Friday, August 17, 2012
Hurrá fyri føroysku listafólkunum
Seinastu fýra dagarnar hava tíggju myndlistafólk, tveir tónleikarar og eitt bluesorkestur gjøgnum Listabloggin sýnt teirra stuðul til tær tríggir fongslaðu limirnar í Pussy Riot. Í dag fellur dómurin og kravgongur eru til frama fyri Pussy Riot um allan heim og í hesum sambandi verða stuðulsváttanir, myndir og tónleikur frá føroyskum listafólkum sendar til Moskva. Men er tað enn onkur, ið ynskir at stuðla, er tað ikki ov seint enn. Blívið bara við at senda. Vit vilja vegna okkum sjálvar og Amnesty International Føroya Deild takka øllum tykkum fantastisku listafólkum, sum hava verið við. Tað hevur verið ein sonn fragd. Hurra fyri tykkum og Free Pussy Riot.
Labels:
IS