Wednesday, August 29, 2012

Altartalvumyndir




Torbjørn Olsen er aftur farin í holtur við at mála eina altartalvu til eina danska kirkju og aftur hesa ferð er tað beiggi listamannin, grafikarin Marius Olsen, sum stendur model í leiklutinum sum Jesus. Myndevnið er av nátturanum í Emmaus áðrenn Jesus fer til himmals. Teir báðir, Andrias Andreassen og Bruno Mikael Eysturstein standa model sum lærusveinarnir og Bruno hevur tikið nakrar fínar svarthvítar myndir í atelierinum, sum vit seta inn her saman við avvarðandi bíbliuteksti.



13Tveir av teimum fóru sama dagin til bygd, ið æt Emmaus og var 60 stadiur frá Jerúsalem.14Teir tosaðu hvør við annan um alt hetta, ið hent hevði.15Meðan teir nú tosaðu saman og spurdu hvør annan, kom Jesus sjálvur til teirra og fylgdist við teimum.16Men eygu teirra vórðu hildin aftur, so teir kendu Hann ikki.17Hann segði við teir: "Hvat er tað, tit tosa um hvør við annan, meðan tit ganga?" Og teir stóðu sorgarfullir.18Annar teirra - hann æt Kleopas - svaraði Honum: "Ert Tú einsamallur so fremmandur í Jerúsalem, at Tú veitst ikki, hvat har hevur hent hesar dagar?"19Hann spurdi teir: "Hvat tá?" Teir svaraðu Honum: "Tað við Jesusi úr Nazaret, sum var profetur, mektigur í verki og orði fyri Gudi og øllum fólkinum,20og hvussu høvuðsprestarnir og ráðharrar okkara hava givið Hann upp til deyðadóm og krossfest Hann.21Vit vónaðu, at Hann var tann, ið skuldi endurloysa Ísrael; men tó - oman á alt hetta er í dag triði dagurin, síðani hetta hendi.22So hava eisini nakrar av kvinnum okkara gjørt okkum ovfarnar. Tær vóru tíðliga í morgun við grøvina23og funnu ikki likam Hansara; so komu tær og søgdu, at tær høvdu sæð sjón - einglar, sum høvdu sagt, at Hann livir.24Nakrir av teimum, ið við okkum vóru, fóru tá út til grøvina og funnu tað so, sum kvinnurnar høvdu sagt; men Hann sóu teir ikki."25Tá segði Hann við teir: "Tit lítið hugsandi og trekhjartaðu at trúgva øllum tí, ið profetarnir hava talað!26Átti Kristus ikki at líða hetta og so fara inn til dýrd Sína!"27Hann byrjaði nú frá Mósesi og frá øllum profetunum og útlegði fyri teimum tað, sum í øllum skriftunum var sagt um Hann.28Nú nærkaðust teir bygdini, ið teir fóru til, og Hann lætst, sum Hann ætlaði Sær longur.29Tá noyddu teir Hann og søgdu: "Verð hjá okkum, tí tað líður at kvøldi, og dagurin hallar!" Tá fór Hann inn at vera hjá teimum.30Táið Hann so sat til borðs við teimum, tók Hann breyðið, signaði og breyt tað og gav teimum.31Tá vórðu eygu teirra latin upp, og teir kendu Hann; men so hvarv Hann teimum úr sjón.32Teir søgdu nú hvør við annan: "Brann ikki hjartað í okkum, táið Hann talaði við okkum á vegnum og læt okkum upp skriftirnar!"33Og teir reistust í sama tíma og fóru aftur til Jerúsalem; har funnu teir hinar ellivu savnaðar, og teir, ið við teimum vóru. Teir søgdu34"Tað er satt, at Harrin er risin upp - Hann er sæddur av Símuni!"35Tá søgdu teir frá tí, sum hent hevði á vegnum, og hvussu Hann varð kendur av teimum, táið Hann breyt breyðið.36Meðan teir nú tosaðu um hetta, stóð Hann sjálvur mitt ímillum teirra; og Hann segði við teir: "Friður veri við tykkum!"37Tá óttaðust teir og ræddust og hildu, at tað var anda, teir sóu.38Men Hann segði við teir: "Hví ræðast tit, og hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara?39Hyggið hendur Mínar og føtur Mínir, at tað eri Eg sjálvur! Nemið við Meg og síggið! Andi hevur jú ikki hold og bein, sum tit síggja, Eg havi!"40Táið Hann hevði sagt hetta, vísti Hann teimum hendur Sínar og føtur Sínar.41Og táið teir ikki trúðu enn - fyri gleði - og undraðust, segði Hann við teir: "Hava tit okkurt etandi her?"42Tá góvu teir Honum stykki av steiktum fiski og nakað av hunangskøku.43Hann tók tað og át tað fyri eygum teirra.44Og Hann segði við teir: "Hetta eru orð Míni, sum Eg talaði við tykkum, meðan Eg enn var hjá tykkum, at alt mátti ganga út, sum skrivað er um Meg í Móselóg, profetunum og sálmunum."45So læt Hann upp vit teirra, so teir skiltu skriftirnar.46Og Hann segði við teir: "So er skrivað, at Kristus skuldi líða og triðja dagin rísa upp frá hinum deyðu,47og at í navni Hansara umvending og syndafyrigeving skal verða prædikað fyri øllum fólkasløgum, og byrjast í Jerúsalem.48Tit eru vitni um hetta.49Og Eg sendi yvir tykkum tað, sum Faðir Mín hevur lovað; men tit skulu verða í staðnum, inntil tit verða latnir í kraft av hæddini."50So fór Hann við teimum út móti Betania; Hann lyfti nú upp hendur Sínar og signaði teir.51Og í tí Hann signaði teir, skiltist Hann frá teimum og varð tikin upp til Himmals.52Tá tilbóðu teir Hann og fóru aftur til Jerúsalem við stórari gleði.53Og teir vóru altíð í templinum, og prísaðu Gudi.