Penisøvund
er eitt psykoanalytiskt hugtak, sum er knýtt at kastraktiónskompleksinum. Tað
snýr seg um ræðsluna hjá smáum dreingjum fyri at blíva geldir og øðina hjá
smáum gentum yvir at vera blivnar geldar, teirra stóra ynski um aftur at ognast
ein penis og síðani teira hevndarhuga mótvegis monnum, ið varir alt lívið. Ja,
Freud veit.
Ítróttarøvund
er hinvegin ikki eitt psykoanalytiskt hugtak sum so, men tað er knýtt at teimum
kompleksum, ið kykna innan mentanarlívið og hjá listafólkum, tá tey skilja, at
ítróttin er hin sanni og rætti fallos, sum eigur at vera tilbiðin uttan íhald
og at list bert er ein neyðars geldingur, ein eunukkur. Og tey verða
konfronterað við hesi sannroynd javnt og samt. Tá tey í eini ólavsøkurøðu
hoyra, at tað at íðka ítrott hevur við sær, at tú betri sleppur í tínar buksur
og viðurkennir, at eingin nakrantíð fer at halda uppá, at allar heimsins
listastuðlanarskipanir hava fingið eina rúgvu av listafólkum til at sleppa í
sjálvt tær allarminstu brøkurnar. Tá tey á facebook lesa: Tjóðin er errin av
tær Pál; Vit eru øll við tær Pál; Tú ert fantastiskur Pál og viðurkenna, at har
fer ongantíð at standa: Tjóðin er errin av tær Tróndur; Vit eru øll við tær
Hanni; Tú ert fantastisk Hansina á sosialu miðlunum, har eisini listafólkini eru.
Tá tey tendra sjónvarpið, tá tey hoyra ein politikara tosa, tá tey ganga í
teirra býi, sum gerst alsamt meira merktur av ítróttararkitekturinum. Alt
minnir tey um ta pínufulllu sannroyndina, at ítróttin hevur okkurt, tey
ongantíð fara at fáa.
Av hesum kemur ein nátúrligur hevndarhugi og hatur. Mann byrjar at breiða út óreint graml um at ítróttarfólk ikki eru for klók, at tey neyvan duga at siga ein samanhangandi setning og at tey eru grunn, kroppsfikserað, kappingarsjúk, keðilig og tað sum verri er. Og her er eingin grund til at samanbera tey við penisøvundandi kvinnur, tí vit eru hóast alt ikki freudianarar øll somul, og eg skal helst yvirliva næsta fundin í bindiklubbanum.
Eg
havi sæð so nógvan ítrótt í sjónvarpinum í summar, at mann skuldi næstan
hildið, at eg sjálv hevði ein av hasum penisum, í hesum endaleysa streyminum av
EM og OL og øðrum styttingum, men eg fari allíkavæl ongantíð at fata hvussu
ítróttin er vorðin ein guddómur í okkara mentan og hví listin stórt sæð einki
fyllir. Eg skilji ikki hví tað verður oyst so nógv av pengum oman yvir
ítróttina, tá listin bert fær smápengar, eg skilji ikki hví miðlarnir halda, at
teir skylda ítróttini so nógv uppmerksemi, sum teir ikki listini. Eg skilji
hetta eins lítið og eg skiji hví maktin er hjá monnunum og ikki hjá kvinnunum
ella einum blandi av báðum. Tað átti at verið eitt slag av javnrætti. Á sama
hátt sum onkur er, ið arbeiðir fyri, at tey sum ikki hava penis, eisini skulu
hava pláss í samfelagnum, átti tað eisini verið onkur, sum arbeiddi fyri, at
tey, sum ikki renna serliga skjótt, eisini skulu hava eitt pláss í samfelagnum.
PS: Eg vil fegin viðmæla frálíku ítróttarfrásagnirnar hjá Tóroddi Poulsens á hansara bloggi: http://bloggoddur.blogspot.com/ til tey sum hava ilt við at koma í gjøgnum tað drúgva ítróttarsummarið.
PS: Eg vil fegin viðmæla frálíku ítróttarfrásagnirnar hjá Tóroddi Poulsens á hansara bloggi: http://bloggoddur.blogspot.com/ til tey sum hava ilt við at koma í gjøgnum tað drúgva ítróttarsummarið.