reivi av illreyðum legdum.... Guð er Guð/ um einglarnir falla/og hvørva út í tóman./ Guð er Guð/um stjørnurnar rúmdust í lógva /og samvitskan doyði.". Bíbilsku tilsipingarnar sum t.d. hesar til skapanarsøguna eru nógvar í savninum, men her er meira ivi enn trúgv, meira meiningsloysi og upploysn, enn skipan og uppbyggiligheit. Huglagið í yrkingunum er blátt, heystkent, sorgblítt og ber brá av longsli og ørkymlaðum uppgerðarhuga. Perspektivið verður flutt innan og uttar, úr samtíð til ævinleika, frá dreymi til klárskygni, frá veruleika til hugflog. Vit fáa hómingina av einum, sum situr og skrivar í nútíðini við radioapparatinum tendraðum og sum gongur túr í plantasjuni og missir seg sjálvan burtur í eksistentiellum hugleiðingum og sálarkvøl.
At okkurt í yrkingunum tykist torskilt, kemst m.a. av, at málið í modernistiskum yrkingunum er eins og eitt eksperiment, har orðasamansetingar henda, sum ikki eru grundaðar av meiningum, ið eru viðurkendar frammanundan, men sum tvørturímóti skapa nýggjar týdningar. Tað krevur kanska eitt sindur av toli og opinleika at lesa slíkar yrkingar, men tolni lesarin fær gull afturfyri. Málið er ofta sera komprimerað og lýsingarnar tykjast synkretiskt hugsaðar, tvs. at lutir og hendingar verða knýtt saman av teimum kenslunum og teirri støðuni, sum tey upprunaliga upplivaðust í, uttan at lesarin fær frágreiðingar ella millumrokningarnar at vita. Samanberandi myndamál verður ofta nýtt uttan samanberandi liðin og hetta hevur við sær eina samanseting av orðum, sum ikki hoyra logiskt saman, t.d. "kvøldið er mógult tvag" Negatiónin er kalla vorðið eitt slag av vørumerki fyri høvundin, ið t.d. hevur havt á munni, at tað er "ein óheiður" ikki at fáa bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens. Men umframt at skemta, dugir høvundurin væl at brúka negatiónir og fyrivarni, t.d. "grátleysi einleikin" og "kámlig setast nú seinflogslát á óleyvbærar greinar" á ein hátt, so at tað veruliga ríkar um assosiatións- og tulkingarmøguleikarnar hjá lesaranum.
Av tíðindaskrivinum, sum fylgdi við hesi nýggju donsku útgávuni, verður greitt eitt sindur frá Carl Jóhan Jensen, at hann sum rithøvundur er vorðin lættari at skilja seinastu árini. Hetta hava vit áður hoyrt kunngjørt frá jublandi Outsidermonnum, ið m.a. brúktu "Ó" til at konstruera eitt nýbrot í føroyskum, ja norðurlendskum bókmentum, sum meir ella minni snúði seg um, at Tóroddur Poulsen ikki var so ironiskur longur, meðan Carl Jóhan nú var til at fáa hilling á. Sum so ofta er ein tílík einfalding trupul, tí í grundini er Tóroddur Poulsen speiskur enn, meðan Carl Jóhan Jensen enn er kompleksur. Men báðir eru teir farnir uppum tey fimti og tað, at teir í størri mun eru farnir at miðsavna seg um lívsins álvarsliga fyrivarni er ikki óvanlig dømi um eina normala búningargongd. "September í bjørkum sum kanska eru bláar" er framúr gott yrkingarsavn og tað er at fegnast um, at tað eisini er komið út á donskum. Nú er spurningurin bara um bókin skal týðast til týskt áðrenn bókamessuna í Frankfurt, har føroyingar fara at luttaka saman við íslendingum, sum eru høvuðspersónar á hesi stóru og týdningarmiklu bókamessu. Vit vita ikki enn hvørjar bøkur verða týddar, men eitt er púra vist, at hetta savnið hjá Carl Jóhan Jensen ikki á nakran hátt fer at smæðast burtur millum hinar heimsbókmentirnar. Savnið lesist best í síni heild, men vit endurgeva her tríggjar yrkingar.
(KP)
the heart´s untrained circus of fire
the reverend j.h.ö. dünn versus emily dickinson
ið hvussu er og ikki bráðhitin tók, sjálvt
tungan, kássin, klæðist úr tí gamla. eins
og bjarkirnar úti er rivgrindin (í træðrum
av øsku) endaliga átakið inni, hin grátleysi
einleiki dreymsins vendist undir lampuni
(negl skavar eftir blaðnum), stildin,
ið varð, tað sindrið av mær, sum enn
liggur eftir, onkrum kann leivast,
fevnir upp í ampan, fevnir upp ´
ovnsins op-myrku ævir,
og so, so tekur hon seg blá við stumblutum
lágloystum surri, upp (flugan, ið hvakk,
tá eg fór) og embla ger vindeygað blint,
klikk, hitin tekur fast um hjartað, fast,
onkuntíð kanska at hvítna í endurkomu
eygans, sum ikki longur sá, ikki sær at skilja.
cleis
the reverend j.h.ö. dünn versus sappho
á tín hvepni látur, sum tvinnar saman
sterkan hug við skyld, ið slær gjøgnum hjartað
og hygg, sum eitt meingi av hálvvorðnum flugum
vaknar mín tunga
the reverends dünn´s concept of God
Guð er Guð
tó at ýtan brestur
um dinglið í krúnuni
og ljósið yrkir klasarnar av lagi
kring lampustaðið aftur.
Guð er Guð,
um fjálgin í lakinum kalnar
og barnið spratt andleyst
úr reivi av illreyðum legdum.
Guð er Guð,
um forrit øll skelva,
um fiskur talar,
um kvarterslagið svíkur í klokkuni,
um flugan missir flogið
og stovan ikki var.
Guð er Guð,
um fívilin slær
og streingirnir
ørkymla veftin,
ið fer gjøgnum
upphavsins skil.
Guð er Guð,
um einglarnir falla
og hvørva út í tóman.
Guð er Guð,
um stjørnurnar rúmdust í lógva
og samvitskan doyði.
Guð er Guð,
um lív alt var afturvend
og myrkrini ævig.
Guð er Guð.