Tuesday, August 14, 2012

Mentanarvika verður í Fuglafirði 18. - 23. September


"Livandi mentan, har vit koma hvørjum øðrum við" er grundsjónarmiðið aftanfyri mentanarvikuna, sum verður íFuglafirði frá týsdegnum, 18. september, til sunnudagin, 23. september, 2012.
Skráin fer at bjóða eina rúgvu av góðum og áhugaverdum tiltøkum hvønn dag alla vikuna. Umframt at síggja og hoyra ymiskt,verður eisini lagt upp til, at fólk sjálvi luttaka og skapa. Vikan leggur upptil at fólk, sum duga, tíma og vilja - geva sær tíð til at koma hvørjum øðrum við. Soleiðis umfatar skráin - umframt ymsar størri og minni framsýningar,fyrilestrar og konsertir - eisini eina røð av tiltøkum og verkstovum, har fólk,eisini aðrastaðni frá, kunnu luttaka.

Stovnar, virkir, handlar, fríðtíðar- ogáhugafelagsskapir og einstaklingar í býnum hava tikið væl í móti áheitanum ogfyrispurningum frá kommununi, og er tað hesum fyri at takka, at skráin særlovandi út. Endaliga skráin verður lýst m.a. á heimasíðuni hjá Fuglafjarðarkommunu, www.fuglafjordur.fo og á sosialu miðlunum í næstum.

Hetta er á fyribilsskránni:
Verkstovur: Dansiverkstova fyri ung í skúlanum, sum endar við dansiframførslu í gamlasvimjihyli, verkstova í skúlanum í samband við fyrireiking av"paradu", kreativar verkstovur í Ribarslofti m.a. pílaflætting ogymsar verkstovur í sambandi við UNIKA-gávu-marknað hinumegin vegin, opinverkstaður á Vesturstovu,  Verkstova/barnaringur í Thabor,tónleikaverkstova og "jam" á John's Cafe við m.o. Stanley Samuelsenog Høgna Lisberg, ungdómsverkstova og kappingar í "Hygge Joe's" íMentanarhúsinum, opin verkstaður í Lonini og dansiverkstova við Selmu Kjærbosaman við Flog fyri vaksin, børn, arbeiðsfólk, virkir, stovnar. Størstaverkstovan er "Kórmót", sum Fuglafjarðar Sangkór hevur tikið stigtil. Tey hava bjóðað skotska urguspælaranum og kórleiðaranum Michael Bawtreehigar at leiða Kórmótið, har tey m.a. fara at syngja brot úr HändelsMessias. Kórmótið endar við konsert í kirkjuni.

Daglig tilboð: Kamping uttanfyri Mentanarhúsið, morgunsvimjing í svimjihølliniella á sjónum við møguleika fyri morgunmati í Mentanarhúsinum aftaná.Morgunkaffi, prát og avísir við runda borðið á Bókasavinum, Undirhúsið er opið,Piddasa handil og Gallerí Ribarhús eru opin, stórur UNIKA-gávu-marknaður eropin (m.o. Fíl, Shisa, Freeleif, knappliga, Erla Perla, Lilliane Svøðstein,Guðrið Poulsen) Morgunmatur til keyps hvønn gerandismorgum í Mentanarhúsinum,brunch verður at fáa í vikuskiftinum. Pannukøkur. Johns Cafe hevur opið,Pizzaria Prima Vera hevur opið og Muntra hevur góð buffettilboð alla vikuna.
Tiltøk: Gongutúrur eftir fjøllunum kring Fuglafjørð, grótbrotskonsert við SleeplessGhosts, fyrilestrar av ymsum slag, skrønir úr Fuglafirði, Poetry Slam áBókasavninum, ÍF flogbóltur skipar fyri uttandura flogbóltsvølli og tiltøkum ásandinum, ponyríðing, Fuglafjarðar Sløkkilið hevur framvísing av útgerð,klipping og sløkking av bili v.m. Filmssýningar í Mentanarhúsinum, nýggiBarnagarðurin á Kambsdali hevur opið hús, kappingar, rundvísingar á kajuni,Altjóða Alzheimerdagur 21. sept, andlitsmáling, dukkuleikir, brot úr gomlumsmalfilmi úr Fuglafirði, stórur barna/leiku-loppumarknaður (øll børn eruvælkomin at luttaka), karokekapping, filmsýningar og upplestur fyri børn undirskúlaaldur á Bókasavninum, Bassi vitjar, "Syngið við"-hugnatiltak viðbuffet frá Muntra sunnukvøldið 23. sept.

Framsýningar: Fotoframsýning "Gerandismyndir", framsýningin"KUFFERT" í hølum hjá Havsbrún (øll kunnu luttaka), veteranbilasavnletur upp, vindeyga-lista-framsýning eftir niðasta vegi, framsýning av bundnumkjólum, framsýning við gomlum myndum úr Fuglafirði, framsýning av steinprentumhjá Fríðu Brekku, Bárður Jákupsson og Olivur við Neyst í Gallerí Ribarhús,framsýning av gomlum lestrarbókum, bíblium og sálmabókum í kirkjuni,málningaframsýning við Frits Johannesen, Øssur Mohr og Heðin Kambsdal,málningaframsýning við Idu Jacobsen í Vesturstovu, Fornminnisfelagið hevur opiðí Høvdahúsinum og letur nýtt bátasavn upp í Ribarhúsi, Alzheimerfelagið og fólkið hava arbeitt við reminicens hava framsýning í Høvdahúinsum, Mortansa hús eropið. Kunningarbásur við vetrarskráum hjá felagsskapum í býnum.
Tónleikur og konsertir: Tónleikatreff og -jam á Johns Cafe og í Ribarhúsi alla vikuna,Konsertfelagið skipar fyri klassiskari urgu- og trompetkonsert í kirkjuni viðMichael Bawtree og Johan Hentze, Kórmót við framførðslu av m.a. HändelsMessias, Stanley Samuelsen, Lív Næs og Tróndur, Rói & Jonhard, FuglafjarðarHornorkestur, Niels Midjord, Høgni Lisberg, Sleepless Ghosts, Late NightSatelite, Absurdy Fair, fourMENH, Brandur, T.O.S., dreingjabólkurin Antonymes,Jeanett & Elsa, jassbólkurin Stolen Moments og onnur.