Monday, August 20, 2012

Sinnislig upplating í sikk og sakk



Listareseptión, tvs. tann mátin, sum listin verður viðfarin og móttikin av okkum í samfelagnum, hevur allar dagar í stóran mun snúð seg um at vera við uppá tað og soleiðis er eisini við listini hjá Jóhan Martin Christiansen. Samstundis sum stórt mótmælistiltak var fríggjadagin móti órættvísa 2 ára dóminum hjá Pussy Riot framman fyri russisku kirkjuna í Bredgade í Keypmannahavn, læt Jóhan Martin Christiansen upp serframsýning beint um hornið í gallarínum hjá Henningsen, Fredericiagade 17. Mikkel Carl kurateraði framsýningina við heitinum Crazy, Zig-Zag við undirheitinum About the Understanding of Space and on the Matters of My Latest Lover, R. Og tá talan er um sonevnt hype, sum hevur verið eina tíð kring unga føroyska listamannin, ja, tá eru nógv við uppá tað, og nú eri eg altso eisini við í skaranum, sum er við uppá Jóhan Martin Christiansen, sum nettupp ikki er eitt møsn, men sum longu 24 ára gamal hevur umhvarvið av einum seriøsum og originalum listamanni. 

Hann er heilt ómetaliga dugnaligur og sjálvt um formurin er øðrvísi, so eru menniskjaligu kenslurnar í grundini tær somu sum altíð og eg gjørdist fleiri ferð rørd ta stuttu stund mær untist at síggja framsýningina. Eg hevði tað eitt sindur uppá sama máta sum á sinni, tá eg var til fyrilestur hjá Jesper Hoffmeyer professara um biosemiotikk og eitt sindur skelkað av óvæntaða blandinum millum humaniora og náttúruvísund mátti staðfesta, at fyrilesturin í grundini var serstakliga áhugaverdur eisini listarliga sæð. Tað snýr seg um óvæntaðar samansetingar av subjektivum og objektivum kategorium, sum skapa upplatingar til nýggjar kategoriir í fatanini hjá áskoðaranum. Tað kann til dømis snúgva seg um minnið hjá listamanninum um onkra ávísa hending, sum verður knýtt at einum geometriskum formi í hesum verkum, sum á framsýningini gerst atvoldin til allar møguligar varhugar. Á gólvinum og upp í vindeygað liggur eitt gamalt svart klútateppi við eini bók, tað er merkiliga rørandi hetta teppið sum tað liggur rukkað í sikksakk og tað er hesin formurin, sum verður endurtikin gjøgnum alla framsýningina. 

Positiv listareseptión er eisini treytað av um avvarðandi listafólk rakar - ikki dagin sum jú er málið hjá fótbóltspælarum - men helst at vera eitt sindur framman fyri dagin. Jóhan Martin Christiansen er stavnin framman í løtuni og tað er tí væl skilligt, at hann verður nevndur wonderkid á kopenhagen.dk. Tað tilfarsliga er umráðandi, at Jóhan Martin í serligan mun brúkar bíligt tilfar, sum ikki sær út av nøkrum serligum. Í staðin fyri tað bráðvakra tykist hendan listin kanska heldur afturlatin, eins og hon eisini at síggja til er ómetaliga naiv, t.d. eru linoleumsprentini ógvuliga einføld. Men tað einfalda byggir jú ofta í veruleikanum á tað mest kompleksa og tað ger listin hjá Jóhan Martin, sum er tilvitað um sína egnu listasøgu, um fortíðar minimalismu og konseptlist, men sum altso eisini tekur dik á seg inn í eina ókenda framtíð...

Lampan og radioapparatið vóru við í eini performance, sum eg ikki sá


Eitt linoleumsprent


Ferniseringsfólk í góðveðri


Sikk og sakk



og sikk sakk

Fólk hyggja at videolistaverkinum, sum er við á framsýningini


Úr videolistaverkinum

Framsýningarfrágreiðingin er eisini ein plakat, so nú eigi eg eisini eitt verk hjá Jóhan Martin Christiansen