Er tað rætt, sum verður sagt, at eitt samfelag skal metast út frá viðferðini av tess veikastu borgarum, er føroyska samfelagið ikki eitt gott samfelag. Vit hava havt varhugan av tí leingi, at stættarmunir eru alsamt vaksandi og at tað munu vera stórir sosialir trupulleikar onkrastaðni, og nú hoyra vit, at borgarar eru so illa fyri, at teir mugu ganga biddaragongd fyri at børnini skulu fáa mat. Innan føroyska list kann staðfestast, at okkum manglar so nógv, sum tey hava uttanlands. Eina renesansu til dømis og eitt nýbrot, men tílíkum mugu vit klára okkum fyriuttan. Spurningurin er um vit eisini skulu klára okkum uttan politiskt motiveraða kritiska realismu. Fer hon kanska í hesum døgum at kykna mest sum av sær sjálvum ella fara vit framhaldandi at durva meðan óheilaga og í øllum førum óhugnaliga samstarvið fer fram millum teir, sum halda seg vera gudiligar, men sum uppføra seg ógudiliga ljótt og teir sum halda seg vera konservativar, men sum fullkomiliga tykjast hava givið seg undir liberalistiskt- opportunistisku egoistarnir, sum eyðsýniliga hava allan avgerðarrætt her á landi? Konspiratiónsteoretikarar vilja vera við, at einki av tí, sum Miðflokkurin ber fram í løtuni, er meint í álvara, men bert partur av eini strategi. Hvørjari? Og skuldi tann flokkurin ikki einaferð vera so øgiliga sosialur? Hvat við at koma í gongd við onkrum øðrum enn at fordøma fólk? Eg eri ikki listafólk, men oyrini hjá mær eru langt síðani dottin á gólv av øllum tí løgna, sum eg hoyri og lesi í føroyskum fjølmiðlum fyri tíðina. Uttan víðari viðmerkingar seti eg inn nakrar myndir frá danska nýbrotinum til íblástur.
Erik Henningsen: Tveitt út
Erik Henningsen: Barnamorð
T.H.Brendekilde: Útslitin