Monday, August 13, 2012

Stuðlið Pussy Riot nú!



Pussy Riot er eitt russiskt, feministiskt og politiskt punkkollektiv, sum nógv verður tosað um fyri tíðina av tí at tríggir limir eru ákærdir og rættarsøktir fyri hooliganismu. Ein ákæra, sum Amnesty International metir botna í politiskari forfylging. Dómurin er ásettur til 17.august.

Eitt ótal av listafólki um allan heim stuðlað Pussy Riot, t.d. Kate Nash, Red Hot Chilli Peppers, Sting, Cornershop, Faith No More, Patti Smith, The Beastie Boys, Zola Jesus, Die Antwoord, Jarvis Cocker, Pete Townshend, The Joy Formidable, Peaches, Madonna, Genesis, Tegan and Sara, Johnny Marr, Iiro Rantala, Propagandhi, Anti-Flag, Corinne Bailey Rae, Kathleen Hanna, Björk, Yoko Ono, Stephen Fry og Jón Gnarr.

Vit á Listablogginum vilja eisini sýna solidaritet við Pussy Riot og mæla hervið øllum føroyskum listafólkum at vísa samhuga. Sendið tykkara navn, eina mynd, ein lítlan film, tónleik ella okkurt annað til listinblog@gmail.com, so almannkunngera vit tað. Seinni verða stuðulsváttaninar Amnesty International Føroya Deild, som eisini fara at almannakunngera tær og senda tær til avvarðandi myndugleikar.


Boðskapurin hjá Amnesty í sambandi við hetta málið er: Amnesty heitir staðiliga um, at ákærur um “hooliganismu” verða tiknar aftur, og at tær tríggjar Maria Alekhina, Ekaterina Samutsevich og Nadezhda Tolokonnikova beinanvegin og uttan krøv verða leyslatnar. Harafturat heitir Amnesty á myndugleikarnar um beinanvegin at seta í verk kanningararbeiði fyri at kanna hóttanir, sum familjulimir og verjar hjá teimum trimum kvinnunum hava fingið, og um neyðugt, at verja tey. Talufrælsið er ein mannarættur sambært grein 19 í Heimsyvirlýsingini um mannarættindi, og tí skal eingin setast í varðhald fyri friðarliga at brúka henda rætt.