Fríggjakvøldið var tað skjótt klassiska kjakið um mentan ella tíðindi í fjølmiðlunum aftur á breddanum í sendingini Fríggjakvøld.
Vit skulu øll raðfesta av og á, og
eru onkuntíð úti fyri at skulu velja, tá tað als ikki er lætt at velja. Men til
alla eydnu er eisini okkurt, sum vit ikki skulu velja ímillum. Vit skulu ikki
velja um vit vilja hava vatn ella breyð og vit skulu ikki velja um vit vilja
hava mentan ella tíðindi í Kringvarpi Føroya. Tað skulu vit ikki, tí vit ikki
kunna liva uttan bæði, og ein public service rás heldur heilt einfalt uppat við
at vera ein public service rás, um hon ikki hevur bæði og tí átti æviga kjakið
skjótt at verið av.
Vit vilja ikki velja og vit kunnu ikki velja, og vit hava ongan serligan hug at flýggja til útlendskar miðlar, sum bæði bjóða okkum mentan og tíðindi. Men í dag er sunnudagur og abstinensirnar skulu hava sítt og tí eru her nøkur av teimum bestu mentanartíðindunum úti úr heimi.
Avdúking: 18 stórir mentanarstovnar eru blandaðir uppí stóra smuglaragølu
http://www.huffingtonpost.com/2012/08/03/national-gallery-of-australia-scandal_n_1739191.html?utm_hp_ref=arts
Í London er ikki bert OL í løtuni, men eisini ein risastórur listafestivalur
http://www.bbc.co.uk/news/uk-england-london-19092611
Hvønn týdning fer OL byggilistin at hava fyri
London?http://www.latimes.com/entertainment/arts/culture/la-et-cm-ca-temporary-architecture-20120729,0,2974200.story
Documenta 13 ummæld í New York Times http://www.nytimes.com/2012/06/15/arts/design/documenta-13-in-kassel-germany.html?pagewanted=all
Fleiri og fleiri søvn hava nú eina varðveitingarætlan
fyri listaverk í nútíðar miðlum http://www.artdaily.com/index.asp?int_sec=2&int_new=56906