Friday, August 10, 2012

Grønlendska umboðið á Liverpoolbiennaluni


Á norðurlendska partinum av Liverpoolbiennaluni, sum letur upp 15.september, verða umframt Hanna Bjartalíð úr Føroyum eisini íslendsk og grønlendsk listafólk við. M.a. luttekur grønlendska performancelistakvinnan Jessie Kleemann (f.1959). Hon er upprunaliga útbúgvin sjónleikari, og umframt performance skrivar hon eisini yrkingar og málar.

Listakvinnan brúkar í fleiri førum grønlendskar siðir í síni list har hon sambindir tað vakra og tað andstyggiliga, hon kann finna uppá at dansa við kjøti. Hon hevur eisini brúkt spik í einum verki, sum kallast  "Orsoq, orsuutissaq". Hetta er ein spik-installatión, har spikið er í gjøgnumskygdum akryldósum, sum standa stáplaðar upp eins og eitt torn á einum borði. Meðan framsýningin er fer spikið spakuliga at rotna og leka út úr dósunum. Tað fer at lukta illa, men visuelt heldur verkið á at vera vakurt við ljósareyða spikinum, sum so líðandi skiftir lit meðan tað rotnar. Boðskapurin er heilt einfaldur, næstan naivur og snýr seg um, at uttan tað vakra er tað ljóta ikki til. 


















!