Sambært álítandi
Facebook-keldum var standmyndin av Áarstovubrøðrunum horvin klokkan hálvgum
tvey í nátt og við hesi staðfesting kyknaðu allahanda undirhaldandi konspiratiónsteoriir
um hvat var hent við lítla standmyndamodellinum. Onkur helt, at brøðurnir vóru farnir á
Ovastevnu, onkur annar helt, at teir vóru farnir á Pæsastovujamm. Her á
Listabloggaredaktiónini vóru vit eina stutta stund hálvavegna uppøstar, tí vit mettu tað
vera eina listaliga aktión í stíli við hana hjá Jørgen Nash, tá hann í 1964 sagaði
høvdið av lítlu havfrúnni, men eya meg um hon ikki longu er komin afturíaftur. Tað
sæst á myndum, sum Jógvan á Dul hevur tikið á dagsins myndatúri. Sambært portalinum varð standmyndin burtur og funnin aftur av onkrum av skilhaldsmonnunum hjá kommununi.