Monday, August 27, 2012

RANNSÓKNARFARAR


Eftir Alexandur Kristiansen

Eg hevði staðið har so mangan áður úti á Skinnaraskeri, nú sat eg har
skóleysur og læt aldurnar skola um føturnar. Hosurnar hevði eg stappað
niður í skógvarnar, sum eg hevði sett nakað niðanfrá, at teir ikki skuldu
verða tiknir út av havsins fløðandi alfabeti.

Tá bar eg eyga við trý skýggj, sum komu rekandi inn av havinum, og eg
hoyrdi aldurnar suffandi boða frá hesum fremmandu nøvnunum: Nina,
Pinta og Santa Maria. Og eg visti, at eg hereftir noyddist at læra meg at
stava hesi nýggju orðini sum dagliga rundaðu Stongina og kastaðu
akker á teimum føroysku firðunum.

Nærri og nærri komu tey, so eg reistist og læt meg í um føturnar.
Eg las hesi nýggju orðini eina ferð aftrat og fór til gongu. Eg gekk upp
einar trappur og avgjørdi meðan eg gekk hvønn lit tær skuldu hava.
Eg gekk fram við kirkjuni og ivaðist, um eg skuldi fara at ringja. Eg
gekk fram við tinghúsinum, men har var tøgn. Og so steig eg inn í
stóra keypsskálan.

Har óku innkeypsvognarnir millum brattar hillar og glitrandi vørur,
inn í ein heim, sjómenn einki vita um, og tá vit troyttast, kunnu vit seta
vognarnar frá okkum í onkrum innviki og fara upp í matstovuna at
keypa dagsins rætt.

Innkeypsvognarnir eru smá skip, sum vit føra, uttan ljóð, tað er ikki
neyðugt at siga so nógv. Vit sigla framvið Borðuni og leggja stilt í
Brandansvík, taka eina glógvandi vøru fyri og aðra eftir og leggja hana
í vognin til hinar vørurnar. Okkum nýtist hesar vørur. Epli, kaffi og
fótonglar av ymiskum slag.

Soleiðis sættast vit við lívið. Soleiðis verður málið ein silkimjúk lína
vit lesa okkum eftir. Eg blundi eina løtu og sigi so við meg sjálvan, at
litirnar havi eg ið hvussu er sjálvur valt.

Og alsamt nærri koma skýggini.

Og at enda eru ongar trappur longur, eingir litir, ið øsa teg, eingin klokka
ið sigur, at tú skalt skunda tær, einans hin gráa hellan, ið strekkir seg heilt
inn í allar framtíðar keypsskálar. Og Amerika, ið enn einaferð
finnur Columbus.