Wednesday, August 8, 2012

Takið ikki burtur tað, sum eyðkennir okkum...


Vit  hava áður havt onkra viðmerking til byggingina í Havn og  her er ein viðmerking, sum Rógvi Thomsen hevur til støðuna í Klaksvík í sambandi við niðurtøkuna av einum húsum har. Eg veit ikki um eg havi rætt í mínum varhuga av at tað í løtuni verður farið eitt sindur fram eftir fummum í einum væl skiljandi áhuga fyri tí virksemi, sum nýtt byggjarí hevur við sær. Arbeiðsskapandi virksemi er sjálvandi av tí góða, og konservativum áhuga fyri at varðveita alt gamalt skulu vit altíð ansa eftir. Men hinvegin er okkara býarsøga so ómetaliga stutt. Tað er serstakliga umráðandi ikki at taka burtur tað, sum eyðkennir okkum og okkara býir. Lesið kjakið á heimasíðuni hjá Norðlýsinum:

http://www.nordlysid.fo/Default.aspx?ID=42&Action=1&NewsId=13726&PID=3773

Eg má siga sum satt er, hevði tað ikki verið fyri ovurhonds vøkru náttúruni, so eru stórir partar av Klaksvíkini ein arkitektonisk marra. Eyðkennið fyri ein góðan bý er, at samanhangur er í honum yvir tíð og stað, at tað sæst týðuliga hvussu býurin er mentur. Bæði húsini hjá Haldor og Rudolf, vóru eyðkendir bygningar fyri fjørutini, tá ið teir vórðu bygdir. Eg segði ikki at teir vóru vakrir, men sermerktir, soleiðis at tú kendi Klaksvíkina aftur. Húsið hjá Eik banka finnur tú allastaðni í verðini, hatta er ein arkitektoniskur parasittur. Hvussu lítið fyrilit hevur verið fyri at varðveita kontinutetin og samanhangini í bygdini eru alt ov nógv dømi um. Gamla Innistova, eitt tað elsta bóndahúsið í Klaksvík, ið eisini var tingstaður, varð tikin niður í 60’unum. Og hvat er har nú: eitt talvborð, ein ikki serliga orginal standmynd, og eitt springvatn. Springvøtn og standmyndir eru allastaðni í heiminum. Men gamla Innistova var bara í Vági í Klaksvík. Gomlu vøkru sýslumanshúsini út í Klaksvík, bygd í 1860’unum vórðu tikin niður í 1970’unum. Gamla Havnaskrivstovan, gamalt pakkhús frá 1850’unum, maltrakterað við husmorvindeygum. Niðanfyri Gamla Skúla var vakur urtagarður, hvat er har nú? Parkeringspláss hjá KFUM og K. Niðanfyri hjá Lützen, handan Stongunum, var vakur gamal urtagarður, gudarnir viti varð av honum, undir hvat betong hann hvarv. Tað er ikki av nostalgi eg skrivi hetta, menning skal vera í øllum býum, men skalt tú hava røtur, so skal eisini kennast ein samanhangur til fortíðina. Tey, ið eru ung í Klaksvík nú, kenna sjálvandi ikki tey støð, ið eg nevni, tí tey eru burtur. Men tað ger tey eisini fyrilitaleys fyri býnum, tí tey síggja bara “nýtt”, býurin verður uttan søgu, alt hitt er burtur, og tey kunnu ikki vita betri. Kemur tú til Klakvíkar, so sært tú fyrst til høgru vøkru Borðoyavíkina, og hvat er so til vinstru, Klingrugarður, ein hópur av ljótum, tilvildarligum pakkhúsum uttan arkitektoniskt virði. Er tað virðiligt fyri ein bý at hava slíka innkomu? Ja, sjálvt sandurin er horvin. So náttúran sleppur heldur ikki undan teimum skipaðu herverkunum ikki um at tala ógvusliga benið undir Klakki.Í veruleikanum, so haldi eg ikki at alt skal varðveitast fyri at varðveitast – tað er tað ikki nakað endamál í. Tað sum eg royni at siga er, at tað sum mann forsømir í Klaksvík er ein samanhangur, so tað sæst hvussu býurin er mentur, bygningar frá ymiskum tíðarskeiðum. At so sumt er meira varðveitingarvert enn annað er onnur søga. Eg haldi tildømis, at tað ikki líkist nøkrum at taka Betesta, sum var, niður, bygningur hevði ein samanhang við søguna hjá brøðrasamkomuni í Klaksvík, hvussu bygningurin við árini varð útbygdur, húsini hjá Eliesar komu afturat o.s.fr. Ein nýggjur samkomubygnur kann byggjast aðrastaðni og høvdu parkeringsviðurskiftini eisini verið munin betri. So kundi Betesda verði brúkt til okkurt annað. Sama kann sigast um hválvkirkjuna frá 1867, tikin niður í 1963/1964. Umframt at vera millum elstu hválvkirkjurnar í Føroyum, so var hon ein harmonisk eind við kirkjugarðin og umhvørvið uttanum. Ráð átti at havt verið at varðveitt hana, bæði fyri at vísa m.a. hvussu broytingar fara fram, men eisini til nýtt virkisøki í vakra gamla bygninginum. Tað er nógv stuttligari at síggja ítøkilig hús heldur enn myndir av teimum. Kirkjan kundi havt verið brúkt sum lítið konserthús ella hvør veit, kirkjusøguligt savn fyri allar Føroyar? Men pyntað hevði hon – í staðin endaði hon sum høsnarhús.
Men tað eru eisini nýggjari bygningar, ið áttu at verði tiknir niður aftur sum skjótast, áðrenn fólk venjast við hvussu ljótir teir eru. Besta dømið er nýggja Keypssamtøkan, hon vendir bakið til Nólsoyar Pálsgøtu, millum Býráðhúsini og handilin gerst ein trong, myrk smoga heldur enn eitt ljóst býarrúm. Hvat turistunum viðvíkur, so skal Klaksvíkin væl fyrst og fremst vera fyri klaksvíkingar at búgva í og trívast í, har fær æstetikkurin so stóran týdning fyri trivnaðin