Thursday, August 23, 2012

Tíðindaskriv: Stór listauppboðssøla í Østrøm




Hóskvøldið 30. august 2012 kl. 19.00 letur framsýningin hjá LGBT Føroyar aftur. Samstundis verður skipað fyri stórari listauppboðssølu við listaverkum hjá m.a. Beintu av Reyni, Heiðriki á Heygum og Hansinu Iversen, har allar inntøkurnar fara óskerdar til arbeiðið hjá LGBT Føroyar.
Í umleið ein mánaða hevur slóðbrótandi vísinda- og listarlig framsýningin, “Hvat er natúrligt?” verið opin í Østrøm. Framsýningin tvinnar altjóða vísindagransking saman við føroyskari og norðurlendskari list í eini roynd at lýsa sam- og tvíkyndleika millum norðurlendsk djór. Tað er rørslan LGBT Føroyar, ið hevur skipað fyri framsýningini, ið hevur verið serstakliga væl vitjað av bæði føroyingum og ferðafólki.

Hóskvøldið 30. august 2012 kl. 19.00 letur framsýning aftur fyri seinastu ferð. Samstundis verður skipað fyri stórari uppboðssølu í hølinum hjá Østrøm, har møguleiki verður fyri at ogna sær eitt petti av føroyskari lista- og LGBT søgu.

Á uppboðssøluni verða listaverk hjá hesum listafólkum seld til hægst bjóðandi: Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Annika Arge Gregoriussen, Bartosz Kosowski, Beinta av Reyni, Devon Doss, Ditte M. Joensen, Hanni Bjartalíð, Heiðrik á Heygum, Hansina Iversen, Hrafnkell Sigurðsson, Marianna Mørkøre, Marius Dam Christophersen (aka Marius Listamaður), Michelle Kondrich, Nerf Herdis Jakobsen, Noah Patrick Pfarr, Rannvá Holm Mortensen og Silja Strøm.
Ein sær tey ymisku listaverkini her: http://lgbt.fo/?page_id=2076

Ein samd nevndin í LGBT Føroyar sigur, at tey eru givin at goyma nakað inni í skápinum, og tí skal alt út, nú framsýningin endaliga letur aftur. Umframt listaverkini, fara tí plantsjur (plakatir) við citatum og vísindaligum fakta frá framsýningini eisini á uppboðssølu. Øll søla er bindandi og allar inntøkur fara óskerdar til áhaldandi arbeiðið hjá LGBT Føroyar at skapa javnrætt og størri tolsemi í Føroyum.
Aftaná uppboðssøluna verður ”Out Night” aftur á skránni í Sirkus. Eins og vanligt er hetta afturvendandin tiltakið hjá LGBT Føroyar ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

 LGBT Føroyar