Saturday, August 25, 2012

Longsul eftir summarnáttini



Líka síðani filmin "Passasjeren" hjá Sakaris Stórá frá 2009 hava vit glett okkum. Alt summar hava vit glett okkum og vónirnar hava ment seg til longsul, og nú kunnu vit næstan ikki bíða meira. Tí “Passasjeren” var ein so poetiskur, sterkur, djúpur og hugtakandi filmur, at vónirnar til “Summarnátt”, sum er fyrsti føroyski stuttfilmurin hjá leikstjóranum, eru øgiligar. Men umframt at hava einastandandi ans fyri myndum, máli, huglagi og frásøgn, hevur Sakaris Fríði Stórá eisini fullvísan ans fyri tí loyndarfulla og hevur tessvegna ikki avdúkað nakað yvirhøvur um nýggja filmin inntil nú.
 
Vit vita bara, at Summarnátt er ein ungdómsfilmur við tveimum gentum í høvuðsleiklutunum. At leikararnir vórðu funnir umvegis eina audition. At filmurin er filmaður á Sandoynni við einum øgiliga lítlum toymi og at øll í toyminum vóru føroyingar uttan fotografurin, sum var úr Belgia. At Mikael Blak hevur gjørt tónleikin til filmin, og at tónleikurin er tikin upp hjá Benjamin Petersen í Gøtu. At filmurin í stuttum snýr seg um kærleika, vinarlag og kanska serliga tað smølu gjónna millum kærleika og vinarlag, og at filmurin í mun til nógv annað ungdómstilfar, ongar pedagogiskar ella moralskar peikifingrar hevur um hvat er rætt ella skeivt.

Tessvegna eru vit ovurfegnar um, at Sakaris Fríði Stórá vildi svarað uppá nakrar spurningar, so at eitt sindur av okkara stóra forvitni verður nøktað áðrenn longsulin eftir Summarnátt endiliga finnur ró, tá filmurin verður frumsýndur á Sandoynni síðst í septembur ella fyrst í oktobur. Leikstjórin vónar, at filmurin eisini verður vístur í Havn.


Hví er kærleiki so gott evni í filmum?

Kærleiki er nakað, sum tey flestu kunna relatera til. Tað er nakað, ið upptekur okkum nógv sum menniskju. Onkur vildi enntá sagt, at kærleiki er tað sum ger okkum til menniskju.
So tað er helst av hesi orsøk, at kærleiki hóskar so væl til film. Tað gera øll evni, sum eru fundmental í okkara tilveru.

Ber til at siga nakað nýtt um kærleika?

Fortreytin fyri eini kærleikssøgu er ikki "drongur fann gentu og tey livdu eydnusom saman í allar ævir". Kærleiki hevur nógvar nuansur. Og tað finnast so nógv sløg av kærleika. Tað er eisini kærleiki, tá alt fer í hundarnar í sjálvari leitanini eftir kærleikanum.

"Summarnátt" snýr seg ikki bara um kærleika, men eisini vinarlag, og kanska serliga ta ofta ódefinerandi gjónna millum vinarlag og kærleika. Tað er har, tað gerst spennandi.
Filmur snýr seg ikki um hvørjar søgur mann sigur, men heldur, hvussu mann sum leikstjóri velur at siga tær.
 

 Hví velur tú at gera ein ungdómsfilm?

Summarnátt brýtur eitt sindur frá filmunum, eg fyrr havi gjørt, ið snúgva seg um einsamallar einarar, ið liva sítt friðarliga lív. Hesin filmurin snýr seg um tvær 16 ára gamlar vinkonur.

Eg vildi fegin bróta eitt sindur frá teimum søgunum eg fyrr havi fortalt, sjálvt um frásagnarstílurin enn er eitt sindur tann sami. Men eg haldi, at ungdómsfilmar eru áhugaverdir. Tað er áhugavert at greiða frá einum aldursbólki, sum stendur á gáttuni til tað vaksna lívið. Tilverufatanin og sjálvsuppfatanin broytast konstant, og alt er onkusvegna meir spennandi, tá man er 16 ár og sæð úr einum filmsligum frásagnarhorni, er hetta gull.

"Ungdómsfilmur" merkir í hesum førinum bara filmur um ungdóm. Eg rokni við, at øll sum einaferð hava verið ung, kunna relatera minst líka sterkt til filmin, sum tey, ið enn eru ung.



Um tað pedagogiska og moralska er lagt á hyllina, á hvønn hátt ynskir tú so at samskifta við ung fólk og við okkum, sum hava verið ung?

Øll ung fólk hava gjørt ymiskt ábyrgdarleyst og hava tikið avgerðir sum ikki neyðturviliga eru rættar. Tað er ein partur av ungdómslívinum. Og tað hevði verið óerligt um eg gjørdi ein film um ungdómar sum bara gjørdu tað rætta og sum angraðu alt tað skeiva og frávikini.

Eg iriterist ofta um, at ein stórur partur av ungdómstilfari altíð talar niður til lesaran/áskoðaran, heldur enn at samskifta við tey í eygnahædd. Og tað ber ikki til um ein peikifingur altíð skal vera hevjaður og fortelja fólki hvussu umráðandi tað er at uppføra seg pent og at angra síni mistøk.

Sum filmskapari er mín uppgáva at siga søgur, mín uppgáva er ikki at siga fólki hvat er rætt og hvat er skeivt. Eg lýsi bara nakrar hendingar og nakrar kenslur, og so kunna áskoðarinir sjálvir gera sær eina meining um tingini.Ein stuttfilmur blívur so øgiliga stuttur, um hann ikki livir víðari í tonkunum hjá áskoðarunum aftaná, at rulliteksturin er liðugur.

Ger tað stuttfilmin meira áhugaverdan, at hann í størri mun leggur upp til ein opnari form og eru nakrir listarligir møguleikar í stuttfilmi, sum ikki eru í longri spælifilmum?

Tað sum er mest spennandi við stuttfilmi, er at tað eru so nógvir mátar at siga ein stuttfilm. Í einum stuttfilmi hevur man leysari teymar og størri frælsi til at úttrykkja seg listarliga. Ein longri spælifilmur skal lúka nakrar ávísar treytir, bæði í bygnaði og útrykkið. Annars er eingin áhugaður í at fíggja hann. Men tað er avbjóðandi at skriva ein góðan stuttfilm. Ein hevur sera stutta tíð til at etablera søguna, støðini, leiklutirnar og stemningin. Og tað er eisini ringt at siga eina góða søgu uppá stutta tíð í filmi. Óansæð, so er tað ein avbjóðing sum mær dámar, og við "Summarnátt" haldi eg ikki at eg havi valt at loypa upp um garðin har hann er lægstur.

At filmarnir, eg geri, eru nokkso opnir til tulkingar, er nokk bara tí mær sjálvum dámar filmar sum ikki eru yvirfrásagdir. Og ein 10 minuttir stuttfilmur sum kann liva víðari í tonkunum á áskoðarunum, er altíð betri enn ein langur spælifilmur sum er gloymdur tá ljósini í biografinum tendra.

Kanst tú nevna nakrar filmsskaparar, sum hava týdning fyri úttrykkið ella frásagnarháttin í Summarnátt?

Um eg skal nevna nakrar filmskaparar, sum hava inspirerað meg til Summarnátt, eru tað helst Rúnar Rúnarsson, Lynne Ramsey og Christina Rosendahl, ið øll eru lutfalsliga ung filmslistarfólk, sum hava gjørt stuttfilmar um ungdóm. Men eg eri eisini inspireraður av eldru filmunum hjá Roy Andersson og Lukas Moodysson, og so sjálvandi eisini Dekalog røðini hjá Kieslowski

Har eru fleiri norðurlendsk nøvn. Finst nakað serligt eyðkenni fyri norðurlendska filmslist?

Ja, tað haldi eg. Innan norðurlendskan stuttfilm hava nógvar nærlagdar karakterfrásagnir verið, sum eisini eru merktar av einum sera væl gjøgnumførdum estetikki. Mær dámar væl ta norðurlendsku realismuna, sum er eitt sindur grovkornað, samstundis sum hon alíkavæl er sera vøkur. Evnini eru ofta seksualitetur og samleiki, lagt fram á realistiskan men allíkavæl poetiskan hátt. Tað er ikki mín lutur at definera tað, sum onnur gera og hvat eg sjálvur geri, men eg haldi, at tað er okkurt serstakt við nógvum norðurlendskum stuttfilmum. Kanska fólk eru troytt av at síggja filmar um stórhendingar og hetjur, og heldur vilja síggja eina reflektión av teimum sjálvum og tí samfelagnum, tey liva í. Vónandi er tað so.








Og at enda. Sambært onkrum, sum tú hevur sagt, hevur hugurin til at filma á Sandoynni verið sera lítil.
Men nú skuldi tað vera Sandoy allíkavæl. Hví?

Ymsar grundir eru til tað. Aftaná nøkur øgiliga fávitskut og tápulig politisk úttalilsir í vetur, setti eg mær mestsum fyri, at eg ongantíð í lívinum skuldi filma nakað á Sandoynni. og allarminst í Skopun. Eg hevði heilt erligt fatanina av, at list veruliga var óynskt her suðuri og at tað tískil hevði verið tápuligt at roynt at skapa nakað her. Men soleiðis var tað ikki allíkavæl. Eg fekk ótrúliga nógvan stuðul frá bygdini og oynni, sum hevði við sær, at tað brádliga kendist natúrligt at filma á Sandoynni. Øll sum eg spurdi um hjálp til eitthvørt vóru fús til at hjálpa eftir førimuni. Bæði einstaklingar og fyritøkur.

Sandoyggin hevur eisini tann fyrimunin, at hon er ikki er so øgiliga markant visuelt í mun til nógv onnur støð í Føroyum. Tú fært brúkt náttúruna á Sandoynni, uttan at alt sær út sum eitt postkort. So tú kanst skapa vakrar føroyskar myndir uttan at landslagið fær ein ov stóran leiklut. Fjarstøðan á Sandoynni er eisini stutt. Sandoyggin var perfekt til henda stuttfilmin, og nógvar filmsframleiðslur høvdu havt gott av at verið filmaðar her. Fyribils er ætlanin at filma mín næsta stuttfilm á Sandoynni. Tað hevði verið positivt um lokalpolitikararnir høvdu roynt at fjálga um verandi umstøður og teir møguleikar, sum Sandoyggin hevur, heldur enn at brúka tingsins røðarapall til at hunddálka tey sum royna at skapa nakað, og harvið taka hugin frá fólki til at skapa nakað á oynni. Tað hevði tænt øllum væl. Men politikkur er ikki mítt kall. So ta uppgávuna kunnu tey fólkavaldu hava í frið fyri mær.



(IS)