Wednesday, August 1, 2012

Ó-søgur av hinum slagnum - um samkyndleika í føroyskari myndlist



 Fyrilestur: Kinna Poulsen. 1.partur


Hendan myndin hjá Unn Joensen sigur kanska alt betri enn eg sjálv fái sagt tað. Hon hekk á Várframsýningini í 2007 og avmyndar tveir leðursjeikar, sum leiðast onkrastaðni uppi yvir Klaksvíkini. Summi halda kanska, at myndin er provokerandi, men hví er hon tað? Fyri tað fyrsta kundu menninir tað sama verið lendir á mánan so fremmandgjørdir síggja teir út í føroyska landslagnum, men tað áhugaverda er, at áskoðarin fatar hesar báðar myndalutirnar; landslag og menn sum mótsetningar, hetta livir eyðsýniliga ikki upp til okkara ímynd av einum pari, sum gongur romantiskan túr í haganum.

Tá eg varð biðin um at halda henda hesa framløguna um samkyndleika og samkynd í føroyskari myndlist, var tað ikki uttan eitt sindur av innari mótstøðu, at eg játtaði. Mótstøðan hevði einki við samkyndu søkina at gera, henni taki eg eins sjálvsagt undir við og eg taki undir við mannarættindum yvirhøvur. -Nei mótviljin snúði seg um hetta at knýta kynslív og myndlist saman, tí hesum væntaði eg ikki at fáa nakað burturúr. Eg minnist, at eg hevði tað á nøkulunda sama hátt, tá eg fyri nøkrum árum síðani varð biðin um at halda eitt upplegg um kvinnur í føroyskari myndlist, og eisini tá fekk eg onkrar nýggjar tankar burturúr. Lat meg bara koma við øllum fyrivarnum beinanvegin. Hetta er als ikki nakað lætt evni. Í Føroyum verður hvørki granskað í myndlist ella í samkyndleika og als ikki í samkyndleika í føroyskari myndlist. Tá eg skuldi skriva hetta uppleggið, mátti eg sostatt gera tað uttan nakra fyriliggjandi gransking. Tit mugu tí fyrigeva, at eg tykist vera uttan akademiskt fótafesti, vit mugu royna at klára okkum uttan. Onkrastaðni mugu vit jú byrja. Eg byrji við at kanna føroyska listasøgu út frá einum samkyndum sjónarhorni og endi við eini presentatión av fýra samkyndum føroyskum listafólkum (sí part 2 av fyrilestrinum)

Samkynda listasøgan í Føroyum er eitt slag av eini ó-søgu, ella eini antisøgu, sum er tengd at burturkrógvaðu støðuni hjá samkyndum annars í føroyska samfelagnum. Tað merkir tað sama sum, at vit fram til fyri kortum ikki hava havt nógv listafólk í Føroyum, sum hava verið opin um teirra kynsliga samleika, og inntil í dag hevur ikki verið sagt ella skrivað nógv alment um hetta. Tann samkynda listasøgan er ikki til. Ella sjálvandi er hon til, tí vit kenna øll bæði livandi og deyð, fantastisk, samkynd listafólk, men í okkara annars so siðsøguligu og ævisøguliga listabókum er ikki eitt orð at lesa um at listafólkini eru samkynd. Vit føroyingar eru annars so ómetaliga áhugaðir, tá tað kemur til "slag". Hvørjum slagið mann er av. Hetta slagið og hitt slagið, men tað eru vit eyðsýniliga ikki, tá tað kemur til "hitt slagið". Hetta hongur saman við teirri ósøgdu søguni hjá samkyndleika í Føroyum, sum henda framsýningin "Hvat er natúrligt?" er við til at broyta.

Lat okkum byrja við at hyggja at yvirskriftin, sum adúkar vissar fordómar. Idiomatiska orðingin at vera "av hinum slagnum" sigur í grundini nokkso nógv, tí "hitt slagið" treytar, at vit eru tvey sløg, okkara slag og so "hitt" slagið. Ein heimsfatan við støði í mótsetninginum "vit" og "hini" - har "vit" verður fatað sum samlík einum sjálvum og "hini" sum øðrvísi, má sigast at vera ein rættiliga einføld og avmarkað heimsfatan. Samstundis ber idiomið "av hinum slagnum" brá av  eini rættiliga ekskluderandi og homofobari mentan. Orðingin finst heldur ikki á t.d. donskum ella enskum og tað er absurd at hugsa sær hana á øðrum málum "han er den anden slags" ella "she is the other kind". Tað er løgið at orðingin "hon er av hinum slagnum" er fatað sum meira hampilig enn øll møgulig onnur heiti um samkynd, tí í grundini er hon tann ljótasta av øllum.

Listasøguliga er føroysk myndlist sum kunnugt í tí heilt serligu støðu, at hon ikki av álvara kyknaði fyrr enn tíðliga í 20.øld, tá modernisman væl og virðiliga hevði fest sínar røtur kring Europa. Og tað er jú heilt ótrúligt at hugsa sær, at meðan Picasso, Duchamp og Kandinsky og onnur kollveltu og gjørdu við, stóð Niels Kruse niðri á Møl á Eiði og málaði tað elskaða landslagið har norðuri. Vit byrjaðu av sonnum seint og tað var landslagið, sum í mong ár hevði høvuðsleiklutin í føroyskari myndlist. Sæð uttanífrá kann fasta takið, sum landslagið hevur myndevnisliga í myndlistini bera brá av eini heldur sakleysari og ósjálvstøðugari tilgongd til myndlistina. Hetta samsvarar við ímyndini av føroyingum sum upprunakent náttúrufólk, sum livir í, av og í fullum samljóði við náttúruna. Tað vísir seg eisini sum, at ummæli av føroyskari list í útlondum ofta snúgva seg um føroysku náttúruna sum tilverugrundarlag og at ummælarar ofta gera vart við eitt serligt, upprunaligt reinlyndi í føroysku verkunum. Tað kann væl vera, at vit sjálvi hava havt lyndi til at stuðla uppundir ella í øllum førum góðtaka hesa romantiseraðu ímyndina, men okkum tørvar hana ikki og hon er ikki longur nøktandi í mun til okkara veruleika, sum ávirkað av altjóðagerð, interneti osfr, er vorðin meira fjølbroyttur, fleirfasetteraður, ymishættaður og rúmligur eisini tá tað kemur til samkyndleika. Tað sóðu vit, tá umleið 5000 fólk møttu til Pride skrúðgongu í Havn.

Hyggja vit út yvir ta stuttu føroysku listasøguna, hava vit ikki havt nakra serliga hevd fyri kroppi og kyni. Sjálvt persónsmyndir sum hendan kenda myndin hjá Mikines; Aftur av Jarðarferð, eru heilt øgiliga kroppsleysar. Kvinnurnar tykjast identitetsleysar maskur, meðan menninir eru málaðir sum einstaklingar, men her er jú als eingin kroppur, eingin anatomi í lýsingini, sum heilt greitt snýr seg um tað andaliga, um dapra huglagið. Nøkur fá undantøk eru sum t.d. hendan fína, naivistiska myndin hjá Frimod Joensen við heitinum Longsul, har vit síggja ein kvinnukropp í myndini. Vit síggja eisini ein lúrara, ein mann, sum situr við sína song og eyleiðir eina nakna damu í vindeyganum yvirav við longsulsfullum eygum. Uppi yvir songini hongur ein málningur, so her er landslagið eisini sloppið við í lýsingina, sum helst er ein sjálvsmynd. 

Annars kemur Tóroddur Poulsen eisini javnan inn á tað kynsliga í sínum nýskapandi myndum. T.d. í humoristiska urtapottinum við áskriftini FUGLAR, men við heldur óskikkiliga heitinum Snillatræ. Í myndini "Oys" hevur listamaðurin lýst ein, sum yvirhøvur ikki ætlar sær í grindadráp, eg skal ikki kunna siga um hann er samkyndur, men hann er í minsta lagið metrosexuellur og modernaður maður við oyraringum og smørtum klæðum.

Innan standmyndaøkið er støðan sjálvandi heilt øðrvísi, tí her hevur menniskjakroppurin ein høvuðsleiklut. Janus Kamban er tann stóri vegarin innan føroyska list og innan føroyskar standmyndir, og her kunnu vit jú í rættiliga stóran mun tosa um nakinleika og um kyn, men orsøkirnar til naknu standmyndirnar liggja jú meira í einum klassiskum listaideali enn sum nakað beinleiðis úttrykk fyri samkyndleika. Hendan frálíka standmyndin hjá Janusi Kamban er í grundini eisini vitalistisk og gongur í stóran mun út uppá at vísa megina í rørsluni, og hvussu fimur drongurin er.

Í áhugaverda filminum hjá Katrini Ottarsdóttir um Hans Paula Olsen, tosar myndahøggarin um at gera standmyndabólkar, at hann heldur tað er so keðiligt ella onkursvegna so ómetaliga liðugt at hava ein kvinnu- og ein mansfigur saman. Og her er tað sjálvsagt, at hann hugsar sum ein heterosexuellur listamaður. Men hvussu so við teimum báðum damunum hjá Andriasi Andreasen niðri í miðbýnum? Eg haldi, at staðsetingin beint við Keypsamtøkuna í býnum á ein hátt broytir úttrykkið á standmyndini. Hetta er jú ein lutfalsliga naturalistisk klassisk standmynd og á sama hátt sum í klassiskari list eru figurarnir naknir. Men av tí, at standmyndin er stødd uttan fyri ein handil í býnum, sær tað í grundini eitt sindur løgið út, at kvinnurnar eru naknar og eg eri neyvan tann einasta, sum hugsar handan vegin, tí standmyndin verður í heilum latin í ymisk klædnapløgg.

Sæð burtur frá nøkrum lutfalsliga fáum standmyndum hava vit í føroyskari list onga hevd fyri kroppi og kyni. Føroysk list er um ikki beinleiðis ósexut, so er hon í øllum førum rættiliga puritansk. Sum listamiðlari og lærari skal eg vera tann fyrsta at viðganga, at eg ikki í nóg stóran mun havi hugsað um at inndraga samkynd ella transpersónar í mítt undirvísingartilfari, men tað fari eg at gera. Tí ymiskleikin og viðurkenning av ymiskleikanum eru sjálvsagt umráðandi fyri okkara samfelag og við teimum politikarum in mente, sum í heilum ávara um glíðibreytir og um tað ónatúrliga, kann eg líka sjálv ávara, ella nevna, at tær allarmest homofobu mentanirnar, tær sum av øllum alvi arbeiða ímóti ymiskleika og ímóti samkyndleika ofta uttan at vita av tí og púra óviljað hava lyndi til at taka seg nokkso gay út. Dømini eru mong um hetta innan fascistiska og kommunistiska fagurfrøði.

Tá vit á henda hátt eftir einum síðuvegi koma inn á tað politiska, mugu vit eisini minnast til, at føroysk list ikki í serliga stóran mun hevur verið politisk. Eg minnist, at vit á sinni flentu at stuttligum viðmerkingum frá Miðflokkinum um stríðið fyri at fáa endarnar at røkka saman, tá kærleikin kølnar millum menn, men málið um 266b var jú í grundini sera álvarsligt og her vóru tað nøkur listafólk, sum blandaðu seg. Ole Wich hevði á síni heimasíðu eina verkætlan, ið nevndist homoFObia við klistrimerkjum og plakatum, sum fólk kundu printa út. Verkið var rættiliga einfalt og spældi uppá okkara tjóðareyðkenni, flaggið og FO. At brúka merkið í tílíkum verkætlanum virkar rættiliga provokerandi uppá summi, og listamaðurin varð eisini saksøktur fyri hetta, og tað gjørdi jú bara verkið uppaftur meira kent og effektivt. 

Humor er ikki ringasta vápnið, tá berjast skal fyri eini søk, og tað síggja vit dømi um í hesum svarta og reyða og hvíta prentinum hjá Hanna Bjartalíð. 

- "God is gay" hevur onkur skrivað á veggin fleiri staðni í Havn í eini útsøgn, sum jú eisini er fyri samkyndleika, men sum kanska eisini relaterar til mótviljan, sum ein minniluti av sonevnt trúgvandi hevur havt mótvegis samkyndleika og sum vit kanska serliga løgdu til merkis undir 266b kjakinum. Málið varð eisini væl lýst í donskum fjølmiðlum og fleiri donsk listafólk gjørdust kløkk av málinum, m.a. John Kørner. Kendi danski listamaðurin hevur fleiri ferð arbeitt í Steinprenti, seinast fyri stuttum, tá eg hevði eina samrøðu við hann. Hann greiddi frá, at hendan myndin, sum var málað til framsýningina Natúrligvís í grundini umboðar eina vend í hansara list. Kørner segði – "Tað er hend ein stór broyting við mínari list síðan eg var her seinast. Tá hevði eg eina mynd á framsýningini [natúrligvís] av tveimum monnum, sum mussast og hetta var mítt fyrsta politiska verk, sum tók støði í onkrum aktuellum, júst um tað mundið varð ein samkyndur maður álopin her í Havn, og hendingin førdi saman við grein 266 b málinum til nógv kjak. Eg haldi, at føroyska hevdin við at avmynda náttúruna í listini er áhugaverd og tí var tað eisini umráðandi fyri meg, at teir báðir menninir høvdu føroyska náttúru sum bakgrund. Eg tók upplivingina aftur við mær til arbeiðis og síðani havi eg arbeitt við fleiri aktuellum evnum (listamaðurin hevur síðani arbeitt m.a. við evninum trafficking)".