Saturday, August 18, 2012

Olympiskar listamedaljur


Jean Jacoby: vann eina OL-medalju fyri myndina høgrumegin í 1928

Onkur hevur fingið tað fullkomiliga skeivu fatan, at vit á listablogginum hava nakað í móti ítrótti. Vit mugu skunda okkum at gera vart við, at so er ikki. Vit eru kanska eitt sindur øvundsjúkar inn á ítróttarøkið, men hesum hevur mín kæri medredaktørur greitt væl og virðiliga frá einum bloggi,  har hon á fyrimyndarligan hátt greinar hugtakið ítróttarøvund. Herfyri var uppskot til eina nýggja OL-disiplin á skránni og aftur í dag snýr dagsins listabloggur seg um OL  Ein av okkara lesarum hevur gjørt okkum varugar við, at frá 1912 til 1952 vórðu 151 (!!) medaljur latnar listafólkum fyri verk, tey  høvdu gjørt við íblástri í ítróttaríðkan. Sig so tað! Hesum vistu vit heldur ikki av. Men vit ætla okkum jú ikki at standa aftanfyri og hava tí nøkur uppskot til   medaljur fyri ítróttarlist. Vit hava loyvt okkum at uppfinna onkra nýggja OL-disiplin á vegnum.

http://www.smithsonianmag.com/arts-culture/When-the-Olympics-Gave-Out-Medals-for-Art-163705106.html#


Peter Carlsen. OL-disiplin: flagging



Jóhan Martin Christiansen. OL-disiplin: Fimleikur


Garasjuguð. OL-disiplin: Kvæðasúkkling


Frimod Joensen: OL-disiplin Dansur í Sjónleikarahúsinum


Svend Allan Sørensen. OL-disiplin: Krákuskjóting í Havnardali



Unn Joensen. OL-disiplin: Romantiskur túrur í haganum í Klaksvík


Peter Carlsen. OL-disiplin: Fimleikur í klædningi saman við djórum


Hanni Bjartalíð. OL-disiplin: Kappkoyring uttan sjaffør


Tóroddur Poulsen. OL-disiplin: Politisk hestaríðing (samband versus tjóðveldi)


Silja Strøm. OL-disiplin: Køkudansur