Eg haldi, at vit vóru umleið trýss mentanaráhugað fólk, sum vóru komin at feira yrkingarsavnið hjá Sissal Kampmann "Endurtøkur" og at lurta eftir upplestri og tónleiki. Eg byrjaði sjálv við at greiða frá sjálvari skapanarsøguni hjá yrkingarsavninum, har Listabloggurin í grundini hevur ein umráðandi leiklut, tí tað var Inger, sum á sinni bað Sissal Kampmann um at skriva jólakalendaran 2011. Sissal játtaði og gjørdi okkum hervið jólamánaðan í fjør til ein bókmentaliga spennandi mánaða.
Tað er bróðir Sissal, hin evnaríki Ludvík Breckmann, sum hevur gjørt permuna bæði á Endurtøkum og á fyrra savni Sissals "Ravnar á ljóðleysum flogi". Hann legði út við at lesa nakrar nýggjar áhugaverdar yrkingar. Síðan bar Carl Jóhan Jensen fram ta hugtakandi jólakalendarayrkingina, sum stóð at lesa á Listablogginum jólini 2010, "Myndir á eini óhildnari framsýning". http://listinblog.blogspot.com/search/label/J%C3%B3lakalendarin%202010
Carli Jóhan á baki var Marjun Syderbø Kjelnæs, hvørs nýggja yrkingarsavn Rót Tripp, eg enn ikki havi lisið, og tað er ein feilur, skilti eg á intensitetinum og húðleysheitini í upplestrinum (í orðaskjáttuni stendur orðið "avtøka" undir "hudløshed" og tað er í hvussu so er ítøkiligt, men ikki tað, sum eg meinti við). Óansæð so ætli eg mær til bókhandils skjótast. Jákup á Lakjuni spældi nøkur innilig løg og síðani las Daniella Andreassen brot burtur úr bókini "Dilemma", umframt okkurt nýtt, sum hon hevði skrivað og sum henni líkt varpar ljós á øll tey nógvu vanligu og óvanligu ritualini í gerandisdegnum.
Tað var Sissal Kampmann sjálv, sum fekk seinasta orðið, í øllum førum á føroyskum, tí aftaná hana varð sungið á enskum, men fyrst las Sissal upp nøkur framúrskarandi brot úr yrkingarsavninum. Afturvið skapaði Jón Mc Birnie eina basskollasjsu, sum spældi upp til og undir huglagnum í yrkingunum. Tað riggaði sera væl og síðan spældi Jón saman við framúrskarandi sangaranum Flóvini Viderø nøkur løg harav tvey vóru heimagjørd og sum somuleiðis eydnaðust sera væl. At enda spældu teir báðir Riders on the storm hjá The Doors, ið gjørdist eitt huglagsmettað punktum hjá einum ógloymandi mikukvøldi í Mimir. Vit ynskja Sissal Kampmann og forlagnum Eksil hjartaliga til lukku við útgávuni. Eg seti inn nakrar myndir frá tiltakinum umframt tvær leinkjur til ummæli á blogginum.