Saturday, August 11, 2012

Til lukku Tummas Jákup



Í dag fyllir listamaðurin Tummas Jákup Thomsen úr Gøtu hálvtrýss ár. Tummas Jákup gjørdist kendur sum Føroya einasti surrealistur, og hevur ment sín heilt egna stíl, ið ofta fevnir um eina blanding millum blýantstekning og máling. Tummas Jákup Thomsen hevur verið við á nógvum listaframsýningum, t.d. hjá Heystframsýningini, har hann er limur. 

Í fjør fekk hann til uppgávu frá Eysturkommunu at prýða nýggja tilbygningin til Gøtu skúla og um hetta skrivaði Inger Smærup Sørensen m.a.: "Verkini geva rúminum karakter uttan púra at yvirtaka tað og við serstaka blandingstøkninum við teirri følnu blýantstekningini og sterku primeru litunum, fara tey at geva rúminum lív samstundis sum pláss verður til hugsan. Verkini hjá Tummas Jákupi Thomsen eru nevniliga bæði fantasimerkt og fabulerandi, poetisk, konkret og abstrakt, leikandi løtt og óendalig djúp og allir hesir mótsetningarnir merkja, at verkini fara at geva skúlanum nakað, sum komplementerar skúlarúmið á sera fínan hátt. Verkini megna at liva upp til kravið um eina javnvág millum greiðan samleika og fleksibilitet, og av tí, at tey eru sera modernað samstundis sum tey fyrihalda seg til føroysku listahevdina og til landslagið uttan fyri vindeyguni, fara tey eisini at liva upp til kravið um eina javnvág millum varandi og farandi.". Vit ynskja listamanninum hjartaliga til lukku við runda føðingardegnum. 

http://listinblog.blogspot.com/2011/07/tummas-jakup-thomsen-pryir-gtu-skula.html