2. og síðsti partur
Spurningurin um samkyndleika í føroyskari myndlist er eisini ein ættarliðsspurningur, bæði tá tað kemur til viðurkenning
og opinleika, eisini millum listafólkini sjálvi. Tí tað sær út til, at jú yngri fólk eru,
tess størri er tollyndi. Tá tey ungu føroysku listafólkini sýndu fram á
Norðurbryggjuni í Keypmannahavn herfyri, var helvtin av teimum seks
framsýnarunum samkynd og opin um at vera tað. Í føroyskari listasøga er
framsýningin einastandandi í so máta. Framúrskarandi listakvinnan Silja Strøm
hoyrir til yngra ættarliðið, sum ikki dugir at síggja nakran trupulleika í
samkyndum. Hon er ikki samkynd sjálv, men hennara persónar tykjast ofta hava fleiri
kynsligar samleikar, teir kunnu t.d. vera hybridar millum djór og menniskju, og ofta eru teir lýstir eitt sindur "kinky", "queer" ella fremmandgjørdir.
Hetta
fitta lítla prentið avmyndar m.a. eina konu, sum følir uppá eina aðra. Tað er partur av
einum stórum prenti, sum hongur her framsýningini. Silja Strøm hevur saman við
trimum øðrum føroyskum listafólkum eina fína framsýning í Listasavninum í
løtuni, sum eg hervið nýti høvið at viðmæla. Hennara lítla mynd er donerað til
LGBT og verður saman við øðrum doneraðum verkum seld á uppboðssølu, tá hendan
framsýningin endar.
Sniðgevin Barbara í Gongini
spælir á sama hátt við kynsligan samleika í síni skulpturellu og ekspressivu
formlist, sum ofta tykist beinleiðis vend móti tí siðbundna. Men Barbara er sum
heild eisini ógvuliga óprovinsiel, altjóða og stórbýarkend. Henni dámar væl at
brúka traditiónina og venda henni við, hetta sæst eisini funktionelt soleiðis
at skilja, at hon kann finna uppá at brúka pløgg, sum minna um blusur til buksur
ella øvugt. Fjølbroytni og opinleiki eru fullkomiliga grundleggjandi partar av
hennara úttrykki, sum altso yvirhøvur ikki aktar frammanundan viðurkendar
myndir av hvat er maskulint og hvat er feminint.
Barbara í Gongini: Wiktor 2012
Á Várframsýningini í Listasavni
Føroya í 2009 varð evnið Samleiki sett á breddan og har var tað serliga eitt av
listafólkunum, sum fekk nógv pláss á framsýningini. Tað var tann originali
fjøllistamaðurin Ova / Dennis Agerblad, sum viðger samleika í øllum sum hann
ger, antin tað er tónleikur, musikkvideo, performance ella myndlist. Dennis
Agerblad er ógvuliga anti-disney og gongur uppá tvørs av tí vakra, elskuliga og
glamourøsa, sum annars verður dyrkað bæði
í samkyndum- og í trans-høpi. Hugsið um okkara ímynd av teirri meira vanligu drag-drottningini,
sum jú glitrar øll sum hon er.
Várframsýningin 2009 Foto: Birgir Kruse
Dennis Agerblad heldur fast uppá
at dyrka tað ljóta og anti-glamurøsa. Fyrstu ferð, eg upplivdi hansara myndlist
var á stóru framsýningini av føroyskari list á Den Frie í Keypmannahavn í 1999.
Tá sýndi hann fram nakrar monumentalar myndir av sær sjálvum í myrkamorreyðari nokkso
"straight" tjóðveldistroyggju í myndum, sum onkursvegna innihalda
somu mótsetningar sum tann fyrsta myndin, sum vit sóu hjá Unn Joensen. Á hesari
Altso tann gamla rótføroyska og hevdvunna hampiligheitin móti einum nýggjari og
meira modernaðum veruleika. Í myndunum á Várframsýningini hevur Dennis Agerblad
listamaðurin lýst seg sjálvan í fleiri ymiskum leiklutum, sum klovn og sum
martyr og sum trans í ymsum dressum, sum vóru við í einari stórari,
fantastiskari installatión á Várframsýningini.
Halldis Olsen er ein av okkara mest áhugaverdu ungu listakvinnum. Sjálvt um hennara tøkni og myndamál á ein hátt virka heldur gamalslig, hava hennara myndir ein serstakan, hugtakandi myrkan tóna. Hon sker í linoleum lýsingar av djórum ella menniskjum, sum at síggja til eru realistiskar og lutfalsliga vandaleysar. Men hyggur tú eina løtu, so vísir tað seg sum, at okkurt er, sum tað ikki eigur at vera. Til dømis eru djórini onkursvegna avskeplaði sum í einari marru. Um vit samanbera Halldis Olsen við stóra føroyska meistaran innan linoleumsskurð, so eru myndirnar hjá Elinborg Lützen jú yðjandi fullar av detaljum, ið verða skoðaðir útífrá við eini ávísari fjarstøðu. Myndirnar hjá Halldis eru nógv einfaldari við fáum ella bert einum figuri, sum vit síggja í nærmynd og sum verður upplýstur í klaustrofobiskum bølamyrkri.
Dugnaligi tónleikarin,
filmslistamaðurin og myndlistamaðurin, Heiðrik á Heygum, sum harumframt er
kurator, - ja hann er fjølbroyttur og fevnir breitt mentanarliga eins ein annar
William Heinesen - hevur málað tvær myndir, sum beinleiðis viðgera
samkyndleika. "Døguraborðið" snýr seg við listamansins egnu orðum um
elefantin í rúminum, ella tað, sum man ikki tosar um. Hetta er ein gerandissena
av eini lítlari familju við døguraborðið. Tað, sum sonurin roynir at siga,
verður eyðsýniliga ignorerað. Hesar báðar myndirnar eru eitt sindur øðrvísi,
varligari og meira kenslubornar, men eisini meira neutralar og friðaligar enn
onnur verk hjá Heiðriki á Heygum. Heiðrik er dugnaligur og hevur ans fyri tí
spektakulera. Men í hesum myndunum er tónin ein annar. Av somu orsøk fáa
myndirnar ein sera álvarsligan dám, sum eg haldi er rørandi. Sjálvsmyndin í
myndini við heitinum "Barnið" er til dømis ógvuliga niðurtónað og tykist
somuleiðis snúgva seg um ikki at kunna liva upp til tær vónir, sum ungi maðurin
følir, at umhvørvið hevur í mun til hansara tilveru.
Sjálvt um Jóhan Martin
Christiansen enn er lutfalsliga ungur akademinæmingur, hevur hann rættiliga
gjørt vart við seg í danska listaumhvørvinum. Hann hevur eisini tikið lut á
fleiri framsýningum her heima við m.ø. installatiónum og video, har hann ofta
stáplar ymsar lutir upp í originalum konseptuellum installatiónum, sum eru
merktar av humor og poesi. Jóhan Martin Christiansen hevur stóran áhuga fyri
bókmentum og hansara list tekur støði í konseptlistini ella einum avleggara
haðani, nevniliga teirri relationellu listini, sum um somu tíð kann snúgva seg
um politikk, samfelag og persónligar upplivingar. Hetta eru sambært
listamanninum tankar um list, sum ikki bert snúgva seg um seg sjálvur, men sum
relatera til og taka lut í umhvørvinum, sum hesi hugskot og verk verða sett inn
í. Her hava vit eina uppseting av eini plakat, sum vendir øvugt, einum grønum
plastikkkassa og einum bandupptakara. Á tí
rættiliga speiska heitinum Self-portrait-in-very-dark skilst, at tað er eitt
sjálvportrett. Hetta er um somu tíð sera konkret og einføld og abstrakt og
fløkt list. Tilsipingarnar eru nógvar og summar fjaldar, tað kunnu t.d. vera privatar
ella kensluligar upplivingar hjá listamanninum, men hesi tríbýttu verkini eru
tilfarsliga merkt av vakurleika og einfeldi.
Og um vit nú samsvarandi evninum
í fyrilestrinum taka samanum og spyrja okkum sjálvi hvar samkyndleikin í hesum seinasta
verkinum er, ber sjálvandi til at peika á ælabogalitirnar, ið verður brúkt sum
symbol fyri ymiskleikan í LGBT høpi. Men sambært listamanninum sjálvum sipa ælabogalitirnir
í grundini til Ólafur Eliasson, kenda danska-íslendska listamannin, sum arbeiðir
við ljósi og perceptión og sum gjørdi ælabogan rundan um listasavnið Aros.
Og hervið eru vit á okkara stuttu
ferð komin allan vegin runt um samkynd og hinskynd listafólk og kunnu endaliga staðfesta,
at myndlist hjá samkyndum hevur líka
lítið og líka nógv við kynssamleika og sexualitet at gera um listin hjá
hinskyndum. Hetta er neyvan nøkur skelkandi uppdaging, men staðfestingin er
umráðandi. Vónandi er hetta ein lítil byrjan uppá, at samkyndleikin, sum altíð
hevur verið partur av føroyskari myndlist - vit kenna øll somul fantastisk
samkynd listafólk, livandi sum deyð, hvørs privatlív ongantíð er nevnt í
listabókunum orsakað av teirra samkyndleika, - ikki longur verður tagdur burtur
í føroysku myndlist.
Kinna Poulsen