Á myndini síggja vit nakrar ovurfegnar menn og gleðin er av sonnum til at skilja. Tí teir hava júst vunnið eina stóra altjóða kapping. Á heimsins størsta heavymetalfestivali í Wacken í Týsklandi er føroyski bólkurin Hamferð kosin besti bólkur av teimum útivið 30 luttakandi londunum. Tað eru átta ár síðan, at byrjað varð við eini altjóða kapping á Wacken fyri nýggjar, ókendar bólkar. Hetta hevur fyri aðrar bólkar víst seg at vera ein týdningarmikil kapping, og at Hamferð hava vunnið er einki minni enn fantastiskt. Hamferð vann fyrst ta føroysku kappingini í mars mánaða, sum Norðurlandahúsið og Tutl skipaðu fyri, og hava Hamferð fyrireikað seg síðani tá. Við sigrinum hevur Hamferð vunnið ein plátusáttmála frá plátufelagnum NUCLEAR BLAST.
Bólkurin Hamferð varð stovnaður í 2008 og spælir sonevndan “Doom Metal”. Eitt høvðustema í tekstunum er um hamferð í Føroyum og tess frásagnir. Hamferð vann Sement í 2010 og gav sína fyrstu EP út í des 2010, sum hevur fingið góð ummæli. Bólkurin hevur spælt á fleiri festivalum heima og í Íslandi og verið á turne saman við Týr í Europa. Vit ynskja Hamferð: John Áki Egholm, Theodor Kapnas, Esmar Joensen, Jón Hansen, Jenus í Trøðini, Remi Kofoed Johannesen hjartaliga til lukku við sigrinum
http://twitter.com/WOA_Backstage/status/231461084811382785/photo/1
http://listinblog.blogspot.com/search?q=Hamfer%C3%B0