Wednesday, August 22, 2012

Eitt monument yvir tilverunnar sorg og kærleika...



"Room" hjá Eivør Pálsdóttir á so mangan hátt ein óvanlig útgáva. Hon er eitt nú óvanliga fjølbroytt. Fløgan tykist eitt sindur popput í støðum, men hon er eisini rokkut, hon er lokal, global, upprunalig, sofistikerað, introvert og ekstrovert og nógv nógv annað, men fyrst og fremst er hon heilt ómetaliga rørandi og tá eg sigi rørandi, so meini eg táravátt rørandi heilt inn á sálina. Sangirnir eru sum vakrir skroypiligir knipplingar, ið eru knýttir kring eitt endaleyst dýpi av sakni. Sorgblídni er alt ov avklárað hugtak til tess at lýsa ta kensluna, sum er gjøgnumgangandi í hesi útgávuni. Tí tað er einki at ivast í, at hon snýr seg um órímiliga og hjartanítandi sorg: "I can´t find my way when you´re not around/ I´m lost like a bird astray high above the ground" og "I will sing the songs we knew/ just to feel close to you..". "Room" er ognað pápa Eivør, Páll Jacobsen, sum brádliga doyði fyri hálvum øðrum ári síðani.

Stóra breiddin viðvíkjandi stíli, sum í fyrstani sýnist vera ein meinbogi hjá útgávuni, gerst so líðandi hennara størsta styrki. Ein skuldi annars hildið tað vera eitt nokkso fitt petti ímillum countrysorgblídni, fólkatónleikaligan innileika og so contemporary klassiska kompositión, men á nýggju fløguni megnar Eivør at favna øllum hesum streingjum og meira, og tað væl at merkja uttan, at tað nakrantíð kenst sum um hon roynir at seta seg millum fleiri stólar. Og álvaratos, so tykist tað ikki sum um Eivør situr. Hon hevur reist seg upp í fulla hædd við eini heilskapaðari útgávu, sum tekur lurtaran á bóli. Hetta ger hon við góðari hjálp frá Tróndi Bogason, sum hevur stóran leiklut við tað, hann hevur tikið lut í bæði tónasmíði, framleiðslu og útseting. Vit eiga sjálvandi at nevna øll tey begávaðu og musikalsku fólkini, sum hava lagt teirra orku í fløguna og tað gera vit eisini niðast á blogginum, men fyri fyrst fegnast vit smánationalistiskt um, at fløgan er upptikin í Føroyum í Studio Bloch niðri á Skálatrøð í Havn, og at ein føroyskur listamaður, Heiðrik á Heygum stendur fyri væl eydnaða cover konseptinum. Myndirnar á fløguhúsanum raka tað flótandi, dremakenda og innhugsna huglagið í fløguni, tað er vakurt og óhugnaligt, eitt sindur sum tá Ofelia verður lýst í myndlistini ella í videolagnum til "Where the Wild Rose grow" hjá Nick Cave og Kylie Minogue.

"James and the cold gun" - haldi tað var soleiðis hann kallaðist, ein herlig contry and western pastisja, sum eg sang saman við Paula í Sandagerði einaferð í 80´unum. Tað var sjálvandi tann geniala Kate Bush, ið var upphav til sangin, hann er á meistaraverki hennara "The kick inside" frá 1978. Tað er kanska serliga teir serstøku, høgu nasalu tónarnar hjá tónleikaliga sterku Kate Bush, sum koma til hugs, tá mann lurtar eftir nýggju fløguni hjá Eivør og sjálvandi kemur lurtarin eisini heilt av sær sjálvum at hugsa um Bjørk, sum jú brúkar klassisk ljóðføri saman við elektroniskum ljóði. Ein kundi eisini nevnt allar møguligar veldugar sangarindir, umframt tær nevndu eisini Anisette og Nina Hagen, men mest av øllum komi eg í tankar um Eivør sjálva og hennara egnu fløgur frá teirri fyrstu fínu útgávuni í 2000 hjá tí 17 ára gamla undurbarninum í Gøtu og fram til seinastu útgávuna "Larva", sum kom í 2010, har úttrykkið var eitt sindur myrkari, meira rokkut og elektroniskt.

Jú, vit fáa av sonnum fullan valuta fyri tær 149 krónurnar, sum fløgan kostaði, tá eg keypti hana í handlinum á Glade Hjørn í gjár. Ljóðið er fantastiskt, tónleikurin er framúr spældur, útsetingarnar varðveita integritetin í tónleikinum, tær tykjast vera gjørdar við virðing fyri listakvinnuni og eru næstan sum smáar listarligar pallsetingar, ið eru bygdar upp, undir og kring yrkingarnar. Tónleikaliga er fløgan detaljurík við øllum møguligum akustiskum og elektroniskum ljóðum, hon er so mikið ljóðføgur, at tú eina løtu kanska mistekur teg og heldur hana vera grunna. Tað er hon ikki, hvørki tónleikaliga ella tekstliga. Ein góður vinmaður mín, sum onkuntíð verður kallaður punk-poetur, helt nú ein dagin fyri, at góður poppur hevði ikki verið í útvarpinum, síðan á døgum Abba. Hann kann trygt leggja "Room" á fløguspælaran. "Green Garden" er ein stillur droymandi sangur, har sorgartónin ljómar frá byrjan í vónleysu bønini um at fáa várið aftur. "Rain" er eins kristalklárt og einfalt lag sum sjálvsagda og sanna staðfestingin, at áin er djúp, tá tað regnar. Lekra útsetingin, kórið og vakra røddin hjá Eivør ger sangin til eitt upplagt hitt - tað er hann longu her í húsinum. Síðsta lagið á fløguni byrjar friðarliga, men byggir upp til ein stórslignan og intensan kærleikshásong, sum væl og virðiliga tangerar "Joga" hjá Bjørk. Tónleikaliga er fløgan full av sitatum av allahanda slag frá romantiskum spagettiwesternljóði og Twin Peaks umframt onkrar heilsanir til 60´ara tónleik við vakurt drynjandi sangi og spakuliga brakandi elektroniskum ljóðkrydd. Útsetingin av "Boxes" er stórsligin og dramatisk, men tað krevst sanniliga, skal hon liva upp til Eivør sum sangara. Tað er ikki løgið, at Eivør ofta verður samanborin við eina villa og ógvisliga náttúrukraft, men hon er annað og meira enn tað og tað er fantastiskt at hoyra hana folda út bæði sína raddarprakt og sín suverena og intelligenta musikalitet í "Boxes". Tað sama er í grundini galdandi fyri alla fløguna, sum er eitt monument yvir tilverunnar sorg og kærleika, hon er í heimsklassa. Takk!


TÓNEIKARAR:
Tróndur Bogason: útseting
Derek Murphy: trummur
Mikael Blak: bass
Magnus Johannesen: klaver og rhodes
Gustaf Ljunggren: guitar
Maria Ljósá: kór
Katie Buckly: harpa

LAGALISTI:
1.
Green garden
2. Rain
3. True love
4. Boxes
5
. Wake me up
6. Far away
7. I know
8. Night´s body
9. Room
10.Falling free

Fløgan er upptikin í Studio Bloch í Tórshavn í september 2011 av Jónas Bloch Danielsen.
Ljóðblandað av Addi800 í Room 313 í Reykjavík.
Mastrað av Mandy Parnell í Black Saloon Studio í London.
Fløguhúsi, layout og myndir: Heiðrik á Heygum.
(KP)