Ólavsøkuframsýningin er ikki longur einastandandi. Í ár vóru framsýningar
alla møguliga staðni á ólavsøku, í Müllers pakkhúsi, á Lützenstrøð, í
Listahøllini á Skipasmiðjuni, í Galerie Focus, í Norðurlandahúsinum, í Smiðjuni
í Lítluvík, í Steinprenti, hjá Østrøm osfr. Tað var heldur ikki gjørt tað stóra burtur úr upplating osfr. av teirri "ordiligu" og upprunaligu ólavsøkuframsýningina hjá Listafelagi
Føroya, sum var og er í Listaskálanum. Hon er øðrvísi í ár við tað, at fýra
listafólk eru biðin um at sýna fram og hervið var ikki frítt hjá øllum at senda
inn soleiðis sum tað plagar at vera. Summi halda, at leikluturin hjá Ólavsøkuframsýningini er
útspældur og yvirstaðin. Tað haldi eg als ikki, hon eigur sítt serliga pláss á ólavsøku
og eg haldi, at vit næsta ár skulu kveikja lív aftur í Ólavsøkuframsýningina.
Latið okkum nú fyrst hyggja at Ólavsøkuframsýningini 2012 soleiðis sum hon sær út í Listasavni Føroya. Tey fýra framsýnandi listafólkini Guðrið
Poulsen (f.1961), Silja Strøm (f.1987), Bárður Dal Christiansen (f.1985) og
Bárður Oskarsson (f.1972) eru øll dugnalig á hvønn sín hátt og framsýningin er
sum heild skilagott disponerað. Fotomyndirnar hjá Guðrið Poulsen av eini kvinnu í interaktión við nøkur objekt tykjast ikki so áhugaverdar, men sambært tíðindaskrivinum sipa tær til karyatidur. Umframt hesar hevur Guðrið Poulsen nøkur góð rúmlig verk við á framsýningini, sum minna um
húsatoftir og hús og sum í grundini minna meg eitt lítið sindur um frálíku verkini, sum Hanni
Bjartalíð hevur gjørt seinastu árini. Men har Hanni Bjartalíð brúkar træsprek,
brúkar Guðrið Poulsen sítt egna tilfar, keramikkin, ið saman við tunna
rimaverkinum, ið fleiri av verkunum eru bygd upp av, leggur eina fjálga og lívsjáttandi
skroypiligheit at verkunum.
Uppheingingin av myndunum hjá Bárði Oskarsson tykist næstan
demonstrativ, so nógv líkist hon uppheingingini av teimum smáu kvadratisku
vatnlitamyndunum hjá Michael Kvium í Listasavninum herfyri. Men tað riggar væl
og ger okkum kanska enntá varug við hvussu lítið Bárður Oskarsson í grundini líkist Kvium,
sum í nógv størri mun er (framúrskarandi) málari enn tann fíni teknarin, Bárður
Oskarsson, hvørs úttrykk eisini er lættari og stuttligari enn tað er í myndunum
hjá Kvium. Í hansara fantastisku bókum "Ein hundur, ein ketta og ein mús",
"Pól, hin kuli giraffurin" "Beinið" og "Flata
kaninin" uppliva vit ferð eftir ferð, at skemtið hevur
filosofiska dýpd. Sjálvt um summar av teimum avskeplaðu, einsamøllu verunum hjá Bárði Oskarsson eru staddar í
tómum rúmi og sýnast óunniligar, tykjast hansara myndir fevndar av kærleika,
umsorgan og eksistentiellari dýpd.
Bárður
Dal-Christiansen er ikki óvanur við at sýna fram í Listasavni Føroya. Hann
hevur luttikið á fleiri felagsframsýningum við myndum, sum sýna áhuga
fyri grafitti, street-art og teknirøðum. Umframt málningar hevur hann arbeitt
við tekning og máling á pappír, kollasju, og hann hevur somuleiðis málað og
sprayað á papp osfr. Men hesa ferð sýnir hann fram nakrar stórar akrylmálningar.
Teir eru allir bygdir upp eftir nøkulunda somu meginreglu við eini ein- ella
tvílittari bakgrund og einum rundleittum, meira rúmligum abstraktum figuri
miðskeiðis, sum er málaður við ymiskum bjørtum litum, haðani meira realistisk
andlit vaksa fram.. Men framsýningarhølini krevja sítt og tað gera so mikið
monumentalir málningar eisini. Ætlar listamaðurin at halda áfram við málarínum,
og at mála málningar, sum vilja annað og meira enn effekt, hevur hann tørv á meira lærdómi og royndum
innan málarí. Bárður Dal-Christiansen er evnaríkur og fyri samlaða framsýningarárinið
eru tær stóru og bjartlittu myndirnar neyðugar, tí hini verkini eru øll
rættiliga ljós og uttan hevði framsýningin helst sæð ov tóm og keðilig út. Tað ger hon ikki. Ólavsøkuframsýningin
2012 sær gott út, men líkist øllum øðrum framsýningum. Hon er opin til 12. august
í vanligari upplatingartíð
Ólavsøkuframsýningin hevði upprunaliga eitt øgiliga stórt
tal av vitjandi og eg haldi sum áður nevnt, at hon hevur uppiborið eina
endurstovnan. Á sama hátt sum tann yðjandi fjølbroytta summarframsýningin á Royal
Academy, men í minni mát, sjálvandi, kundi Ólavsøkuframsýningin verið ein
samanseting av eini sensureraðari framsýning og eini útvaldari. Tað vil siga,
at ein kurator frammanundan kundi biðið nøkur framúrskarandi yrkislistafólk um
at verið við. Harumframt skulu øll onnur kunna senda inn verk til kuratorin at
velja burturúr. Tað hevði verið tann ordiliga ólavsøkuframsýning í rættari ond,
har nýbyrjarar kunnu uppliva at síggja teirra verk hanga beint við síðuna av
verkum hjá teirra fyrimyndum. Eg veit væl, at Listafelagið hevur roynt alt møguligt,
og at tað sum eg her skrivi um líkist teirri gomlu Ólavsøkuframsýningini. Kanska onkur undrast á, at undirritaða, sum so ofta havi funnist at amatørismuni í Listasavninum, fari at tala fyri henni. Men eg eri sannførd um, at við tí rætta kuratorinum kann konseptið gjøgnumførast bæði á hægri og stuttligari støði enn vit hava
sæð tað áður. Ferniseringin skuldi sjálvandi verið ein ordans veitsla fyri øll listaáhugaði
og ein ómissandi byrjan uppá ólavsøkuna á hvørjum ári.
Fotomyndirnar tók Bárður Dal-Christiansen.
Fotomyndirnar tók Bárður Dal-Christiansen.