Eri farin út á bonkin í havanum at skriva ummæli, tað er ísakalt, men sólin insisterar eina løtu og hesar forkunnugu og blendandi strálir, sum stríða seg gjøgnum
summarmjørkan í Havn, eru ikki býttasta selskapi hjá geislandi heitu yrkingunum hjá
Sissal Kampmann. Nýggja yrkingasavnið "Endurtøkur" kom út 15.juni á forlagnum
Eksil og aftur hesa ferð er tað bróðir yrkjarans, Ludvík Breckmann, sum hevur
gjørt permumyndina í sama stíli sum permumyndin til fyrra savnið hjá Sissal
Kampmann "Ravnar á ljóðleysum flogi - yrkingar úr uppgongdini". Hesin stílurin er naivur, symbolskur, dekorativur og narrativur og hóskar í grundini væl saman við innihaldinum í savninum. Skapanarsøgan hjá bókini
hongur saman við hugskotinum hjá Inger um at gera heimsins (helst!) besta og
smalasta lyrikkjólakalendara, sum Listin hevur borðreitt við nú í tvey ár og sum heilt
einfalt gongur út uppá at biðja ein góðan yrkjara um eina yrking í 24 pørtum,
ein til hvønn dag at lesa hjá listablogglesarunum í jólamánaðinum. Serliga skapanarsøgan
hevur kanska eisini verið ávirkandi til tann spontana stream of consiousness dámin,
sum merkir partar av savninum. Eg gleddi meg hvønn tann einasta dag í desember at
koma heim frá arbeiði at lesa, men kann staðfesta, at tað er enn betri nú eg siti og lesi tann
rættlisna tekstin í friði og náðum í hesum sjáldsama væl samanhangandi
yrkingasavni, ið hongur saman sum ein ævinlig ringrás, og sum eisini sipar aftur til yrkingar í debut-savninum hjá Sissal Kampmann.
Í hesum yrkingasavninum var tað baljan við uppvaskivatninum,
sum var okkara gerandisligi portalur til dulvitið hjá yrkjara-egnum og til tann
hugtakandi yrkingaheimin, sum breiddist út fyri okkara gánandi eygum. Og eisini her eru tað afturljóð úr gerandisdegnum av køldum kaffi og ljóðinum av dropunum
úr køkskrananum, sum eru støði og ramma og sum mynda byrjan og enda á hesi yrkingasvituni um tilveruna og tað,
sum gevur henni meining, um kærleika, tað sansaliga, um gerandisdagin,
banalitetirnar og um málið, tað føroyska, tað kompliseraða, fløkta, torskilda
og innviklaða, og um tað tað ber til at siga hetta og hatta á føroyskum?
Hugsanirnar um málið vísa málsligan ans og málsliga óvissu og eru bornar fram
eins og eitt innantanna kjak, har yrkjara-egið kjakast við seg sjálvt:
"Note to self: Ring til onkran og spyr, ella skriva til Føroysk
rættstaving á Facebook" (s.11). Okkurt av hesum er eitt sindur fjasut, men tað sigi eg bara tí tað poetiska støðið annars er himmalhøgt og av tí sama fært tú eyga á onkrar trivialbókmentaligar orðingar, sum stinga seg upp
millum teir glæsiligu poetisku aldutopparnar "Smakkurin av salti á varrunum er óberiligur". Men tað triviella og banala,
og gerandismálið og gerandisligu eygleiðingarnar eru umráðandi og við tað, at sjónarhornið eisini er kvinnuligt, minna hesar yrkingar í løtum um 70-80´ara bókmentir, um yrkingar sum Märta Tikkanen ella Vita
Andersen skrivaðu tá, og um konkreta og sansaliga málið hjá Magnusi Dam Jacobsen
og Jóanesi Nielsen, men við Sissal Kampmannsa egnu sterku yrkjararødd. Yrkingarnar innihalda fleiri
løg og bera í støðum brá av tungum, sansaligum symbolikki, sum minnir eitt
sindur um finska symbolistiska/modernistiska yrkjaran Edith Södergran, men lesarin
kemur kanska eisini í tankar um Tórodd Poulsen av abstraktu evnisviðgerðini og
negatiónunum t.d: "Óljóðið í friðinum?/ Tráanin erftir tí, ið ikki var?/ Óúthaldiligu
ferðirnar aftur til fortíðina?...". Tey 24 yrkingabrotini mynda eina heild við endurtøkum við smáum forskjótingum av broytingum og hartil hoyrandi menning. Tempoið er somuleiðis skiftandi og fjølbroytt sum í einum symfoniskum verki frá tí sáttliga stilla til tað uppøsta, ekstatiska í endurtøkum við myndum, sum koma lesaranum í møti við fúkandi ferð.
"Gud er danskari - enn Guð" skrivaði Alexandur Kristiansen
einaferð. Sissal Kampmann hevur kanska sama problematikk í huga, tá hon skrivar
um "Guð við edd" um tann ideala upphevjaða gudin og royndirnar at
toga hann niður í brúkshædd uttan ð. Stílurin er skiftandi frá gerandisligum og
turrisligum eygleiðingum til hátíðarligar, næstan patetiskar staðfestingar og víðari
yvir í surrealistiskar lýsingar eins og í sætta yrkingarbrotinum, sum kundi
verið úr Mimir, sæð úr sjónarhorninum hjá David Lynch. Men sjónarmiðið eigur
eitt yrkjaraeg við síðum hári, reyðum skóm og pelshúgvu, ið minnir heilt nógv um
Vestmannadamuna og heimsborgaran Sissal Kampmann. Sjónarringurin er føroyskur,
men perspektivið er Keypmannahavnskt júst sum tað er í nógvum av allarfrægastu
føroysku yrkingunum, ið eru skrivaðar í útlegd.
"Havi hug at seta eld á klædnafjallið.
Síggja tað brenna.
(Firvaldar, hyacintir, patchouli, patchouli.)
Hvørva í einum brakandi eldhavi
saman við søgunum og endurtøkunum,
sum búgva innast inni.
Í hvørjari tægr.
Í hvørjum einasta seymi.
Í hvørjum bundnum eyga.
Vil síggja øll tey brúktu og fánaðu orðini, tey sleipa við
sær, sum eina tunga byrðu, tey hokna undir, smelta saman
við plastikknappum snarlásum, beltisspennum.
Vil síggja syrgiliga, eyðmjúka, skroypiliga pappírstunna
búnan reisa seg upploystan, tileinkisgjørdan úr loganum
sum ekkóandi, afturvendandi Fønix. Flákrandi sigursharri,
ið endurvann valdið á gerandisdegnum yvir bálinum
á gólvinum í einari íbúð har uppvaskivatnið rennur
gjøgnum tronga frárenslið, niður í upphavið allar dagarnar
í vikuni, har tað møtist við havinum ið fevndi alla klótuna
uttan at renna útav..." (s.45)
Rættlestur er ein søga fyri seg, sum undirritaða eftirhondini hevur royndir av. Og í hesum førinum havi eg enntá sjálv rættlisið so frægt sum eg hevði tíð við síðuna av arbeiðnum. Rættlesturin er nakað væl betri í bókini enn hann var á blogginum, men allíkavæl datt eg um fleiri stavivillur á síðu 7, 12, 27 og 29, sum skuldu verið lúkaðar burtur. Men ongar villur kunnu nerta ta sannroynd, at hesar yrkingarnar eru sjáldsama væl eydnaðar. Tær eru so hvassar og húðleysar og so fullar av kenslum og so originalt orðaðar og hugsaðar, at tær uppá allar mátar eru ein frøi at lesa. Nær hugsaði tú til dømis seinast um hvussu bátarnir hava tað, sum liggja við atløgubryggjuna?
"Og eg veit við eitt at tær eru bundnar sum báturin
í myrkrinum. Í bølamyrkri. Liggja í vindi og regni,
fremmandar og kaldar millum allar hinar bátarnar, sum
liggja tvingaðir á rað og bíða, til teir verða tiknir út, sleptir
leysir aftur á havinum eftir endaleysu náttunum, døgunum,
tímunum, minuttunum, sekundunum, sum ongan enda
tóktust at hava. Út, har fuglurin letur. Út, har sólin skínur
sterkari enn nakra aðra staðni í allari verðini. Út, har frælsi
kennist millum fingrarnar í munninum, á varrunum sum
ein farri av salti og vætu. Út á villu víddirnar. Teir liggja
á rað sum sletuhundar. Dovnir millum hvønn annan,
meðan longsulin eftir aftur at sleppa at renna eftir blanka
kavaflatanum ósjónliga fær heita kroppin á teimum at
rista aftanfyri feldin. Í eygunum sæst ótolni og rastloysi
eftir at sleppa avstað, fúka framvið í hvøssum skotum.
Ein skuggi, sum ger tey myrk. Av og á lyfta teir høvdið.
Vísa tenn. Sleikja sær um kjaftin og snodda við høvdinum
afturá. Snodda, lukta, hvønn veg, vindurin ber...."
Samanumtikið má eg siga akkurát sum tað er, at yrkingarsavnið Endurtøkur í støðum er so skelkandi gott, at tað í grundini
ber illa til at bera fram hvørkisligar próvgrundir fyri hví tað er so gott sum
tað er. Men um eg royni út frá einum upplivingarligum sjónarmiði at
argumentera, so er tað lutfalsliga sjáldan, at eg banni hart meðan eg lesi eitt
yrkingarsavn og tá savnið hartil er føroyskt, er talan um eina rættiliga stóra og
serliga uppliving. Tað er ikki altíð tað ber til, men í hesum førum kann tað
viðmælast: Keyp føroyskt, keyp Endurtøkur. Endurtøkur - Yrkingasavn - Forlagið Eksil - 56 bls. 140 krónur.